Landsliðsvenjari
Spenningur var stórur, tá FSF fyri góðum mánaði síðani kundi avdúka, at Henrik Larsen varð settur í starv sum nýggjur landsliðsvenjari.
Fatanirnar um starvssetanina vóru sum vera man ymiskar, men hvussu var og ikki, so var spenningurin um hetta framvegis stórur.
Tað vóru fleiri, sum funnust at, at nýggi venjarin ikki kundi koma í starvið fyrr enn 1. juli, tá sáttmáli hansar við Ølstykke rann út, men har var tó ein møguleiki fyri, at venjarin kortini kundi koma til Føroyar áðrenn hetta.
Tað var nevnliga so, at nevndin í Ølstykke hevði góðtikið, at um so var, at Ølstykke tryggjaði sær uppflyting áðrenn seinasta leikdag, so vildu teir leysgeva venjaran, og tí mundi lagið í FSF-húsinum ikki vera heilt av leið, tá Henrik Larsen og hansara menn fyri tveimum vikum síðani vissaðu sær sessin í 1. deild. Nú var »Stóri« leysur, soleiðis at hann kundi fara undir nýggja yrkið. Tað var so í øllum førum tað, sum roknað varð við.
Farin í feriu
Vanliga fatanin millum manna var helst, at nú nýggi venjarin var leysur av fyrrverandi starvinum, mundi hann alt fyri eitt fara at kunna seg um umstøðurnar, sum hann skal virka undir komandi árini. Eitt nú við at hyggja at dystum, hitta hjálparvenjaran á máli og kanska eisini fáa ein fund við føroysku venjararnar, soleiðis sum Allan Simonsen plagdi at gera.
Eitt upplagt høvi til hetta mundi vera farna vikan, har tað umframt dystirnar í landskappingini eisini skuldu spælast hálvfinalur í steypakappingini. Við hesum kundi venjarin í tíðarskeiðnum frá hósdag til sunnudag sæð einar tríggjar dystir, har møgulig evni til landsliðið kundi fingið skoðsmál, umframt at hann eisini kundi kunnað seg við aðrar umstøður her hjá okkum.
Høvdu fólk roknað við hesum, so eru tey tó vónbrotin í dag. Tí enn hevur eingin landsliðsvenjari verið at sæð nakra staðni.
Vit royndu mánadagin at fregnast á skrivstovuni hjá FSF, fyri at vita, hvørt landsliðsvenjarin ikki ætlaði sær upp hesumegin summarfrítíðina. Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, sigur um hetta, at teir hava verið í samband við Henrik Larsen, eftir at uppflytingin varð tryggjað, men at tað so ikki verður her og nú, at hann kemur til Føroya.
- Vit greiddu honum frá, at hann hevði møguleika at síggja tríggjar dystir, um so var, at hann var her í tíðarskeiðnum frá 12. til 16. juni, men hetta lá so ikki fyri hjá honum.
- Henrik Larsen hevur eisini boðað frá, at hann rrá 20. juni og komandi tríggjar vikurnar verður í summarfrí, so væntandi kemur hann fyri fyrstu ferð á vitjan, tá B36 antin 17. ella 24. juli skal spæla í europeisku kappingini fyri meistarar, umframt at hann eisini hevur møguleika at síggja finaluna um Løgmanssteypið, áðrenn seinna kappingarhálva byrjar, sigur Ísak Mikladal.
Óheppið
Tað er sum kunnugt bert ein mánaður síðani, at nýggi venjarin varð settur í starvið, og tí er kanska nakað tíðliga at gera nakra niðurstøðu um, hvussu hetta fer at hepnast.
Men tað er eingin loyna, at eitt av størstu kritik-punktunum, sum Allan Simonsen fekk frá fólkum í føroysku fótbóltsheiminum, var, at hann var ov sjáldan í Føroyum, og tískil hevði alt ov fáar møguleikar at kunna seg um venjingarstøðuna hjá landsliðsleikarunum og møguliga eisini at kunna seg um nýggj landsliðsevni.
Við setanini av Henrik Larsen varð ført fram, at nýggi venjarin væntandi fór at vera meira í Føroyum, og tískil má tað metast sum verandi rættiliga óheppið, at hann ikki tykist sýna stórvegis áhuga fyri føroysku kappingini. Ikki minst tá hann verður burturstaddur frá 20. juni at rokna, og tí ikki hevur møguleika at hyggja at teimum báðum seinastu umførunum undan steðginum.
Fyrsta uppgávan hjá Henrik Larsen í sessinum sum føroyskur landsliðsvenjari verður annars 21. august,tá Føroyar skulu spæla móti Liktenstein. 7. september kemur Skotland á vitjan og í døgunum 10. og 16. oktober spælir føroyska landsliðið á útivølli móti ávíkavist Litava og Skotlandi.
Við starvssetanini segði Henrik Larsen, at Føroyar í øllum førum skulu hava eins nógv stig, sum vit fingu seinast (sjey), og skal hetta halda, er í øllum førum neyðugt at vera so væl fyrireikaður, sum til ber.










