Talvsøga eftir Stefan Zweig útkomin á føroyskum!

Stiðin

Tann elsta bók, sum er prentað um Føroyar, er tann hjá Lukkas Debes

Longu í 1673 skrivar hann, at ein dagdvølja hjá føroyingum er at telva, og
at bæði kvinnur og menn duga hetta sera væl. Hetta hevði helst eingin sagt
Garry Kasparov frá tá hann var her, tí so hevði hann ikki verið so bilsin at
ein skúladrongur í Kollafirði vann á honum.

Fáir munnu framvegis teir føroyingar vera, sum ikki hava sitið við eitt
talvborð, og tí er tað ikki av tilvild, at tann søga, sum eysturríkarin
Stefan Zweig skrivaði um eina løgna talvhending hevur havt áhuga her á
landi.

Ein av teimum, sum hava hildið hesa søgu vera merkisverda, er Axel Tórgarð.
Honum dámdi hana so væl, at hann fór undir at týða hana og las hana upp í
útvarpinum, har hon vakti miklan ans. Nú hevur hann týtt hava enn eina ferð,
og er hon komin út hjá forlagnum Stiðjanum.

Henda bók kom upprunaliga út í 1943 eftir at høvundurin hevði tikið seg av
døgum, vónbrotin um ta lagnu sum fosturlandi hansara Eysturríki var fyri,
niðurhælað av bølmennunum hjá nasistunum.

Ímyndin av hesum harkaliðum er tann talvheimsmeistarin, sum hann her skapar
í hugaheimi sínum.

Tað er merkisvert at síggja hvussu nógv hesin líkist Bobby Fischer, sum varð
føddur sama ár sum søgan hjá Zweig kom út. Men tann sum spælir ímóti honum
líkist Bobby á tann hátt, at eins og Bobby gavst at spæla tá hann gjørdist
heimsmeistari, so kemur hesin ikki longur enn til at vinna eina ferð á
verandi heimsmeistara.

í hesi bók, so lítil hon enn er í vavi, speglast søgan í farnu øld. Her
síggja vit stríðið millum demokrati og totalismu, millum stór og smá lond
eins og tað millum mentanarloysi og ómentan.