Nú mugu føroyingar seta hart í móti hørðum

Tað má vera mark fyri, hvussu illa við føroyingar lata okkum lumpa

Nú mugu íslendingar læra seg at halda Hoyvíkssáttmaálan, ella má hann sigast upp.

Tað heldur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Hann staðfestir, at vit hava aldrin hoyrt um trupulleikar við at selja íslendskar vørur á føroyska marknaðin.

Hinvegin eru nógv dømi um, hvussu torført tað er at selja føroyskar vørur á íslendska marknaðinum.

Síðsta dømi um er Næraberg, sum íslendingar upprunaliga ikki vildu lata sleppa í íslendska havn við maskinbreki

Hoyvíkssáttmálin varð gjørdur í 2005 við tí endamáli, at tað skal vera banna at gera mismun á vørum vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna í sambandi við tær vørur, sáttmálin fevnir um.

 

Men tað mugu vera mørk fyri, hvussu nógv vit í Føroyum lata okkum lumpa og verða drigin eftir hárinum á tílíkan hátt, heldur Janus Rein.

 

- Vit eru á einum vegamóti. Løgmaður, sum umsitur málsøkið, og føroysku umboðini í Hoyvíksnevndini mugu gera íslendingum heilt klokkugreitt, at nú mugu tey læra seg at virða og halda sínar skyldir í sáttmálanum ella má hann setast úr gildi, sigur Janus Rein.

 

- Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at lata standa til longur og hoyra upp á allar undanførslurnar, sum íslendingar ferð eftir ferð koma við, um hví Hoyvíkssáttmálin ikki verður hildin, leggur hann afturat.

 

Sum ein triði møguleiki, ber møguliga til at stovnseta ein serdómstól at taka støðu um Hoyvíkssáttmálin er brotin, frá máli til mál.

 

- Í øllum førum eigur ein tílíkur dómstólur tá at hava heimild til at áleggja tapandi partinum at gjalda sakarmálskostnað og at áleggja bøtur, gjarna stórar bøtur.

- Tá høvdu londini helst hugsað seg meira um, áðrenn tey ásettu reglur o.a. í stríð við Hoyvíkssáttmálan.

 

- Eisini meti eg Ísland sum brøðratjóð. Men tað kemur altíð eitt tíðspunkt, har vit sum føroysk tjóð mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu langt vit vilja lata onnur trýsta okkum, áðrenn vit siga, at nú er nokk, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

 

- Viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum haldi eg, at tann tíðin er komin. Skulu vit áhaldandi hava Hoyvíkssáttmála við Ísland og íslendingar, má kravið, uttan undantak, verða, at tey virða endamálgreinina, grein 1, í sáttmálanum og lata vera við at diskriminera føroyskar vørur og tænastur í Íslandi, leggur hann afturat.

 

Les meiri um, hvat Janus Rein heldur um støðuna, við at trýsta HER.