leikaraummæli
1. Jákup Mikkelsen, Herfølge BK
20 landsdystir/0 mál
Tað man vera sjáldan, at føroyski landsliðsmálverjin hevur somikið lítið at gera, sum Jákup hevði leygardagin. Í veruleikanum var talan bert um hin eina málmøguleikan, og málverjin fekk einki gjørt við sveisiska málið. Tóktist annars tryggur, tá bóltar vórðu sendir innfyri, og røkti sostatt sína skyldu.
2. Óli Johannesen, Hvidovre IF
51/1
Undan dystinum var stórt ivamál, hvørt føroyski landsliðsliðskiparin fór at verða klárur til dystin. Hetta tóktist tó ikki at nerva liðskiparan á nakran hátt. Var sera tryggur í verjupartinum, har hann eisini tóktist at stýra enn meira, enn hann vanliga ger. Fekk tó eitt býttisligt gult kort, sum hevur við sær, at hann ikki verður tøkur til dystin móti jugoslavum.
3. Johan Byrial Hansen, OB
3/0
Eftir at hava ferðast inn og út av liðnum, fekk John aftur møguleikan hesa ferð, og hann sýndist so avgjøt sum eitt skilagott alternativ í verjupartinum. Fekk fatur á nógvum, og skilti seg aloftast skilagott av við bóltin. Var minsta ivamál varð sent langt frameftir, og soleiðis eigur eisini at vera.
4. Jákup á Borg, B36
13/0
Eftir frálíka avrikið í Russlandi, varð Jákup tikin framum Allan Mørkøre, og aftur hesa ferð prógvaði hann, at hann helst er rætti arvtakarin til plássið. Arbeiddi sera nógv bæði fram- og aftureftir, men hevði tó ávísar plaseringstrupulleikar í verjupartinum, tó at hesir ikki kostaðu nakrar málmøguleikar til mótpartin. Var eisini upphavið til størsta føroyska málmøguleikan.
5. Hans Fróði Hansen, B68
18/1
Var eins og verjufelagarnir sera tryggur at kalla allan dystin. Vann sum vanligt alt í luftini, og slapp aloftast eisini væl av við bóltin. Hevði tó til tíðir onkur heldur óneyðug fríspørk, og skal eitt nú vera fegin um, at hann ikki fekk gult kort fyri at takla niður í hælsinurnar á Alexander Frei tíðliga í dystinum. Var ein náttúrlig hóttan við deyðbóltsstøðum, og var tí einu ferðina sera nær við at beina bóltin í netið.
6. Øssur Hansen, B68
45/2
Helt eins og vanligt til á vinstra vongverjasessinum, og við stóru rutinu síni røkti hann hetta uttan stórvegis trupulleikar. Var tryggur í verjupartinum, men var eisini við í nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti frameftir vøllinum. Millum annað eitt vandamikið frísparksinnlegg, sum bert var sentimetrar ov høgt til skallan á Hans Fróða.
7. Fróði Benjaminsen, B68
10/0
Eins og við Jákup á Borg valdi Allan Simonsen at halda fast um Fróða Benjaminsen eftir góðu avrikini á seinastu landsliðsferðini. Fróði livdi eisini partvíst upp til álitið. Hann arbeiddi sera hart, og fekk eisini fatur í einari ørgrynnu av bóltum. Var tó ikki altíð líka skilagóður í avspælinum, men tað telur avgjørt upp eftir, at hann taldist millum leikararnar, sum veruliga tordu at royna nakað.
8. Julian Johnsson, Sogndal IL
39/1
Stríðsmaðurin á føroyska miðvøllinum var kanska ikki heilt so sjónligur hesaferð, sum hann oftani hevur verið á landsliðnum. Hetta komst tó í stóran mun av taktiskum bindingum, og hóast tað neyvan hevur verið ætlanin, so var tað stórt spell, at vit sóu alt ov lítið til hansara vælkendu »commando-raids« niðan eftir vøllinum. Vann tó eins og vant eitt hav av bóltum, so hansara partur lá ikki á nakran hátt eftir.
9. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
4/1
Aftur ein av ungu monnunum, sum tóku møguleikan á várferðini hjá landsliðnum. Helt Kurt Mørkøre á beinkinum, men fekk ongantíð veruliga sannført á sama hátt sum í Luksemburg og Russlandi. Við tað at áleypararnir høvdu lítið at arbeiða við, leitaði Christian Høgni ofta langt aftur á vøllin, har hann onkuntíð sást hjálpa til niðri við egnan brotsteig. Var tó sjálvandi eisini partur av fáu føroysku álopunum, og var millum annað við í samanspælinum, tá innlegg frá Jákupi á Borg kundi gjørst heilt vandamikið fyri sveisararnar.
10. Uni Arge, HB
34/7
Mundi eins og Christian Høgni kenna seg sera einsamalln í longum løtum av dystinum. Tá talan í somikið stóran mun gerst um kontraspæl, fæst ikki full nytta burtur úr evnunum hjá Una, men hann var tó onkun tíð um at koma til møguleikar, tá hann rann kapp við verjuna hjá mótstøðuni. Tóktist tó at vera nakað tungur, sum dysturin leið, og útskiftingin tóktist eisini at verða pura náttúrlig.
11. John Petersen, B36
32/3
Eftir at hann endaði rímuliga illa í landsliðsárinum í fjør, hevur John veruliga reist seg aftur í vár. Taldist millum leikararnar, sum veruliga tordu nakað við bóltinum, og hóast alt ikki eydnaðist, so er neyðugt við slíkum leikarum, um liðið skal skapa nakað frameftir. Var um reppið at spæla Una Arge leysan í fyrra hálvleiki, men heldur ikki ta ferðina spurdist nakar veruligur málmøguleiki burturúr.
17. Helgi L. Petersen, NSÍ
1/0
Slapp at royna seg seinastu løtuna á vøllinum, men skotbráðið var alt ov stutt til at geva nakra veruliga meting.
18. Jón Rói Jacobsen, HB
1/0
Var eins og Helgi stutta tíð á vøllinum, og kann tí illa metast. Sýndi tó beinanvegin góðar taktir, tá hann einar tvær ferðir bjóðaði av móti Henchoz, og í øllum førum var tað væl dámt av áskoðarunum, at ungi HB leikarin kom á vøllin.