Hesin teinur er eftir fjallagøtum og vegum, og er tað tí einamest fjallasúkklur súkklað verður á. Og tó, tað eru eisini fólk, ið royna at gjørnumføra á ein-hjólaðum súkklum og gomlum súkklum, sum ikki akkurát eru gjørdar til hetta endamálið.
Tað vóru í ár 16.000 luttakarar tilmeldaðir, og er tað luttøkumet. Í 2006 vóru tað ?bara? 12.500 luttakara. Hetta er, um ikki tann størsta, so ein av teimum størstu fjallasúkklukappingunum í heiminum, og er tað eisini við at verða ein sera vælumtøkt kapping, ikki bara í Norra. Nógv virkir, einamest í Norra, stilla upp sum bólkar, og brúka tað sum eitt mál til at betra um heilsuna hjá starvsfólkunum, við at hava okkurt at venja framm ímóti.
Men tað eru ikki bara virkir, sum taka lut í hesu kapping. Tað eru eisini nakrir av heimsins súkklarum innan fjallasúkkling, ið eru við. Rune Høydahl (NO), sum hevur verið heimsmeistari, hevur sítt egna team (Team ETTO Høydahl), og eisini luttók Kurt Asle Arvesen, ið súkklar við liðnum hjá Bjarna Riis, Team CSC-SAXO. Kurt gjørdist nr. 19.
Út av teimum 14.533, ið stillaðu upp til start, komu 14.317 á mál, og megnaði Høgni at súkkla teinin í tíðini 3 tímar 50 minuttir og 22 sekund. Tað er ein betran av tíðini frá 2006 við umleið 23 minuttum. Tað gevur eina plasering sum nr. 5318 av teimum 14.317, og sum nr. 1077 út av 2.532 luttakarum í aldursbólkinum M35 (35-39 ár).
Úrslitini siga sannleikan, at tað er langt uppá toppin, men tá skal leggjast aftrat at tað er hóast alt eisini professionellum súkklarum kappast verður ímóti.
At fara tann langa vegin til Noregs fyri at súkkla, kostar, og Høgni vil tí fegin takka teimum, ið hava stuðlað honum við ferðini. Stuðlar hjá Høgna vóru Smyril Line, Ford og Atlantic Airways.










