- Eg haldi at verandi skipan er órímilig og skal broytast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur í spurninginum um lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum.
Síðsta fríggjadag segði løgmaður við Sosialin, at hann hevði ikki meiriluta fyri at broyta verandi skipan, sum eitt nú gevur landsstýrisfólkum rætt til bæði landsstýris- og løgtingsløn, tá tey taka sæti aftur á tingi.
Mikudagin vísti eitt spurnarumfar í Sosialinum, at breiður meiriluti er á løgtingi fyri at broyta verandi skipan.
Tað fær løgmann at siga soleiðis:
- Higartil havi eg ikki merkt, at nýggjasta álitið um samsýningar og eftirlønir til landsstýrisfólk hevur verið væl móttikið. Tað tóktist sum um tingfólk vildu gera alt annað enn at fylgja tilmælunum í tí álitinum. Men nú vísir tykkara spurnarumfar eftir øllum at døma, at tingfólk vilja broytingar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Gamlaárskvøld í fjør lat ein arbeiðsbólkur úr hondum eitt álit við eini røð av tilmælum um, hvussu lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum kunnu skipast í framtíðini. Men síðani er einki hent.
Mikudagin skuldi løgmaður somuleiðis svara tveimum munnligum fyrispurningum um lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólki.
- Tann viðgerðin vísti ein heilt annan stemning, samanborið við tá frágreiðingin kom út í vetur. Nú hevur Sosialurin varpað ljós á málið, og nú tykjast tingfólk at vera sera jalig og vilja broyta viðurskiftini. So mugu vit bara vóna, at støðan verður tann sama, tá lógaruppskotið verður borið í løgtingið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Lógaruppskotið
Sambært løgmanni verður lógaruppskot um at broyta lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá landsstýrisfólkum borið í løgtingið í hesum árinum, tað vil siga fyri jól.
Lógaruppskotið tekur støði í tí frágreiðing, sum løgmaður fekk í vetur.
- Lógaruppskotið fevnir bæði um løn og eftirløn, koyripengar og at eingin skal fáa dupulta løn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Sosialurin hevur í seinastuni varpað ljós á støðuna, har ein landsstýrismaðurin fær dupulta løn, tá viðkomandi fer aftur í løgtingið. Seinasta dømi er Kári P. Højgaard, sum næstu seks mánaðirnar fær landsstýrismanna- og løgtingsmannaløn, tilsamans einar 90.000 krónur um mánaðin.
Tann skal í framtíðini ikki bera til, sigur løgmaður.
- Ja, tað verður við í tí lógaruppskoti, sum eg beri í løgtingi. Tað merkir, at tað skal ikki bera til at fáa løn, bæði úr landsstýrinum og úr løgtinginum í senn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
...
Rósa misskilti spurningin
Í spurnarumfarinum í Sosialinum mikudagin settu vit spurningin, um landsstýrisfólk , sum taka sæti aftur á løgtingi, skulu hava dupulta løn. 26 løgtingslimir svaraðu NEI til spurningin, tvey svaraðu JA, meðan fimm ikki vildu svara.
Eitt av tingfólkunum, sum svaraði JA, var Rósa Samuelsen. Eftir at úrslitið kom á prent hevur tingkvinnan gjørt blaðið varug við, at hon hevur misskilt spurningin.
- Mítt svar var heilt greitt eitt JA til, at eg taki undir við, at onnur lønin verður mótroknað, sigur Rósa Samuelsen.
Sostatt halda 27 tinglimir, at eitt landsstýrisfólk skal ikki fáa dupulta løn, tá viðkomandi tekur sæti aftur á løgtingi.
...
FAKTA:
Høvuðstilmælini frá arbeiðsbólkinum:
Lønartalvan hjá tænastumonnum landsins skal framvegis vera støði undir lønarsamsýningini til landsstýrisfólk
Lønarsamsýningarnar verða broyttar soleiðis, at løgmaður fær 130% og landsstýrisfólk 110% av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins
Skipanin við borðfæi verður tikin av, og útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá avvarðandi aðalráðum
Skipanin við fríum bústaði í Tórshavn verður tikin av, tó soleiðis, at løgmaður fær heimild til, í ávísum førum, at játta landsstýrisfólkum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í Tórshavnar Kommunu
Skipanin við kostnaðarendurgjaldi verður tikin av, og samstundis verður sett í verk ein skipan, har landsstýrisfólk fáa ókeypis og skattafrían ráðharrabil uttan førara at ráða yvir
Landsstýrisfólk fáa framvegis neyðuga samskiftisútgerð við setan í starv, tað almenna rindar útreiðslur til útvegan, hald og nýtslu, og landsstýrisfólk verða skattað av hesum fría ágóða eftir galdandi skattareglum
Tað verður mótroknað í fráfaringarlønini í teimum førum, har landsstýrisfólk hevur aðra lønarinntøku í fráfaringartíðarskeiðinum, soleiðis at tað almenna tá bert skal gjalda munin upp til ásettu samsýningina
Verandi eftirlønarskipan verður broytt, soleiðis at farið verður frá verandi skipan til eina skipan, har landið rindar 15% av lønarsamsýningini hjá landsstýrisfólkum í eina góðkenda skiftistíð
Kelda: Álit við tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., Gamlaárskvøld 2012