Hetta skal ikki standa ósvarað

Rotary klubburin í Havn tekur harðliga frástøðu frá nýggjasta útspælinum hjá Paul Watson

Hetta skal ikki standa ósvarað. Tað staðfestir Regin W. Dalsgaard, forseti í Rotary-klubbanum í Havn. Sum vit skrivaðu í morgun, fegnast illa gitni Paul Watson, at hann hevurt gjørt avtalu við Rotary um at samstarva um at berjast ímóti grindadrápi í Føroyum.

 

Les meiri um tað her: Klaksvíkingar fara at umrøða nýggja útspælið hjá Paul Watson

 

Sum vit eisini skrivaðu í greinini í morgun, eru tveir Rotary klubbar í Føroyum, ein í klaksvík og ein í Havn. Teir eru báðir við í altjóða Rotary felagsskapinum, Rotary International, og í greinini í morgun, staðfesti Rotary-forsetin í Klaksvík, at tey fara at umrøða málið.

 

Rotary-forsetin í Havn er líka greiður í síni støðu, tí hann staðfestir, at Rotary klubbin í Havn tekur frástøðu frá, at ein Rotary Klubbi samstarvar við Paul Watson um hansara herferð móti grindadrápi.

 

– Paul Watson hevur framt ágang móti okkara landi, og hevur roynt at komið okkum út í ringt orð úti í heimi, eisini við beinleiðis lygnum, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann vísir á, at stovnurin av grindahvali er ikki hótturr og tí eru hóttanirnar frá Paul Watson ikki grundaðar á vitan um lívið í havinum.

 

Hann sigur, at Rotary klubbin í Havn fer alt fyri eitt at kanna hjá Rotary International, hvat tað er, heilt ítøkiligt, at klubburin i Kalifornia hevur avtalað við Paul Watson, og tey fara eisini at krevja eitt svar frá Rotary International.

 

– Kanska er hetta bara enn ein manipulatión frá Paul Watson, men vísir tað seg at ein samstarvsavala er ímillum ein Rotary klubb og Paul Watson um arbeiða imóti okkara grindadrápi, er hetta langt úti. Sostatt fara vit at mótmæla tí og at krevja, at avtalan verður annulerað, sigur forsetin í Rotary í Havn.

 

Hann sigur, at er talan um eina avtalu, og verður hon ikki tikin aftur, fara tey at umrøða støðuna aftur. Rotary er ein felagsskapur, sum stuðlar vælgerandi endamálum og Regin W. Dalsgarð sigur, at tað er óguliva ólíkt Rotary at leggja seg út í lokal viðurskifti.

 

Tvørturímóti er tað nettupp ein grundregla í Rotary at virða virðisgrundarlagið hjá hvørjum einstakum. Hann sigur eisini, at í Rotary-høpi tey hava aldrin hoyrt eitt øvugt orð um grindadráp, so tað hevur als ikki verið eitt mál hjá felagsskapinum yvirhøvur.