Frásøgurættindi
- Tað kemur ikki upp á tal, at ÍSF ger ein sáttmála um rættindi at siga frá føroyskum ítrótti, uttan at FSF er við.
Somikið avgjørdur er Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, nú tað er komið fram, at Fótbóltssambandið í løtuni ikki hevur hug at ganga undir kollektivu avtaluna um ítróttarfrásagnir við Kringvarpið, sum nú skal endurnýggjast.
Í blaðnum í gjár førdi Jógvav Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, fram, at um FSF ikki vildi vera við í samráðingunum, so var tað teirra mál. Og at Kringvarpið framvegis er í samráðingum við ÍSF um rættindini til at senda. Ein støða, sum Heðin Mortensen á ongan hátt er samdur í.
- Eg kann bara siga tað soleiðis, at tá ÍSF fer til samráðingarnar, so verður tað sum ein maður. Enn er okkara samráðingarupplegg ikki endaliga liðugt, men hetta kemur fyri á stjórnarfundi í september mánaði, og tá hesin er av, vita vit nágreinuliga, hvørji krøv verða sett, og um ella hvar vit kunnu slaka í hesum, sigur hann.
Greið krøv um rættindi
Støðan hjá júst FSF er íkomin, tí Kringvarpið ikki vil nýta heiti á sponsorum, tá teir viðgera ítróttarhendingar. Nakað sum hevur havt við sær, at eitt nú Formula-deildin bara eitur BestaDeildin í Út- og Sjónvarpinum.
Spurdur, hvørt krøvini, sum ÍSF fer at seta í eini komandi avtalu, eisini koma at innibera navnarættindi til deildirnar, sigur Heðin, at tað fær hann enn ikki svarað fyri.
- Nú mugu vit sjálvandi fyrst fáa samansjóva uppleggið til sáttmálan, men tað er sjálvandi væl hugsandi, at hetta verður ein partur hesum. Og í øllum førum má eg siga, at eg ikki rættiliga skilji hasa mótstøðuna, tá tey samstundis for glatt vekk siga bæði SAS-liga og Landsbankadeild og annað.
- Annars kann eg leggja afturat, at tað ikki so øgiliga nógv eru pengarnir, sum eru knúturin í samráðingunum. Hyggur tú bara at upphæddini, so kanst tú kanska siga, at ítrótturin selir seg bíliga, men hjá okkum snýr tað seg minst líka nógv um rættindi. Ikki minst á tann hátt, at vit vilja hava breiddina í ítróttini fram, soleiðis at eisini smærru ítróttargreinarnar hava krav upp á profilering.
- Og í hesum er tað sjálvsagt, at vit á ongan hátt kunnu lata partarnar fara í hvør sína ætt í sjálvdrátti. Vit mugu standa sum ein maður innan ítróttina, og tað ætla vit eisini at gera í hesum føri.
Men um at síggja til fastlæsta støðan ikki verður loyst. Er alternativið so, at eingin ítróttur verður í Út- ella Sjónvarpinum?
- Antin tað, ella at aðrar rásir møguliga koma inn. Fyri okkum hevur tað týdning, at ítrótturin verður profileraður. Um rásin so eitur ÚF, Rás2, Lindin ella okkurt heilt annað er ikki tað, sum hevur størsta týdningin, staðfestir hann.
Kundu samstarvað um veddingaravtaluna
Ein partur av frágreiðingini hjá Jógvani Jespersen í málinum um sponsor-nøvn var eisini, at ÍSF í síni tíð fekk donsku Tipstænastuna inn á føroyska marknaðin. Ein støða, sum hevur máað av inntøkugrundarlagnum hjá stovninum, og sum við hansara orðum »var ein støða, sum vit mugu fyrihalda okkum til«
Men júst hendan partin tykist Heðin Mortensen ikki hava nakran serligan hug at gera viðmerkingar til.
- Eg kann bara siga, at ítrótturin eins og øll onnur roynir at vinna sær inntøkur av ymsum slag. Og avtalan við Tipstænastuna inniber, at vit fáa eina inntøku upp á einar seks mió kr. um árið. Teimum pengunum hava vit so sanniliga brúk fyri, og eg vóni ikki, at nakar fær ilt av tí.
- Og annars kann eg upplýsa, at vit í síni tíð tosaðu við bæði Út- og Sjónvarp um samstarsvmøguleikar í hesum, men tí var so ikki áhugi fyri, sigur Heðin.










