Stiðin Tann elsta bók, sum er prentað um Føroyar, er tann hjá Lukkas Debes Longu í 1673 skrivar hann, at ein dagdvølja hjá føroyingum er at telva, og at bæði kvinnur og menn duga hetta sera væl. Hetta [...] hana so væl, at hann fór undir at týða hana og las hana upp í útvarpinum, har hon vakti miklan ans. Nú hevur hann týtt hava enn eina ferð, og er hon komin út hjá forlagnum Stiðjanum. Henda bók kom upprunaliga [...] merkisvert at síggja hvussu nógv hesin líkist Bobby Fischer, sum varð føddur sama ár sum søgan hjá Zweig kom út. Men tann sum spælir ímóti honum líkist Bobby á tann hátt, at eins og Bobby gavst at spæla tá
Ein leskilig bók Hetta er ein forvitnislig bók. Martin Holm, sáli, segði altíð við okkum, meðan vit gingu á Føroya Læraraskúla, tá ið hann fekk eina væl úr hondum greidda bók í hendi, at bókin var leskilig [...] málbera teg um hesa bók, at hon er leskilig. Kápumyndina hevur Heðin Kambsdal gjørt. Hann er í fjórða lið. Hann er langabbasonur Lamba Símun. Hann er óførur at mála ljós. Eg hugsi at myndin er væl vald [...] veðri og vindi. Stríðið stendur um at yvirliva. Mundu ikki fólk úr Fuglafirði og úr Oyndarfirði eygleiða hesi fólk og standa spyrjandi: Fara tey nú at koma undan, fara tey at klára tað? Grannabygdirnar hava
inn á hugskotið við hesi stevnuni, sum í síni tíð var sprottið í Vágum. Eisini helt hon tað vera bæði hugaligt og eisini stuttligt, at fólk vóru komin úr Danmark at luttaka á hesi stevnuni. Eftir setanarrøðuna [...] heitt verður á. Tað er ikki smávegis av tíð og orku, hesi fólkini leggja í at fáa tiltakið at eydnast so væl sum gjørligt. Og løn teirra er nøgdsemi við at hava gjørt eitt gott arbeiði. Soleiðis ganga fólk [...] dansifelagið Fótatraðk í Keypmannahavn, haðani umleið 20 fólk vóru komin heim at luttaka á stevnuni. At Landsdansistevnan er komin fyri at verða, ivast eingin, sum hug hevur til føroyskan dans, eina løtu í. Stevnan
sær út í heim, og ikki bara til Danmarkar at fáa íblástur. Hetta fer uttan iva at verða við til at menna listina í Føroyum. Tað er gott at síggja, at man roynir at stuðla gávuríkum ungum listarfólkum. Tað [...] onnur. Men tað nyttar einki at ganga runt og hava gron. Eg haldi ikki, at tað skal ikki ganga út yvir onnur, at eg ikki eri glaður. Um tú gongur runt við gron, endar tað altíð við at ganga útyvir teg sjálvan [...] Tey ungu sleppa at skapa okkurt ístaðin fyri at sita niðri og verða lærd. Hetta kann verða sera gevandi fyri samfelagið. Tí um listin sleppur at menna seg, so vinna vit øll. Tá eg byrjaði at mála, vóru tað
mannin. Uppaftur færri dugdu at siga, hvussu hann mundi fara at roynast, ella hvørji sjónarmið mundu fara at eyðkenna virksemi hansara, men hesi og øll onnur lærdu skjótt, at sermerkið hjá tí nývalda pávanum [...] út fyri at góðtaka nakra roynd at demokratisera leiðsluna. Tey bæði seinastu árini vóru tað fleiri, sum hildu, at pávin átti at leggja frá sær, áðrenn hann bleiv so veikur av Parkinsonssjúkuni, at hann var [...] ráðgevin hjá Reagan, Richard Allen, segði: ? Eydnast tað at skaka tað polska stýrið og at fáa tað frá, fer tað at elva til eina bylgju, sum fer at floyma út yvir eitt nú Ukraina, Balkan, Estland, Letland
blóman svarar, at tað bara eru sjey fólk og at man aldrin kann vita, hvar tey eru, tí tey hava ongar røtur. Hesi brotini úr bókini vísa á vandan við trongskygni. Trongsýni kann føra til, at eins hugburður [...] lívi. Hann hitti ein brennivínsmann, sum drakk brennivín fyri at gloyma, at hann var forskammaður. Brennivínsmaðurin var forskammaður yvir at drekka brennivín. Á eini gongustjørnu búði ein handilsmaður, [...] Menniskja er ikki feilfrít, tí hava vit rætt til at seta spurningar. Sum barn er man ikki vorðin blindur av "hvussu verðin eigur at vera" og man dugir at njóta lívið á ein annan og reinari hátt enn tað
býður honum at fáa starv sum húsavørður. Men tá ið tann meira gløggi og at sær komni Mick kemur upp í leikin, fellur Davis fyri tí freisting at svíkja sín fyrsta vælgerara. Aston hevur avdúkað, at hann einaferð [...] yvirlutan. Tá ið tað samstundis verður greitt, at hjúnalagið millum Ruth og Teddy stendur fyri falli, at tann hálv-intellektuelli Lenny livir av at vera alfonsur, og at eisini Ruth hevur eina ivasama fortíð, klárnar [...] við, m.a. at sáttmáli verður skrivaður, og at hon fær eina íbúð við trimum kømrum, baðirúmi og arbeiðskonu. Henda gongd kann tykjast lítið sannlík, men lesarin eigur at hava í huga, bæði at tað umhvørvið
trúgva, at hetta menniskja megnar at síggja teg við kærleiksfullum eygum. Tá hetta hendir, byrjar tú at trúgva, at vit menniskju grundleggjandi eru samstarvshugaðir skapningar – at tú ert nóg góður, og at kærleikans [...] Sjálvgleði er at trúgva upp á, at tú hevur týdning fyri onnur, og at onnur hava týdning fyri teg. Men, sjálvgleði er eitt ókvæmisorð, sjálvt um tað at vera nøgdur við seg sjálvan er neyðugt fyri at kunna møta [...] fólk koma at føla seg enn meira miseydnað og avbygd. - Tað er bara ein útvegur, sigur Lars J. Sørensen, og tað er at trúgva, at tað menniskja finst í veruleikanum, sum dámar teg, og at tú torir at trúgva
Ivaleyst hevur hann hildið, at Danmark – sum prædikar um talufrælsi í muslimskum londum – sjálvt fór at liva upp til egin krøv. Men hesin raski, ungi demokraturin fekk aðra bók at lesa í. Hann bleiv álopin [...] tí so ymisk vit eru, eru eisini okkara hjørtu. Og tað er ikki yvir at dylja, at tann skering á hesi fløgu, sum undirritaði oftast fer at venda aftur til, er “Sorg”, ein gomul donsk vísa, frystandi vøkur [...] Johnny Cash hava sungið. Og tað er undranarvert, at tað ber til at endurgeva ein tekst, sum í grundini er religiøsur, á so blúgvan og óuppgjørdan hátt, at ein og hvør kann gera tekstsins orð til síni: Nu
dag í dag dugi eg ikki at skilja, at eg skuldi fáa pumpuna at rigga. Fyri mær stendur hetta sum eitt undur. - Eg minnist satt at siga ikki, hvat eg gjørdi, men havi ta trúgv, at Gud var við mær, eisini [...] arbeitt við hesi bókini hetta seinasta árið. Dávur situr í eini sofu, ílatin hvíta skjúrtu, álvarsamur á at líta. Hann er bert upptikin av tí eina, - at siga søgu sína fyri Sveini, hvørs arbeiði var at endurgeva [...] landi, burturi og heima. Tað roynir hann so at siga við søgu sínari, og tað er ikki at taka seg aftur í, at tað hevur eydnast honum til fulnar. Tað stendur ikki á, at greiða frá lívssøgu sínari. - Eg veit ikki