sína skyldu í grannauppgerðini móti Kyndli. Leiðslan hjá bláa høvuðsstaðarfelagið var – burtursæð frá einu løtu í seinna hálvleiki – ongantíð hótt, og sigurin var fult uppiborin. Men tað hevði ikki stórvegis [...] Hansson 2, Karl Odmar Rasmussen 1 Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 11, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 3, Bárður Johannesen 2, Hans Arni Thomsen 2, Torvald Abrahamsen 1 Brotskøst: Neistin 2, Kyndil
Heiðabáturin stevndi einsamallur á mál, og tað gekk rúm tíð, áðrenn Árnfirðingur var komin fram. Einar tvær, um ikki tríggjar bátslongdir vóru á muni. Í fyrra róðrinum fóru Heiðabáturin og Árnfirðingurin [...] frammanfyri Árnfirðing. Tí ivaðust vit ongantíð, tá tað bleiv til umróður, greiddi Bjarki Danielsen frá. Tað var heldur eingin ivi, tá samlaða støðan í 8-mannaførum skuldi gerast upp. Heiðabáturin var greiður
meta um útlitini. Her hava teir mangan sagt frá, hvussu nógv hýsa er og skal vera í føroyskum farvatni, og hvussu lítið av toski er her. - Besta tíð til hýsu er frá oktober og fram ímóti mars mánaði. Men heilt [...] seinasta samdøgrið. Nú er ikki frítt, at Bjarni er blivin eitt sindur ótolin. Ótolin eftir at kunna loysa frá bryggju aftur. Seinnapartin mikudagin var hann farin oman í útróðrarbát sín, Norðfarið sum liggur við [...] roynt og roynt, men úrslitið hevur verið so sum so. 100 krónuseðlar Síðani í januar hevur hann drigið einar 650 stampar og hevur fingið 35 tons íalt, meginparturin toskur. Hetta hevur aftur aftur eini 50 kilo
at spýggisjúkan og búkilskan, sum fólk hava drigist við í seinastuni, kann stava frá drekkivatninum. Vit ringdu til einar fimm av kommunulæknunum, men tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa orð á nøkrum teirra
Kári P. Højgaard, sum næstu seks mánaðirnar fær landsstýrismanna- og løgtingsmannaløn, tilsamans einar 90.000 krónur um mánaðin. Tann skal í framtíðini ikki bera til, sigur løgmaður. - Ja, tað verður við [...] skal ikki fáa dupulta løn, tá viðkomandi tekur sæti aftur á løgtingi. ... FAKTA: Høvuðstilmælini frá arbeiðsbólkinum: Lønartalvan hjá tænastumonnum landsins skal framvegis vera støði undir lønarsamsýningini [...] munin upp til ásettu samsýningina Verandi eftirlønarskipan verður broytt, soleiðis at farið verður frá verandi skipan til eina skipan, har landið rindar 15% av lønarsamsýningini hjá landsstýrisfólkum í
sjálvandi eisini partur av fáu føroysku álopunum, og var millum annað við í samanspælinum, tá innlegg frá Jákupi á Borg kundi gjørst heilt vandamikið fyri sveisararnar. 10. Uni Arge, HB 34/7 Mundi eins og [...] og Helgi stutta tíð á vøllinum, og kann tí illa metast. Sýndi tó beinanvegin góðar taktir, tá hann einar tvær ferðir bjóðaði av móti Henchoz, og í øllum førum var tað væl dámt av áskoðarunum, at ungi HB
Frásøgurættindi - Tað kemur ikki upp á tal, at ÍSF ger ein sáttmála um rættindi at siga frá føroyskum ítrótti, uttan at FSF er við. Somikið avgjørdur er Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, nú tað er komið [...] vinna sær inntøkur av ymsum slag. Og avtalan við Tipstænastuna inniber, at vit fáa eina inntøku upp á einar seks mió kr. um árið. Teimum pengunum hava vit so sanniliga brúk fyri, og eg vóni ikki, at nakar fær
Havn, sum skipaðu fyri stevnuni. Vegna fyrireikararnar beyð Herluf Gaard Joensen vælkomin og greiddi frá stevnuni. Almennu setanini stóð Heðin Mortensen, formaður í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri. Eisini [...] Eftir sjálva setanina, sum var einasta almenna tiltakið á stevnuni, varð tikið saman á Vaglinum, har einar tvær stuttar vísur vórðu tiknar. Tá tiltakið á Vaglinum var av, varð farið niðan í Býráðssalin, har [...] har framløga var av nýggjari bók um føroyska dans, sum Árni Dahl hevur lagt til rættis eftir áheitan frá landsnfelag dansifelagana, Sláið Ring. Umrøða av hesum tiltakinum er aðrastaðni í blaðnum. Eftir setanina
hvørgin teirra verið tøk seinastu samdøgnini, nú vit eru í vetrartíð. Edvard Bjarnason upplýsti, at í einar 14-16 dagar tilsamans í ár hevur eingin tyrla verið tøk til bjargingaruppgávur. - Um nakað hendir [...] segði leiðarin á MRCC Tórshavn. Landsstýrismaðurin, sum varðar av hesi tænastu, ið landsstýri keypir frá Atlantsflogi, sigur, at tá nýggjur fyribils sáttmáli varð gjørdur um hesar stívliga 36 miljónir krónurnar [...] umsitir hesa tænastu. - Vit fara at hyggja upp á sáttmálan, og so noyðist landsstýrið at fáa avsláttur frá Atlantsflogi fyri ta tíð, vit onga tænastu hava havt, men ein slík støða kann slett ikki góðtakast
skuldu spælast hálvfinalur í steypakappingini. Við hesum kundi venjarin í tíðarskeiðnum frá hósdag til sunnudag sæð einar tríggjar dystir, har møgulig evni til landsliðið kundi fingið skoðsmál, umframt at hann [...] nú, at hann kemur til Føroya. - Vit greiddu honum frá, at hann hevði møguleika at síggja tríggjar dystir, um so var, at hann var her í tíðarskeiðnum frá 12. til 16. juni, men hetta lá so ikki fyri hjá honum [...] honum. - Henrik Larsen hevur eisini boðað frá, at hann rrá 20. juni og komandi tríggjar vikurnar verður í summarfrí, so væntandi kemur hann fyri fyrstu ferð á vitjan, tá B36 antin 17. ella 24. juli skal