Ungt blóð kann hjálpa Alzheimers-sjúklingum

Blóð frá ungari mús ger nýggjan vevnað í heilanum á gsamlari mús. Ungt blóð tí kann vera loysnin á Alzheimers-gátuni.

Tey seinastu árini hava amerikanskir granskarar kannað, hvørja ávirkan tað hevur, at ungt blóð verður latið í ein eldri kropp. Í hesum sum í so mongum øðrum royndum hava granskararnir brúkt mýs.

 

Í fjør eydnaðist tað einum granskaraliði at staðfesta, at tað unga blóðið hevði eina tálmandi ávirkan á, at hjartað eldist. Nú er eitt annað granskaralið komið eftir, at taåð sama er galdandi fyri heilan á mús, skrivar tíðarritið Science.

 

-Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur ávíst eitt náttúrligt yngjandi evni, sum mótvirkar, at venaður av ymsum slagi eldist og vendir teirri gongdini, sigur granskarin Amy Wagers, sum hevur staðið fyri kanningunum.

 

Norski granskarin Jon Storm-Mathisen er sera fegin um tað, sum teir amerikonsku granskararnir eru komnir til. Hann sigur við norska kringvarpið, at talan kann vera um eitt gjøgnumbrot, um blóð frá ungum kann gera nýggj blóðkør í heilanum hjá gomlum.

 

-Talan er ikki um at lekja, men kanska at tálma sjákutilgongdini. Orsøkin til Alzheimers-sjúkuna er ikki í blóðkørunum, men blóðkør í heilanum fáa skaða av sjúkuni og øðrum sjúkum, sum raka heilan sum eitt nú diabetis 2. Vitkar hendan viðgerðin, og tað ber til at greina ávirkanina, kann hetta vera eitt gjøgnumbrot, sigur granskarin, sum dagliga arbeiðir á lærda háskúlanum í Oslo.

 

Norski granskarin sigur, at nú er eftir at fáa svar upp á møgulig hjáárin av viðgerðini, sum teir amerikonsku granskararnir hava funnið. Hann sigur, at ein viðgerð sum hendan kann eisini reisa etiskar spurningar, men at tað avgerandi er, hvørji møgulig hjáárin ein tílík viðgerð kann hava, sigur hann við NRK.