Menningin sum listarmaður hevur verið sum hjá pinkubarninum, sum lærir at ganga, stig fyri stig, smá stig, sigur Amariel Norðoy, ið gerst 60 ár sunnudagin. Í sambandi við føðingardagin sýnir Amariel fram í Galleri Focus. Hann kallar framsýningina Útróðrarbørn, og hetta er ein framsýning, ið lýtur aftur eftir.
Amariel greiðir frá, at hetta at halda 60 ára føðingardagin hevur fingið hann at hyggja aftur eftir, og hetta sæðst á myndunum. Útróðrarbáturin Norðan er aftur sentralur í myndunum. Myndirnar byggja á upplivingarnar í barnaárunum. Familjan hjá Amariel og fimm aðrar familjur livdu av útróðrarbátinum Norðan og samanhaldið millum familjurnar var sera sterkt. Báturin gjørdist tað, ið heimurin hjá teimum snaraði um, hetta merkti barndómin nógv. Hesin útróðrarbáturin, ið Lias í Rættará bygdi í 1919, hevur eisini merkt alla listarligu lívsleiðina hjá Amariel, og hevur verið í myndum hjá honum øll árini, hann hevur virkað sum listarmaður..
Altíð í góðum lag
Amariel Norðoy ber orð fyri, at hann ongantíð er súrur, og fyri at vera smílandi og vinarligur altíð. Eg spurdi Amariel, um hann ongantíð er í ringum lag? Sjálvandi havi eg ringar dagar akkurát sum øll onnur. Men tað nyttar einki at ganga runt og hava gron. Eg haldi ikki, at tað skal ikki ganga út yvir onnur, at eg ikki eri glaður. Um tú gongur runt við gron, endar tað altíð við at ganga útyvir teg sjálvan í síðsta enda. Tí royni eg ikki, at lata ringt lag stýra mær.
Eg havi onkuntíð havt okkurt tíðarskeið har eitt sindur tunglyndi hevur merkt meg. Men tá havi eg roynt at brúkt hetta í skapanini. Tað er gott at brúka tað í listini, men viktigt, at man ikki letur tað gerast ov ringt. Eg havi eisini nógvar og góðar vinir, ið eru har, um eg gerist tunglyntur. Tí gerst tað ongantíð heilt galið. Eg eri ikki tann typan sum sker oyra av sær.
Nógv listarverk kunnu verða heilt ræðuliga myrk og døpur, uttan at talan er um ein dapran ella tunglyntan listarmann. Hygg t.d., at Ingálvi av Reyni. Hann hevur nakrar forferdiliga myrkar málningar, men sum persónur lovsyngur hann av gleði. Ein maður fortaldi mær einaferð at listarfólk eru snedigar verður, men spurningurin er, um tað snediga er viðføtt ella pátikið, sigur Amariel.
Livir av at mála
Amariel telist millum best umtóktu føroysku listarfólkini. Men hann sigur seg ikki selja so nógvar málningar alíkavæl. Jú, gamaní fyrr noyddist eg at smíða við síðuna av. Hetta er ikki neyðugt, nú fái eg livað av at mála.
Fyrstu árini vildi eg ikki selja mína list. Eg vildi ikki missa málningarnar. Men sum tíðin leið gjørdist tað lættari, og við árunum hevur hetta givið mær nógva gleði. Fólk siga mær frá, hvussu glað tey eru um onkran málning, um at tey hava arvað okkurt, sum eg havi málað, ella aðrar tílíkar søgur. Tær eru fløvandi, og eg fái nógv gleði burturúr hesum.
Eg sjólívið valdi
Amariel valdi sum flest allir aðrir ungir menn tá í tíðini sjólívið. Hann fór til skips 1960, tað gjørdust tó bara tvey ár umborð. Sjóverkið var so ringt, at longu í 1961 var ungi maðurin aftur í landi. Hann hugsaði, at um hann ikki kundi vera umborð á einum skipi, so mátti hann smíða skip, og fór í læru hjá Kjølbro sum skipasmiður. Í 1966 royndi hann aftur at fara til skips. Men sama skil, sjóverkið var aftur so ringt, at har var ikki hugsingur um at verða umborð, longu tá motorurin varð tendraður, kom sjóverkið snýkjandi.
Á listarskúla
Hann ætlaði sær tí at læra til skipsinginør og fór til Danmarkar, men hetta gjørdist av ongum, tí áðrenn hann kom so langt var hann sloppin inn á listaskúla í Keypmannahavn. Hann læs fyrst málningalist, síðan grafikk og at endans um at arbeiða við at prýða rúm og veggir.
Útróðrarbáturin
Jógvan Isaksen skrivar um Amariel: Motivini ganga aftur: Klaksvík, Vestara Vág og deksbáturin sjálvandi.[ ...] húsaskjøldrarnar, fuglarnar og sirkulrørslurnar. Á tann hátt eru evnini ikki nýggj, men líkasum ein rithøvundur í stóran mun skrivar somu bók umaftur og umaftur, so málar listamálarin í høvuðsheitum tann sama málningin. Roynir at arbeiða seg longri og longri inn í myndina, roynir at lokka nýggj brigdi fram, meðan evnið bara í einstøkum føri hevur nakað at týða. Størsta leiklutin hevur uttan iva ljósið, meðan formur og skap koma í aðru røð.
Hetta váttar Amariel eisini fyri okkum, hann sigur at arbeiðið við útróðrarbátinum, hevur broytt seg stig fyri stig hesið árini, og hann heldur, at hann hevur ment seg sum listarmann: Á onkran hátt sigli eg víðari við bátinum, sigur hann.
Enn úti í frinsunum
Eg haldi, at mítt lív sum listarmaður kann samanberast við eitt stórt teppi. Eg arbeiði meg inn eftir, men enn eri eg bara í frinsunum. So nógv er eftir, um lív og heilsa loyva mær. Eg havi øll árini, ið eg havi virka sum listarmaðurin, roynt at samla mær íblástur ymsa staðni. Eg havi lisið nógv, hugt nógv og ferðast nógv. Hetta er viktigt fyri listarfólk. Síðan kann man royna at finna sín egna stíl. Eg royni enn, at fáa mær íblástur og havi júst fingið eitt stipendiði til at vera í Rom í desember í ár. Eg skal búgva í Det skandinaviske hus. Rom skal vera mín basa, so fari eg at ferðast í umhvørvinum kring Rom og samla mær íblástur.
Listin er í menning
Nógv føroysk listarfólk innan fyri nógvar ymiskar listargreinar leita sær út í heim, og ikki bara til Danmarkar at fáa íblástur. Hetta fer uttan iva at verða við til at menna listina í Føroyum. Tað er gott at síggja, at man roynir at stuðla gávuríkum ungum listarfólkum. Tað eru ordiliga nógv gávurík listarfólk, og tey eiga at verða stuðlaði. Vit hoyra í heilum um, at t.d. tónleikarar fara til Amerika, Kanada, Bretland og Ísland, hetta gleðir meg.
Eg eri greiður yvir, at talan er bæði um veruliga gávurík ung listarfólk og fólk, sum gjarna vilja royna okkurt uttan veruliga at hava gávurnar.Men tey eiga øll at verða stuðlaði og at fáa herðaklapp, tí um evnini ikki eru til staðar, so skulu tey nokk verða soldaði frá av sær sjálvum.
Eg havi luttikið í frálæruni á listarbreytum í framhaldsdeildunum í fólkaskúlanum. Hetta er eitt dømið um nakað, sum er øgiliga postitivt. Tey ungu sleppa at skapa okkurt, ístaðin fyri at sita niðrið og verða lærd. Hetta kann verða sera gevandi fyri samfelagið. Tí um listin sleppur at menna seg, so vinna vit øll.
Tá eg byrjaði at mála, vóru tað nógv, sum bóðu meg heldur fara at byggja skip, ella kanska mála skip. Men eg fekk eisini nógvan stuðul frá nógvum fólki, og uttan henda stuðul, hevði eg ikki havt megnað at gjørt málningalist til mína lívsleið. Tað er viktigt at royna at byggja upp, og ikki bróta niður, tá tað snýr seg um ung listarfólk.