Á Hyundai bilverksmiðjuni í Kekkia verður søkt eftir fleiri hundrað fólkum fyri at nøkta stóra eftirspurninginum eftir bilum. Tað eru ikki nógvir bilaframleiðarar, sum í hesum døgum søkja eftir arbeiðsfólki. Men á Hyundai verksmiðjuni í Kekkia verður søkt eftir fleiri hundrað fólkum, nú skift verður frá vanligari arbeiðstíð til tveyskiftisvakt á deildini, sum framleiðir Hyundai i30 vegna stóra eftirspurninginin eftir bilinum.
Í Evropa hevur koreanska Hyundai/Kia konsernin, umframt í Kekkia, bygt nýggjar bilverksmiðjur í Turkalandi og Slovakia, sum framleiða Hyundai og Kia bilar.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum