Tað skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.
Styrelsen for Danmarks Fængsler hevur í dag skrivað undir sáttmála við WSP Danmark A/S, sum saman við undirveitarunum Friis & Moltke (Danmark), JJW Arkitekter (Danmark), MAP Arkitektar (Føroyar), LYTT Architecture (Danmark), LBF (Føroyar), PB Consult (Føroyar) og Hollingsworth Pack (Danmark), skulu standa fyri arbeiðinum at byggja nýggja fongslið við Áir.
Nógvar fyritøkur hava víst arbeiðinum at byggja nýggja fongslið í Føroyum áhuga.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, fegnast um, at arbeiðið er komið so langt, at sáttmálið nú er undirskrivaður, og at føroyskar fyritøkur og føroyskir arkitektar eru umboðaðir í toyminum, sum skal byggja nýggja fongslið í Føroyum.
Tá ið farið verður undir arbeiðið at gera grundøkið byggibúgvið og tá farið verður undir sjálva byggingina, fáa føroyskar fyritøkur møguleikan at bjóða seg fram og veita tænastur í hesum sambandi.
Nýggja fongslið við Áir kemur ístaðin fyri varðhaldið í Mjørkadali og eftir ætlan skal fongslið standa liðugt við árslok 2030.
##med2##












