Tann nýggja fløgan hjá Arne Würgler gevur mótleysum treysti og fagnar tí dýrabaru løtuni

Uppi á loftinum hjá okkum lá leingi ein gomul barnabók, slitin í lepar av at verða lisin upp í saman umaftur og umaftur. Ferðin til Tripiti æt hon, og har varð fortalt um gomul brákað leiku, sum á veg til sælunnar eldorado fáa síni mein ella sár grødd. Tey koma til eina strond, og hinumegin havið sæst oyggin Tripiti, við tornum og glampandi býarljósum. Sama kvøld, liggjandi undir heitum, reinum dýnum, vita tey, at nú eru tey komin heim. Henda søgan, í grundini ein paradís-myta, kann eisini sigast soleiðis:

 

Der er mørke skyer på himlen

Min vej er stejl og fuld av sten

Men bløde senge står og venter

Nu blir jeg fri for mine men

Nu går jeg hjem for at se min mor

Hun er der, når jeg kommer frem ...

 

Henda tekstin finna vit á fløg­uni En Hjertesag, sum í gjár­kvøldið datt inn um mína gátt, brosandi, bjartskygd og respektleys. Fløgunnar skapari er tann danski sangarin og yrkj­arin Arne Würgler, sum sæst uttan á húsanum við gittara á økslini, kanska á veg til býin Machen í Norðurtýsklandi at hitta vinmannin og musikaran Nils Tuxen, sum hevur ríkað verkið við tónum frá fimm ymiskum ljóðførum.

Sangurin, eg havi endurgivið part av omanfyri, er ein umyrking av tí kenda amerikanska andaliga fólkasanginum “Wayfaring Stranger”, sum m.a. Burl Ives, Joan Baez og Johnny Cash hava sungið. Og tað er undranarvert, at tað ber til at endurgeva ein tekst, sum í grundini er religiøsur, á so blúgvan og óuppgjørdan hátt, at ein og hvør kann gera tekstsins orð til síni:

 

Nu går jeg gennem perleporten

Vejen frem er pludselig nem

Nu går jeg til de kendte egne

Nu går jeg til mit kære hjem

 

Umsetingin undirstrikar eina av mongum dygdum við hesi útgávu, í hesum føri tað – sum mong hava vitað leingi – at tað musikalska og tematiska klaviaturið hjá sekstiáranna mótmælissangarum og barrikadudandarum er víðkað og ríkað til eisini at fata um tað persónliga og tað tilveruliga. Her gongur sjón fyri søgn, tí á En Hjertesag finna vit eggjandi sosialar tekstir, hvassar viðmerkingar, tíðleysar fólkavísur, umframt tekstir, har Danmark verður revsað eins væl og elskað. Eitt serligt pláss á fløguni eigur kærleikssangurin “Du er mit lille orgie”, kveiktur av tí eymleika, eitt gamalt fotografi kann vekja:

 

Du er mit lille orgie

Du sjoveste af børn

Indimellem fryser du

Som isens hvide bjørn

Du er mit lille orgie

Min glade nordenvind

Dine grågrå øjne gemmer

Dit varme vilde sind.

 

Føroyar eru ikki nakað Amalfi, vínrunnar spretta ikki í okkara reynum, og gullsand finna vit ikki í okkara áum. Men í hesum døgum síggja vit, at tær smáu, vindbardu villblómurnar, sum kaga fram í andglettin úr svørði ella eyri, eiga sterkari og sjáldsamari litir enn blomstur aðrastaðni. Og júst hetta – tann serliga, føroyska eksotisman - er evnið í “Du er mit lille orgie”, sum er ein kvøða til ta føroysku gentu, sum kom at fylgjast við Arna á tilveruferðini til – ja, hví ikki? - Tripiti.

Men á hesi fløgu er sanniliga, og tíbetur, eisini annað enn kær­leiki og eymleiki. Tann næst­seinasti sangurin á útgávuni er ein rapparatekstur, kveiktur av eini veruligari hending. Tá ið tað danska Kongaskipið í september í fjør skuldi koma til Ærøskøbing, stóð ein unglingi á bryggjuni við einum bannara við áskriftini Ned med monarkiet á. Ivaleyst hevur hann hildið, at Danmark – sum prædikar um talufrælsi í muslimskum londum – sjálvt fór at liva upp til egin krøv. Men hesin raski, ungi demokraturin fekk aðra bók at lesa í. Hann bleiv álopin av fýra løgreglumonnum, og

 

En pressede et knæ mod det

nederste af min ryg

En anden trak mine arme op i ryk

Med hænder i håndjern gør det

virkeligt ondt

Men at blive arresteret skal vel

ikke være sundt ...

 

Tað er at fegnast um, at onkur tekur talufrælsið í álvara, og ikki minst her í Føroyum – har snobbanna fylgi tykist størri nú enn nakrantíð fyrr – er tað vælgerandi at hoyra ein tekst sum “Ytringsfri”, har gjørt verður vart við, at tað lekur so tað munar millum teori og praksis.

Men latið okkum venda aftur til Føroya. Arne hevur ferðast nógv henda vegin og hildið konsertir, fyrstu ferð í seinnu helvt av sjeytiárunum saman við sínum vinmanni og medsangara Benny Holst. Hann hevur eisini hildið skeið fyri føroyskum sangarum, sangskrivarum og tónleikarum. Ikki minst áhugavert við hansara nýggju fløgu er, at hann hevur valt at geva Martini Joensen eitt heiðurspláss á henni. Hetta er ikki at undrast á, tí Martin Joensen er ein av okkara mest áhuga­verdu yrkjarum og laga­smiðum. Yrkingin, Arne hevur valt, er tann meditativt-sorgblíða “Jeg vil gemme dig” (á føroyskum “Lat meg goyma teg”, av fløgu frá 2006 við sama heiti):

 

Giv mig penne, jeg vil tegne

Lad mig få det hele med

Lad mig gemme dine skygger

Før du ta´r afsted

Lokke lyset fra dit hår

Fange øjnes drømmedyb ...

 

Ein ikki ókend siðvenja í donskum skaldskapi, sum eitt nú bæði Jeppe Aakjær, Piet Hein og Halfdan Rasmussen umboða, er kynstrið at klæða álvarsemið í eitt lætt, fyndugt og stuttligt plagg, uttan at tað fyri tað missir nakað av síni vekt. At Arne dugir henda kunstin - antipatetiskan patos, kunnu vit kanska rópa tað – vísir hann í tí originala “Lille Marie flyv op”, sum á sín hátt er ein viðmerking til tað nýggja stættastríðið, hvørs avleiðingar í fyrstu syftu lond sum Ísland og USA hava smakkað, og sum vísti sítt óhugnaliga og náði­leysa andlit í nett somu løtu, sum okkara framskygdi javn­að­ar­oddviti Jóannes Eidesgaard boðaði frá, at nú var tað tikið av dagsskránni:

 

Lille Marie lille Marie flyv op

Lille Marie lille Marie flyv op

Spekulanternes champagne

Smager af prop

Lille Marie lille Marie

Flyv op

 

Og í næsta ørindi er myndin víðk­að, so hon hevur fingið kosmiskan vong:

 

Vi har kun denne klode

I galaksen

Pas godt på mælkevejen

Lille Marie

Marolle

Walk the line

 

Øll verk, sum nakar dugur er í, hava okkurt serligt rúm ella umráði, sum talar til hjartað hjá tí einstaka, og í slíkum førum hevur ivaleyst tann subjektiva tilgongdin týdning, tí so ymisk vit eru, eru eisini okkara hjørtu. Og tað er ikki yvir at dylja, at tann skering á hesi fløgu, sum undirritaði oftast fer at venda aftur til, er “Sorg”, ein gomul donsk vísa, frystandi vøkur, sum Arne syngur í lýtaleysum áralag við ta beinraknu aðru røddina hjá Sine Bach Rüttel, meðan mandolinin hjá Nils Tuxen leggur sína virtuost leikandi tolking aftrat. Bæði tekstur, lag, framførsla og sangarans sublimt nøtrandi klanglitur fáa lurtaran at spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til, at tann – sum tað tykist – upphavsleysa, anonýma fólkavísan best av øllum megnar at skapa grípandi, tíðleysa melankoli. Beint nú veit eg bara um ein tekst, sum (um enn hann er daprari) hevur sama tóna sum “Sorg”, og tað er yrkingin “Donal Og”, eisini hon skapt av ókendum skaldi, sum Lady Augusta Gregory týddi úr írskum:

 

You have taken the east from me;

you have taken the west from me;

you have taken what is before me and what is behind me;

you have taken the moon, you have taken the sun from me

and my fear is great that you have taken God from me!

 

“Sorg” endurgevur, við vísunnar rímborna sniði og myndum, ið næstan sipa til altargang, ein stemning av sama slagi:

 

Der skænket blev for mig

To underfulde skåle

Den ene fyldt med vin

Den anden fyldt med tårer

Men tåren drak jeg ud

Mens vinen den står klar

Den er for dig beredt

Som mig bedraget har

 

Yvir En Hjertesag er ferð, dýna­mikkur, fjølbroytni og kensluligt avlop. Tann lýriski dámur, sum er yvir mongum av tekstunum, fær eitt hóskandi mótspæl frá tí ofta heldur stramma og neyva sangháttinum. Av persónum, sum hava givið einstøkum sang­um íblástur, kann ein nevna tann týska rithøvundin og kabarettyrkjaran Erich Kästner, Johnny Cash og Barack Obama forseta, sum, heldur Arne, iva­leyst – tað slepst ikki undan - fer at skapa vónbrot, men kortini hevur tendrað eina vónarkertu. Sjálvur hevur Arne, umframt sangin, gittarspæl um hendur. Sine Bach Rüttel leggur sína rødd aftrat summum framførslum. Nils Tuxen syngur og leikar gittara, drobro, mandolin, banjo og bass. Fotomyndin á húsanum er eftir Tobias Plass. Teimum báðum klassisku tekstunum “Drøm om et sted” og “Det er nu” ber Jesper Jensen kannuna av.

Og allir hesir streingir - lýr­isk­ir, musikalskir, vokalir og foto­grafiskir – taka hendur saman til at kveikja áræði, seta rættvísi aftur á dagsskránna, geva teim­um mótleysu treysti og fagna tí dýrabaru løtuni:

 

Avanti popolo

Og Bella ciao

Slut med junglelovs

Tsunamihav

The times they are a changing

Drømmer vi i dag

Vores liv ku´ blive

En hjertesag

 

Arne Würgler: En Hjertesag. Indspillet af Nils Tuxen. Mixet af Nils Tuxen og Arne Würgler. Mastereret af Jan Eliasson. Fotos Tobias Plass. CD Artwork Maiken Ingvordsen. Fløgan fæst í føroyskum musikkhandlum.