Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir Víkingur seinna dystin í triðja undanumfarinum í Conference League.
Mótstøðuliðið á Windsor Park leikvøllinum í Belfast verður søguríka liðið, Linfield FC.
Tað eydnaðist Víkingi at vinna 2-1 í fyrra dystinum, ið var leiktur á Tórsvølli.
Samlaði vinnarin av uppgerðini millum Linfield og Víking sleppur at spæla tveir Play Off dystir móti Shelbourne úr írska lýðveldinum. Shelbourne tapti samanlagt 3-4 fyri kroatiska liðnum, Rijeka í triðja undanumfarinum í Europa League. Rijeka tapti 1-2 heima, men megnaði at vinna 3-1 í útidystinum.
Tað verður ein altjóða minni royndur dómari, ið skal døma dystin millum Linfield og Víking.
Talan er um 32 ára gamla kekkiska dómaran, Marek Radina. Marek Radina var skrásettur sum altjóða dómari í 2023. Tó hevur Marek Radina nøkur ár á baki sum dómari í bestu kekkisku fótbóltsdeildini.
8. august í fjør dømdi Marek Radina dystin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Borac Banja Luka á Tórsvølli. KÍ vann 2-1, men tapti samantalt fyri Borac Banja Luka.
LINFIELD FC (NIR) - VÍKINGUR (FRO)
Dómari: Marek Radina CZE
Hjálpardómari 1: Kamil Hájek CZE
Hjálpardómari 2: Jaroslav Kubr CZE
Fjórði dómari: Jan Všetečka CZE
VAR dómari: Miroslav Zelinka CZE
VAR hjálpardómari: Tomáš Kocourek CZE
UEFA dómaraeygleiðari: Michael Johansen DEN
UEFA umboð: Luka Steiner SVN