Í umróðrinum millum 8-mannaførini var eingin ivi. Heiðabáturin stevndi einsamallur á mál, og tað gekk rúm tíð, áðrenn Árnfirðingur var komin fram. Einar tvær, um ikki tríggjar bátslongdir vóru á muni. Í fyrra róðrinum fóru Heiðabáturin og Árnfirðingurin annars stavn um stavn á mál. Tí var neyðugt við umróðri.
– Vit hildu, at vit høvdu eina hálva bátslongd at geva av, men so tagdi róðursmaður okkara, og tá hevur tað verið ógvuliga javnt, metti Bjarki Danielsen, sum rør við Heiðabátinum. Men hóast javnt í fyrstu royndini, stúrdu teir í gula bátinum ongantíð, tá rógvast skuldi umaftur.
– Á longru teinum hava vit sæð, at vit orka nógv betri og á 1500 metra teinunum eru vit eisini tað frammanfyri Árnfirðing. Tí ivaðust vit ongantíð, tá tað bleiv til umróður, greiddi Bjarki Danielsen frá.
Tað var heldur eingin ivi, tá samlaða støðan í 8-mannaførum skuldi gerast upp. Heiðabáturin var greiður vinnari við 49 stigum, tíggju stig aftur til nummar tvey.
Ólavsøkutíðin:
1 Heiðabáturin 04:07.12
2 Árnfirðingur 04:07.13
3 Argjabáturin 04:10.09
4 Kvívíkingur 04:16.09
5 Knørrur 04:24.17
Støðan:
1 Heiðabáturin (FM) 49
2 Árnfirðingur 39
3 Argjabáturin 38
4 Kvívíkingur 28
5 Knørrur 12
6 Miðvingur 3
Myndatekstur:
Fleiri umborð á Heiðabátinum vóru við at manna Sølmund í fjør, og higani hava teir royndir við umróðrum. Tað hjálpti á ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang










