Í tveir dagar hevur eingin tyrla verið tøk hjá Atlantsflogi til møguligar bjargingaruppgávur.
Hetta upplýsti Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC Tórshavn fyri Degi & Viku í kvøld.
Atlantsflog fær stívliga 36 miljónir krónur úr landskassanum fyri altíð at hava tyrlu tøka til til bjargingaruppgávur, men hóast Atlantsflog eigur tvær tyrlur, hevur hvørgin teirra verið tøk seinastu samdøgnini, nú vit eru í vetrartíð.
Edvard Bjarnason upplýsti, at í einar 14-16 dagar tilsamans í ár hevur eingin tyrla verið tøk til bjargingaruppgávur.
- Um nakað hendir undir slíkum umstøðum, noyðast vit at fara eftir tí næst besta, sum helst er ein skjóttgangandi bátur. Hendir ein vanlukka nú, er eingin tyrla tøk, segði leiðarin á MRCC Tórshavn.
Landsstýrismaðurin, sum varðar av hesi tænastu, ið landsstýri keypir frá Atlantsflogi, sigur, at tá nýggjur fyribils sáttmáli varð gjørdur um hesar stívliga 36 miljónir krónurnar, var treytin hon, at báðar tyrlurnar skuldu vera tøkar.
- Hetta kunnu vit ikki góðtaka, og Atlantsflog má liva upp til ta avtalu, sum vit hava gjørt við felagið, sigur Jacob Vestergaard.
Tað er MRCC Tórshavn, sum vegna Fiskimálaráðið umsitir hesa tænastu.
- Vit fara at hyggja upp á sáttmálan, og so noyðist landsstýrið at fáa avsláttur frá Atlantsflogi fyri ta tíð, vit onga tænastu hava havt, men ein slík støða kann slett ikki góðtakast.
Jacob Vestergaard nýtti tó høvi at rósa Atlantsflog og tyrlumanningunum fyri ta tænastu, tey veita, tá alt er, sum tað eigur at vera.
Atlantsflog upplýsti yvirfyri Degi & Viku í kvøld, at tyrlan, sum hevur staðið, verður klár aftur til uppgávur á midnátt í kvøld.










