Tann sanna søgan um lívið á dekkinum

94 ára gamli Dávur Davidsen í Tjørnuvík hevur gjørt tað, sum fá onnur hava gjørt: Hann hevur sagt frá einum parti av lívi sínum í nýútkomnari bók. Men so nógv er eftir at siga frá, at næsta bókin longu er í umbúna. Hon kemur væntandi út næsta ár.

Tjørnuvík: - Enn tann dag í dag dugi eg ikki at skilja, at eg skuldi fáa pumpuna at rigga. Fyri mær stendur hetta sum eitt undur.
- Eg minnist satt at siga ikki, hvat eg gjørdi, men havi ta trúgv, at Gud var við mær, eisini her.
Dávur Davidsen situr hugsunarsamur og lurtar eftir sær sjálvum. Vit eru til tíðindafund, har bókin við lívssøgu hansara verður løgd fram fyri almenningin.
Høvundurin er í ferð við at geva okkum eitt lítið innlit í, hvussu hann er komin fram til hesa sjáldsomu og sera spennandi bókina um 94 ára gamla tjørnuvíkingin.
Á einum stórskíggja vísir hann okkum brot úr einari av mongum samrøðum, hann hevur havt við høvuðspersónin, meðan teir hava arbeitt við hesi bókini hetta seinasta árið.
Dávur situr í eini sofu, ílatin hvíta skjúrtu, álvarsamur á at líta. Hann er bert upptikin av tí eina, - at siga søgu sína fyri Sveini, hvørs arbeiði var at endurgeva alt hetta.
Vit síggja ymisk brot burtur úr hesum samrøðum, og tað er ikki frítt, at hetta nertir við og engasjerar høvuðspersónin. Hann er við eisini í hesum arbeiðinum.
- Hmm, hmm, kemur frá honum viðhvørt, tá álvarsom evni verða tikin fram. Hann vil við hesum vísa, at hann ikki er komin sovandi til nakað, men hevur stríðst fyri seg á sjógvi og landi, burturi og heima.
Tað roynir hann so at siga við søgu sínari, og tað er ikki at taka seg aftur í, at tað hevur eydnast honum til fulnar. Tað stendur ikki á, at greiða frá lívssøgu sínari.
- Eg veit ikki. Beinini, tey orka ikki tað sama sum áður. Og eyguni er ikki heldur tey somu, sum tá eg var yngri.
- Men høvdinum, - høvdinum bilar einki. Her er nógv eftir, sum eg bara má sleppa at siga frá, sigur Dávur.
Bókin, sum kom út í farnu viku er 240 blaðsíður til støddar og hevur hópin av myndum við.

Heppin endurgeving
Tað var ikki hissini uppgáva, sum Sveinur Ísheim Tummasson átók sær: At skula skriva lívssøguna hjá einum 94 ára gomlum tjørnuvíkingi.
Í sjálvum sær var uppgávan sera takksom, tí høvuðspersónurin sjálvur er væl skorin fyri tungubandið og dugdi meistarliga væl at siga frá lívi sínum.
Tann stóra avbjóðingin og royndin var at kunna endurgeva hetta í skrivt, - at kunna greiða frá lívinum hjá Dávuri í eini bók, eins livandi og hann sjálvur hevur greitt frá tí fyri høvundanum.
Úrslitið av hesum forvitnisliga samstarvinum fyriliggur nú í bókini "Dávur í Tjørnuvík", sum kom út í farnu viku. Hóast heimbygdin er lítil, og ein skuldi kanska væntað, at tað bert vóru fólk hagani, sum høvdu áhuga í bókini, so er tað ikki rætt.
Fólk hava havt møguleika at tekna seg fyri bókini langt áðrenn hon kom út. Og sum skilst er áhugin fyri henni sera stórur.
Høvuðspersónurin hevur longu verið nógvastaðni kring landið og greitt frá lívi sínum. Í farnu viku var hann bæði í Havn, Suðuroy og leygardagin við eitt stórt tiltak í Klaksvík.
So líkt er til, at fólk kring landið hava tikið - og fara at taka  hesa bókina til sín. Og tey hava meiri í væntu!
- Her er so nógv tilfar til, at vit í roynd og veru er komin í helvt við næstu bókini, upplýsti Sveinur Tummasson á tíðindafundi í farnu viku, tá bókin varð løgd fram.

Vitan og vísdómur
Ein skal ikki hava lisið leingi í bókini fyrrenn ein kemur til ta sannføring, at her er ein maður sum veruliga hevur nakað uppá hjarta og nakað, sum hann ynskir at eftirtíðin skal fáa kunnleika um.
Í tíðini áðrenn sjónvarp og útvarp gjørdust hvørs mans ogn, vóru løturnar har fólk komu saman at siga søgur ein partur av gerandisdegnum. Í dag eru stundur neyvan til slíkt.
Men Dávur er eitt "produkt" av síni samtíð, og hóast sín høga aldur, so liggur sera ræðið fyri hjá honum at greiða frá lívi sínum heilt frá barnsbeini av.
Bókin byrjar tí eisini við at fara beinleiðis til endamálið: "Eg var føddur 16. avugst 1911. Tað eru 94 ár síðani".
Hesin kunsturin at siga frá søgum  og lívssøgum  er við at detta burtur her á landi. Men hetta samstarvið millum Dávur og Svein er ein roynd at bjarga í land aftur nakað av tí, sum annars vildi farið fyri skeyti. Tí kemur ein slík bók út í kanska 12. tíma. Vónandi kann hon verða øðrum til eggjan og hug at gera tað sama.
Mong eru tey, sum eru í somu støðu sum Dávur: Tey hava eina søgu at bera fram munnliga. Spurningurin er bara, um ikki nógvar av hesum søgunum, vísdóminum og lívsvitanini fara við hesum fólkunum, tí eingin var at festa hetta á blað ella bond.
Í hesi bókini hevur Dávur sett sær fyri at siga sína søgu fyrst og fremst. Men tá ein sigur sína egnu søgu, so sigur ein samstundis søguna hjá so mongum øðrum. Og bókin er tí eisini ein søga um, hvussu føroyingar hava barst fyri at byggja upp eitt framkomið nútíðarsamfelag. Hetta var mangan hart og knossut, men altíð sigraði lívsviljin á ómegdini.
Tað er henda bókin eisini eitt fullgott prógv um.

- Eg óttaðist einki
Tey seinnu árini eru komnar út í hópatali av bókum, sum greiða frá søgu føroyinga á sjógvi og landi, - og teimum korum sum forfedrar okkara livdu undir.
Dávur fegnast eisini um hesar bøkur, men í hesi bókini hevur hann kortini eitt annað mál og sikti: Nú skal sannleikin fram um lívið á landi og sjógvi.
Ikki tí, hinar bøkurnar bera als ikki rangan vitnisburð, men Dávur ynskir við bók síni at siga frá tí lívinum, sum maðurin á dekkinum hevði. Ja, hvussu ein sjómaður  ikki skipari ella reiðari, men ein sjómaður - upplivdi tíðina við útróðrarbátum og deyðsiglarum, í stilli og tá hann ikki væntaði at bera boð aftur í bý.
Besta dømið um hetta er hendingin á Kappanum fyri júst 70 árum síðani. Dávur var í september mánaði 1935 staddur í ringum sjógvi umborð á Coraliu, og har var alt sum talaði fyri, at skipið skuldi fáa somu lagnu sum Blithsomu, sum teir fylgdust við á heimleið í herviligum ódnarveðri.
Hesari hending hava aðrir somuleiðis greitt frá, men eingin annar enn Dávur kann fortelja søguna, soleiðis sum hann upplivdi hana, har hann stóð undiroystur í sjógvi á dekkinum, samstundis sum hann og hinir umborð gjørdu alt fyri at bjarga allari manningini umborð av Blithsome.
"Tað var altíð sagt, at eg var vónarleysur, tí eg óttaðist einki. Men eg var ongantíð bangin umborð á Coraliu, tó at støðan var so ring, ja, sum ikki hugsast kann. Tá tú hevur verið úti fyri nógvum vási, tá venist tú við tað at vera í vandastøðu. Men bangin var eg ongantíð, eg hevði meiri at gera enn so; men eg roknaði ikki við at síggja Føroyar aftur", greiðir hann frá í bókini.
- Hetta var ein ein verri túrur. Eg dró sjálvur annar allar menninar frá Blithsome yvir á Coraliu. Tilsamans mundi henda bjargingin taka 4 1/2 tíma, so tú kanst ætla at her stóð nógv á, sigur Dávur.

Grundin og poengið
Tað hevur verið eitt hestaarbeiði hjá høvundanum at savna alt hetta tilfarið um Dávur saman.
Eitt er at Dávur er ein meistari at greiða frá. Hitt er, at søgan spennir yvir eitt so langt tíðarskeið - heili 94 ár.
Í hesum fyrsta bindinum verður søgan frá føðidegi hansara og fram til 1937 søgd, men nógv annað spennandi liggur og bíðar til næstu bókina.
Trupulleikin  ella avbjóðingin  hjá Sveini hevur verið at halda fast við innihaldið í frásøgnini.
Nógv av tí frásagda byrjar í hesi fyrstu bókini, og endar síðani í øðrum bindi.
- Ja, ein kann siga, at grundin til nógvar av hendingunum í lívinum hjá Dávuri byrja í fyrstu bókini, meðan sjálvt poengið fyrst kemur í næstu bókini, sigur Sveinur.
Fólk kunnu longu nú byrja at gleða seg til ta seinnu bókina. Teir eru í roynd og veru longu farnir undir hana.
Gongst sum ætlað kemur hon út næsta ár, tá Dávur verður 95 ár.