Eingin lækni at hitta

Vatn

 

Sosialurin royndi allan fyrrapartin at fáa fatur á onkrum av kommunulæknunum í Havn fyri at fáa at vita, um nøkur staðfesting er gjørd, sum sigur, at spýggisjúkan og búkilskan, sum fólk hava drigist við í seinastuni, kann stava frá drekkivatninum.

Vit ringdu til einar fimm av kommunulæknunum, men tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa orð á nøkrum teirra.

Teir, sum svaraðu, vóru upptiknir við sjúklingum og onkur vísti á telefonsvarara til aðrar læknar í økinum.