Eftir Hanus Kamban
Ert tú staddur í London, og verður tú móður av bríkslandi fartelefonum ella vappandi mappuprinsum, so far tær niður í dýpisins katakombur og lat tokið føra teg eftir Central Line til støðina Bethnal Green í East End.
Fert tú út her, og gongur tú tær í ein norðan, kemur tú til eitt umráði so ruðuleikakent, órøkt og troystarleyst, at tú næstan verður væl til passar. Bygningar, um at detta, við blindum vindeygum og morknandi múrsteinum, urtagarðar avvaksnir við hømilium og rótfrekum dáa, skeivar brýr og stinkandi kanalir gálva ímóti tær í hesi oyðimørk, ið fyri tað kundi verið droymd av Poe, Victor Hugo ella H.P. Lovecraft.
Tá ið tú hevur gingið í ein slakan tíma, kemur tú, ikki langt frá har áin Lea fer streymandi makliga á síni leið móti Themsánni, til eina gøtu, sum ber navnið Thistlewaite Road. Her er vert at steðga á. Tí í einum av múrsteinshúsunum í hesi gøtu, neyvari sagt nr. 19, vaks í tríatiárunum í farnu øld upp ein drongur, sum bar navnið Harold Pinter. Og fyri trimum vikum síðani varð kunngjørt úr Stockholm, at hesin sami Pinter hevði fingið nobelvirðislønina í bókmentum.
BECKETT OG KAFKA
Harold Pinter er av jødiskari ætt. Hansara forfedrar og formøður, við eftirnøvnum sum Pinter og Moskowitz, komu til London, úr Póllandi og Odessa, um aldarskiftið fyrra og megnaðu at skapa sær eina útkomu sum skraddarar og klædnahandlarar. Pinter, sum var føddur í 1930, vaks upp í Hackney, kom frá ungum árum at kenna ta antisemitismu, sum tá livdi við sítt fríska lív í hesum arbeiðarabýlingi, styrknaði í hesum harðføra umhvørvi og lærdi at svara aftur, um hann varð álopin.
Pinter tók studentsprógv í 1948 á Hackney Downs Grammar School. Hesin unglingi, sum heimanífrá í skjáttuni hevði við sær áhuga fyri list, las dúgliga og varð tíðliga hugtikin av høvundum sum T.S. Eliot, Dostojevskij, Rimbaud, Beckett og Kafka. Hann legði seg serliga eftir at dyrka modernismuna og loypti hvøkk á foreldrini, tá ið hann fimtan ára gamal ognaði sær eitt eintak av skaldsøguni Ulysses eftir James Joyce.
Men hansara høvuðsáhugi var sjónleikur. Eftir lokið studentsprógv livdi hann av at vera sjónleikari og var við í ferðandi sjónleikarbólkum, sum førdu fram bæði í Írlandi og ymsastaðni í Onglandi. Líkasum Shakespeare lærdi Pinter soleiðis kunstin at skriva leikrit við í mong ár sjálvur at standa á pallinum, bera replikkirnar fram og síggja og sjálvur uppliva, hvørt høvundsins dramatiska gonguverk stóð, ella ikki stóð, sína roynd.
HØVUÐSVERKINI
Pinter hevur latið úr hondum stuttsøgur, yrkingar og politiskar viðmerkingar. Men hann er fyrst og fremst sjónleikahøvundur, og hann hevur loyst úr lagdi tilsamans o.u. 30 leikrit. Hansara mest kendu leikir - sum av teimum flestu verða hildnir at vera hansara høvuðsverk - eru The Birthday Party (Føðingardagsveitslan), 1958, The Caretaker (Húsavørðurin), 1960 og The Homecoming (Heimkoman), 1964. Seinni komu tveir aðrir høvuðsleikir: Old Times (Gamlir dagar), 1971 og No Man´s Land (Ongamannaland), 1975.
Men eisini seinni leikir, eitt nú Ashes to Ashes, 1996, og politiskir leikir sum One For The Road, 1984 og Mountain Language (Fjallamál), 1988, hava vakt ans. Pinter hevur eisini skrivað ein hóp av filmsleikritum, sum øll bera dám av hansara úrlíka kræsna og virtuosa replikkhegni. Dømir um hetta eru filmir sum The Servant (Tænarin), eftir skaldsøgu hjá Robin Maugham, The Go-Between (Sendiboðið) eftir skaldsøgu hjá L.P. Hartley, The French Lieutenant´s Woman (høvundur: John Fowles) og Rættarmálið eftir meistaraverkið hjá Kafka.
STOKKUT VIST Í HIMMIRÍKI
Við leikinum Húsavørðurin var greitt, at nú hoyrdist ein rødd á enskum leikpallum, sum bæði áskoðarar og ummælarar áttu at geva gætur. Høvuðspersónurin í hesum leiki, Davis, er eitt gamalt, lurvut landastrok, sum eina stutta tíð fær innivist í einum rúmi í einum húsum í Vesturlondon, har brøðurnir Mick og Aston halda til. Tann góðvarni, seini og lítið vitugi Aston vísir hesum fremmanda beinasemi og býður honum at fáa starv sum húsavørður.
Men tá ið tann meira gløggi og at sær komni Mick kemur upp í leikin, fellur Davis fyri tí freisting at svíkja sín fyrsta vælgerara. Aston hevur avdúkað, at hann einaferð hevur fingið elektrosjokk og er skaddur av hesi viðgerð, og Davis brúkar hesa vitan til at fáa fyrimunir hjá Mick. Hetta kostar honum hansara einasta møguleika at koma burtur úr síni oyðimørk. Tá ið leikurin endar, er hann aftur úti á gøtuni - heimleysur.
Húsavørðurin er uttaná ein neyvt naturalistiskur leikur við eyðkendum London-dámi, sum sæst m.a. bæði av staðanøvnum og orðalagi. Men hóast høvundurin ikki, ella næstan ikki, brúkar ímyndir, er leikurin samstundis metafora, eitt bílæt av einum ævinligum menniskjansligum drama. Á gáttini til endan á sínum andaliga og handaliga troystarloysi letur Davis seg føra av leið av teirri vælkendu freistingarrødd, sum grikkar róptu hubris, og noyðist at rinda fyri hetta.
Tá ið undirritaði einaferð var so heppin at síggja henda leikin framførdan, við fyrimyndarligum hegni, í London, tað mundi vera mitt í sjeytiárunum, var tann uppliving, ein fekk, týðiliga bíbilsk. Hetta var einki minni enn sjálvt syndafallið, framført í ónossligum og vesælum stórbýarhami, við Mick sum Várharra og Davis sum Ádam.
SAMANSTÚGVAÐIR MENN
Tá ið tann næsti høvuðsleikurin hjá Pinter - Heimkoman - varð frumsýndur í London í 1964, høvdu tíðarinnar leikstjórar sett nýggja dagsskrá í kvøldlandinum. The Beatles og Bob Dylan dagaðu á pallinum, Marcuse, Watts og Paul Goodman gjørdu vart við seg, úr Kalifornia seyraði angin av zen, og í Fraklandi og USA høvdu lesarar langt síðani vant seg við orðalagið hjá Jean Genet og Henry Miller.
Kortini megnaði Pinter við hesum leiki at skelka bæði hyggjarar og ummælarar. Vit eru stødd í einum húsum í Norðurlondon. Her búgva Max, sum er slaktari og einkjumaður, synir hansara Joey og Lenny, og beiggi hansara Sam, sum koyrir hýruvogn. Joey, sum droymir um at gera brøgd sum nevaleikari, er nakað av einum drumbi, Lenny er hinvegin bæði gløggur og skarpur, við eini tungu, sum bæði kann vera slokt, fúl og órein. Hvat hesin garpur ger, vita vit ikki enn.
Inn í hetta umhvørvi, har orðalagið er bonskt og kvettut, og kenslan av mannligari klaustrofobi rom, koma eitt kvøldið seint tvey fólk: Teddy og kona hansara Ruth. Tað vísir seg, at Teddy er tann triði sonurin hjá Maxi. Hann býr nú við sínum húski í Kalifornia, har hann undirvísir í heimspeki. Hjúnini hava verið eina ferð í Italia og vilja nú á heimvegnum støkka inn á gólvið í faðirlonini.
KVINNAN SUM VERULEIKI - ELLA DREYMUR
Tann vakra, eleganta og sexuta Ruth verður skjótt miðdepil í hesum mannliga trongrúmi, har óndskapur og ónøktaður gessur seyra úr hvørjari rivu. Ein orðadráttur tekur seg upp millum Ruth og Lenny, har Ruth sum einki er við yvirlutan. Tá ið tað samstundis verður greitt, at hjúnalagið millum Ruth og Teddy stendur fyri falli, at tann hálv-intellektuelli Lenny livir av at vera alfonsur, og at eisini Ruth hevur eina ivasama fortíð, klárnar fyri hyggjaranum.
Ruth stendur nú í boði at velja burtur úr hesum skara av áhugaverdum heiðursmonnum. Hon velur Joey, sum hon fær í lag eitt samband við, ið er av greidliga holdligum slag. Seinni í leikinum skjýtur Lenny upp, at hon kann fáa starv hjá familjuni sum yrkis-gleðigenta. Ruth tekur av, men leggur samstundis treytir við, m.a. at sáttmáli verður skrivaður, og at hon fær eina íbúð við trimum kømrum, baðirúmi og arbeiðskonu.
Henda gongd kann tykjast lítið sannlík, men lesarin eigur at hava í huga, bæði at tað umhvørvið, høvundurin her lýsir, er meira ógagnsasligt og kriminelt, enn tað tykist, og at leikirnir hjá Pinter altíð virka á ymiskum hjallum samstundis, á veruleikans, dreymsins ella metaforunnar stigi í senn.
Ruth, sum er lýst við neyvum strikum, kann samstundis vera dreymahugmynd ella persónsgerð í einum rúmi, har ein ødipalur uppreistur fer fram. Onkur ummælari hevur enntá hildið leikin verið feministiskan. Ruth fer við síggjandi eygum inn í eina tilveru sum yrkisprostituerað, men tað er hon, sum setir treytirnar, og tað er hon, sum við sínum viti, síni viljastyrki og síni tungusnild vinnur á Lenny.
HERFERÐ MÓTI STAKMENNINUM
Tann triði høvuðsleikurin hjá Pinter, Føðingardagsveitslan, sum varð frumsýndur í 1958, men ikki fekk viðurkenning fyrr enn nøkur ár seinni, varð umrøddur og ummældur í Sosialinum tann 11. juni í ár. Evnið í hesum leiki er individualisma ella tað, sum Heðin Brú einaferð rópti at vera sær. Samstundis lýsir skaldið við hesum bæði eksistentiella og politiska leiki nútíðar yvirgang.
Í sekvensum, sum kunnu fáa blóðið á áskoðaranum at stirðna ella hár hansara rísna sum tindar á einum igulkeri, vísir Pinter okkum í hesum leiki, hvussu eitt menniskja, sum er stakmenni ella konformitetsrýmingur, verður "viðgjørt" av tveimum andaligum terroristum. Ávirkanin frá Kafka er týðilig, og eins og Jósef K verður Stanley, eftir tógvið stríð, við undirlutan. So løgið tað kann ljóða er samstundis ikki sørt av komikki í hesum svarta og ræðuliga leiki. Í sínum ummæli av leikinum tók kritikarin Harold Hobson soleiðis til í Sunday Times:
Okkurt er í tíni fortíð - sama ger hvat - sum fer at fáa teg aftur. Hóast tú rýmir út í heimsins fjarastu avkrókar og krógvar teg í tí ókendasta høli í tí mest burturgloymda býi, so er ein dagin møguleiki fyri, at tveir menn fara at koma. Teir fara at leita eftir tær, og tú sleppir ikki burtur. Og onkur fer eisini at leita eftir teimum. Ræðsla er allastaðni.
PINTER OG USA
Tá ið hjúnalagið hjá Harold Pinter í 1975 syndraðist, og hann kastaði saman við rithøvundinum Antoniu Fraser (sum hann seinni giftist við), tók eisini eitt nýtt kapittul við í hansara tilveru sum skapandi listamaður. Antonia Fraser er søgufrøðingur og hevur skrivað ein hóp av drúgvum dygdarverkum um m.a. Mariu Stewart, Cromwell, Karl II og Mariu Antoinette. Við tað at hon, sum vitiligt er, eisini hevur politiskt forvitni, var hon við til at menna tann politiska áhuga, sum síðani hevur sett sín dám á greinskrivaran Pinter og á partar av hansara ritverki.
Pinter hevur serstakliga lagt seg eftir at tala og skriva ímóti píning, og hann hevur gjøgnum felagsskapin PEN virkað fyri at fáa m.a. fongslaðar rithøvundar í totaliterum londum, eitt nú í Afrika, latnar leysar. Hann hevur, kanska serliga í leikinum One For The Road, lýst, hvussu eitt blóðugt, eirindaleyst einaræði kúgar, pínir og eyðmýkir tann einstaka, í hesum føri ein lítlan drong og foreldur hansara.
Hóast Pinter í hesum leiki eins væl kann sipa til Ceausescu sum til Pinochet, hevur hann serliga lagt seg eftir at avdúka tann yvirgang, sum USA, beinleiðis ella óbeinleiðis, fremur í heiminum. Eitt nú er eingin ivi um, at leikurin Mountain Language sipar til tann blóðuga yvirgangin, sum Turkaland, stuðlað av USA, framdi móti kurdum, og serliga viðger royndirnar at beina fyri tí kurdiska málinum. Tað tænir Pinteri til heiður, at hann, sum umboð fyri nettupp tað hættisliga og oyðandi ensk-amerikanska málumráðið, tekur evnið málmorð upp í einum av leikum sínum.
Sjálvur taki eg ikki undir við tí, sum tað tykist, at kalla treytaleysu pasifismu, sum Pinter tykist at umboða. Sum m.a. svenski rithøvundurin Knut Ahnlund hevur víst á, tykist heldur ikki alt, sum Pinter ger ella sigur, klókt ella væl umhugsað. Hetta hevur havt við sær, at røddir m.a. á høgravonginum í hesum tíðum ikki bara mótmæla avgerðini hjá nobelnevndini í Stockholm, men eisini seta spurnartekin við Pinter sum skald.
TOTALITARISMA Í HAMFERÐ
Fyri okkum, sum minnast veðurlagið í heiminum fyri einum mansaldri síðani, upplivist hetta sum totaliter hugsan í hamferð. Líkasum Sovjetsamveldið tá, fyri mongum andsmennum, stóð sum ein lýtaleys glæstrimynd, hevur USA í dag fyri mongum eygleiðarum og fjølmiðlafólkum imperiala tign. Og líkasum tann politiski veruleikin tá aldi eitt ættarlið av ósjálvstøðugum eltibløðrum, hevur USA-imperiið skapt eitt nýtt ættarlið av muum og pápugoyum, sum býttliga og spurningsleyst bara endurtaka tann tóma retorikkin hjá eitt nú tí amerikanska nýafturhaldinum.
Listin er fræls og stendur yvir tilvildarligum og altíð ófullkomnum politiskum valdi. Men okkara nýggju krossfararar vilja aftur binda listina niður, endavenda tignarstiganum og gera hana til træl hjá tí ráðandi politisku hugmyndafrøðini.
At Pinter hugsar sjálvstøðugt og m.a. loyvir sær at tala keisaranum ímóti, tola nútíðar høvuðleysu USA-fjepparar ikki. Tann danski blaðmaðurin Martin Krasnik er enntá so óskettin at nevna (í Weekendavisen 14.-20. okt.), at trúarfelagar Pinters kanska hava brúk fyri sálarviðgerð. Ein minnist í hesum viðfangi tíðina, tá ið sovjetskir frávíkjarar vóru tvingsilsviðgjørdir á sinnissjúkrahúsum ella, sum Andrej Sakharov (ein annar nobelvinnari), skýrdir svakir. Er tað kanska tann vegin, vit ætla okkum?
Vinur er hann, ið vomm sær, plagdu føringar at siga. Hugtakið antiamerikanisma tykist, sum tað mangan verður brúkt í dag, líka so býttligt og infantilt, sum hugtakið antisovjetisma tóktist fyri fjøruti árum síðani. Teir sonnu USA-vinirnir eru kanska í roynd og veru andsmenni sum Pinter og Chomsky, Chalmers Johnson ella tann gamli vísi John Kenneth Galbraith.
LE FRISSON NOIR
Men latið okkum til seinast venda aftur til avrikið hjá Harold Pinter. Tá ið franska skaldið Charles Baudelaire hevði yrkt yrkingina "Teir sjey gomlu menninir" (Les sept vieillards), sendi hann tekstin til vinmann sín Victor Hugo, sum skrivaði aftur: "Tú hevur skapt ein nýggjan skjálvta" ("frisson nouveau").
Harold Pinter hevur skapt ein nýggjan skjálvta í enskum bókmentum, av serligum myrkum slag. Sum sjónleikahøvundur er hann ikki epikari, men heldur ein lýrikari, hvørs døkka og samstundis skemtfermda univers í hansara høvuðsleikum í fyrstuni er einraddað og greitt, men við tíðini verður alt meira polyfont, allegoriskt og torskilt. Dømi um hetta seinasta er leikurin No Man´s Land, sum tykist vera ein meditatión yvir aldurdómsins nærkan, við tilsipingum til Eliot og Virgil, har høvuðspersónurin, rithøvundurin Hirst, í einum limbo millum rørslu og stirðnan, lív og deyða at enda er við undirlutan og verður førdur inn í
Ongamannaland. Sum aldri vikast, sum aldri broytist, sum aldri verður eldri, men sum verður verandi um ævir, eitt ísland, tigandi.
Tað, sum fær áskoðaran at forvitnast ella ógvast við ella ræðast ella læa, tá hann sær leikirnar hjá Pinter, er ikki bara teirra tematikkur, men kanska meira - sum hetta brotið vísir - teirra formur: tað kvettuta, bonska, ónæriliga, hóttandi, angistarfylta og poetiska - og samstundis altíð neyva og musikalska - replikkkynstrið.
Veri hesi fáu og ófullkomnu orð ein kvøða til riddaran á tí gangara, ein hóskandi kundi rópt le théâtre noir. Hjartaliga tillukku.