Tann konservativi ferðamaðurin úr Krakow

Jóhannes Páll pávi Annar hevði eitt opið sinnalag, sum gjørdi hann væl umtóktan, men hansara støðufesti á ávísum økjum elvdi samstundis til klandur og spjaðing í katólsku kirkjuni víða um heimin

Tá polski kardinalurin Karol Wojtyla sum tann 265. í røðini bleiv valdur til páva tann 16. oktober í 1978, vóru tað fá uttan fyri leiðsluna í katólsku kirkjuni, sum vistu um mannin. Uppaftur færri dugdu at siga, hvussu hann mundi fara at roynast, ella hvørji sjónarmið mundu fara at eyðkenna virksemi hansara, men hesi og øll onnur lærdu skjótt, at sermerkið hjá tí nývalda pávanum var eitt støðufesri, sum er fáum øðrum unt. Hann fjaldi seg ikki fyri fjølmilunum og legði seg út í nógvar verðsligar spurningar, men aftan fyri alt lá trúgvin á tann ósvikaliga sannleikan.
Jóhannes Páll pávi Annar var kirkjuleiðari við øllum tí, sum tað ber í sær av umsiting, diplomatii og praktiskum politikki, men hann var fyrst og fremst tann stóri boðarin.
? Av sínum tíggju fingrum hevur Jáhannes Páll Annar brúkt teir níggju til at boða evangeliið við og ein til at stýra kirkjuni við. Hann er ein apostlapávi, og í hansara eygum er boðanin um Jesus Kristus grundarlagið undir øllum, skrivaði italska blaðið Corrieres della Sera, tá pávin hátíðarhelt sín 25. ára starvsdag í 2003.
Ungur trúgvadi
Karol Józef Wojtyla var føddur í polsku bygdini Wadowice nærhendis býnum Krakow í 1920. Pápi hansara var yvirmaður í polska herinum og royndi sum frægast at lívbjarga sær og sínum við teirri ússaligu lønini.
Longu sum smádrongur misti tann ungi Karol fleiri av sínum næstu, og tað gjørdi, at hann, sum var uppvaksin í terri kristnu trúnni, fekk serligan áhuga fyri líðing og deyða. Men hóast hann nýtti fleiri tímar hvønn einasta dag til at hugsa um hesar spurningar og til at biðja, var hann sera virkin bæði sum ítróttarmaður, sjónleikari og skald.
Tá hann nærkaðist teimum 20, fekk trúgvin av álvara fastatøkur á honum, og sum 22 ára gamal slapp hann á ein loyniligan prestaskúla. Um hetta mundið var Póland hersett, og nazistarnir høvdu sett prestaskúlunum forboð fyri at taka nýggjar lesandi. Men í 1946 var Karol liðugur við útbúgvingina og bleiv prestvígdur.
Sum prestur og seinni sum biskupur og kardinalur undir kommunistastýrinum hevði Karol Wojtyla einki samband við teir, sum sótu við valdið, men hann setti seg heldur ikki upp ímóti teimum og eggjaði heldur ikki øðrum til at gera tað. Tíðin var heldur ikki búgvin til tess, og eitt tílíkt stríð hevði ivaleyst verið nyttuleyst tá.
Legði á annan bógv
Tann 28. september í 1978 doyði Jóhannes Páll pávi Fyrsti brádliga eftir at hava sitið 33 dagar í pávastólinum. Tann 14. oktober vórðu kardinalarnir stongdir inni í Sixtinska Kapellinum at velja eftirmann hansara, og bara tveir dagar seinni boðaði tann hvíti roykurin úr skortsteininum á Vatikaninum frá, at ein nýggjur pávi var valdur.
Tá høvdu kardinalarnir atkvøtt fleiri ferðir, uttan at nakar teirra kundi fáa teir neyðugu tveir triðingarnar av atkvøðunum. Hetta komst av, at teir italsku kardinalarnir kundu ikki semjast, og so hendi tað, at erkabiskuppurin í Wien, kardinalurin Franz Kønig, fekk sínar starvsbrøður úr Fraklandi, Spania, USA, Týsklandi, Eysturríki, Niðurlondum og teimum miðevropeisku londunum at atkvøða fyri Karol Wojtyla. Franz Kønig hevði undan valinum mælt sínum starvsbrøðrum til at velja ein ungan páva og helst ein úr Miðevropa. Hann man hava rikið væl, tí aftan á bara tvær atkvøðugreiðslur fekk kardinalurin úr Krakow 99 av teimum 108 atkvøðunum.
Tað sigst, at aðalskrivarin í polska kommunistaflokkinum, Edward Gierek, stúrsaði við, tá hann frætti tíðindini um, hvør var vorðin pávi. Ivaleyst mundi hann gruna, hvat hetta hevði at týða, og tað vísti seg eisini, at pávavalið elvdi til eina átrúnaðarliga og tjóðskaparliga veking í Pólandi, og tað var als ikki til fyrimunar fyri tað kommunistiska stýrið í Warschawa. Bæði Jóhannes 23. og Páll 6. høvdu rikið eitt slag av einum semingspolitikki mótvegis stýrunum í Eysturevropa í meiri enn tjúgu ár, men tann nýggi pávin legði á annan bógv.
Tá hann í 1979 vitjaði heimlandið, gjørdi hann greitt, at kirkjuni nýttist ikki longur at dúva upp á sátt og semju við tað politiska stýrið. Nú hevði kirkjan bæði rætt og skyldu til at krevja virðing fyri mannarættindum, teimum kristnu virðunum og rætindunum hjá tí einstaka. Í røðu síni fyri 400.000 áhoyrarum á Sigurstorginum í Warschawa segði pávin millum annað:
? Jesus Kristus er og verður ein opin bók um menniskjað, tess virði og rættindi og um tjóðarinnar virði og rættindi.
Tað triðja stórveldið
Í eygum pávans umboðaði tann fullkomna materialisman hjá kommunismuni lygnina og myrkrið, og tað sera katólska Póland var tann náttúrligi vígvøllurin, har kreftirnar, sum vóru fyri ljósinum og sannleikanum, skuldu byrja stríðið. Hendan støðan kom amerikonsku forsetunum Jimmy Carter og Ronald Reagan væl við, og í veruleikanum var kirkjan teirra sterki sameindi og tað triðja stórveldið. Sum trygdarpolitiski ráðgevin hjá Reagan, Richard Allen, segði:
? Eydnast tað at skaka tað polska stýrið og at fáa tað frá, fer tað at elva til eina bylgju, sum fer at floyma út yvir eitt nú Ukraina, Balkan, Estland, Letland, Litava og Kekkoslovakia.
Jóhannes Páll pávi Annar lat seg kortini ikki taka av fótum. Hansara mál við samstarvinum við USA var at noyða tey kommunistisku stýrini til at viðurkenna kirkjuna, hennara og fólksins rættindi, men samstundis hevði hann ikki stóra virðing fyri teirri amerikonsku heimsmyndini ella teimum politisku málunum hjá amerikonsku leiðarunum.
Tí steðgaði hann heldur ikki á, tá tey kommunistisku stýrini og Berlinmúrurin vóru fallin, tí enn vóru fleiri fíggindar eftir. Vesturheimurin slapp heldur ikki undan pávans eygum, tí eftir hansara tykki var materialisman vestanfyri eins guðleys og ómenniskjalig og tann marxistiska.
Ferðamaðurin
Tí var eitt av málum pávans at endur-evangelisera Vesturheimin og annars tey lond, har tey andaligu virðini eftir hansara tykki høvdu verið noydd at dvína fyri teimum verðsligu.
Jóhannes Páll pávi Annar var tann fyrsti pávin í 450 ár, sum ikki var italiumaður. Tað var í sær sjálvum ein nýskapan, men hann skuldi eisini vísa seg at vera øðrvísi á hinir. Í nítiárunum var hann so virkin sum fáur á hansara aldri, og haðani fekk hann navnið "Guðs ítróttarmaður".
Hansara ferðir kring heimin hava givið honum serstøðu. Hann var javnan á ferð og vitjaði meiri enn hundrað lond, og sambært einari útrokning hjá BBC ferðaðist hann so langt, at tað rakk 27 ferðir kring Jørðina.
Allastaðni legði hann dent á nærleikan við tann einstaka og við fjøldina, og stundum komu hansara gomlu sjónleikaraevni undan kavi aftur. Eitt nú aftraði hann seg ikki við at lata seg í tjóðbúnan í teimum ymsu londunum, sum hann ferðaðist í, meðan sjónvarpstólini mólu. Tað hendi eisini meiri enn so, at pávahúgvan mátti víkja fyri onkrum sjáldsomum høvuðprýði.
Konservativur
Hóast eingin pávi hevur verið so væl umtóktur krin heimin sum Jóhannes Páll pávi Annar, so hevur hansara óvikiliga støðufestið í guðfrøðiligum, moralskum og kirkjupolitiskum spurningum elvt til klandur og stríð í tí katólska partinum av heiminum.
Ímillum hesar stríðsspurningarnar kunnu nevnast fyribyrging og fosturtøka, hansara mótvilji ímóti at geva kvinnunum størri ávirkan í kirkjulívinum og hansara áhaldandi stríð ímóti rættindunum hjá samkyndum. Hetta seinasta forðaði honum í at viðgera eitt evni sum AIDS. Innan ta katóslku kirkjuleiðsluna var hann eisini støðufastur, og hann sýtti bart út fyri at góðtaka nakra roynd at demokratisera leiðsluna.
Tey bæði seinastu árini vóru tað fleiri, sum hildu, at pávin átti at leggja frá sær, áðrenn hann bleiv so veikur av Parkinsonssjúkuni, at hann var ikki longur førur fyri at stýra kirkjuni. Men hann valdi at verða sitandi, og ta síðstu tíðina broytti hann sína egnu líðing til styrki við at bera hana sum ein kross og sum eitt tekin um pínuna hjá teirri líðandi mannaætini.
(Keldur: Berlingske Tidende/Dagsavisen)
?????
? Uttan hann hevði kommunisman ikki fallið. Í hvussu er hevði fallið verið seinkað nógv, og so hevði fallið verið blóðugt.
(Lech Walesa, fyrrv. polskur forseti)

? Tann katólska kirkjan hevur mist sín hirða, og heimurin hevur mist ein friðarstríðsmann. Vit fara altíð at minnast tann eyðmjúka, klóka og djarva prestin, sum gjørdist ein tann størsti moralski leiðarin í søguni.
(George W. Bush, forseti)

? Hann var vinur teirra fátæku. Uttan hansara luttøku hevði tiltakið at skarva av skuldini hjá teimum fátæku londunum ikki givið tað úrslit, sum tað gav.
(Bono, tónleikari og friðarmaður)

? Eg havi góð minni frá mínum fundum við pávan. Hann var ein klókur maður, sum var opin fyri orðaskifti. Hann eyðkendi eitt søguligt tíðarskeið.
(Vladimir Putin, forseti)

? Hann var ein maður og ein vinur, sum eg hevði stóra virðing fyri. Hansara roynir í Pólandi og mínar egnu gjørdu, at vit høvdu felags áhugamál.
(Dalai Lama, buddhistaleiðari úr Tibet)

? Hansara læra og vegleiðing var íblástur til allar katolikkar í heiminum.
(Desmond Tutu, biskuppur)