Eingin kann liva av útróðri

ÚTRÓÐUR – Spyrt tú um eg livi av útróðri? Tað er faktiskt ein rættiliga áhugaverdur spurningur, skal eg siga tær. Men svarið er altso nei, sigur 62 ára gamli útróðrarmaðurin í Vagi, Bjarni Brattaberg avgjørdur. – Støðan hjá okkum er soleiðis, at eingin kann liva av útróðuri í dag. So einkult er tað.

Vágur: Hann hevur ligið við nógvum útsynningi hetta seinasta samdøgrið. Nú er ikki frítt, at Bjarni er blivin eitt sindur ótolin. Ótolin eftir at kunna loysa frá bryggju aftur.
Seinnapartin mikudagin var hann farin oman í útróðrarbát sín, Norðfarið sum liggur við bryggju í Vági. Hann hugsar nógv um kalvalínuna, sum hann setti fyrradagin.
Tað er altíð okkurt sum skal riggast til áðrenn ein slíkan túr. Veðrið er batnað so mikið, at hann nú ætlar sær út at draga hesa góðu línu.
- Ein maður skuldi koma her klokkan fýra, og so fara vit avstað, sigur Bjarni spentur á málinum.
Hann fer innar í stýrihúsið. Har er okkurt, sum hann skal hyggja eftir. So er tað ikki eftir.

Til Noregs
Eins og mangir aðrir útróðrarmenn, hevur Bjarni eisini verið í øðrum fiskiskapi, fyri at fáa tað at mala runt fíggjarliga.
- Nei, eingin livir av útróðri í dag, hóast vit fegnir vildu tað, vísir hann á.
- Tað átti sjálvandi, sjálvandi at verið so, at man kundi livað av tí.
Fyri at fáa eina ársinntøku plagar Bjarni at sigla nakrar mánaðir um árið við einum báti, ið er heimahoyrandi í Norðurnoregi.
Men spyrt tú útróðrarmenn um, hví tað er so, eru helst mangar ymiskar frágreiðingar um orsøkina.

So sum so
Ein avgjørd orsøk er í øllum førum hon, at fiskiskapurin er so vánaligur. Ein onnur er prísurin.
- Ja, prísurin kundi sanniliga eisini verið væl hægri, slær Bjarni rimmarfast.
Hann lýsir hetta við einum dømi úr hansara egna gerandisdegi:
Síðani í oktober mánaði í fjør hevur hann drigið íalt 790 stampar. Best sum útróðurin var komin í gongd, misti hann eitt skrúvublað og varð tí noyddur at leggja stilt í eina alt ov langa tíð.
- Men tað bilti heilt erliga einki, tí har var heldur einki at fáa akkurát tá, vísir Bjarni á. – Men síðani fyrst í januar mánaði havi eg roynt og roynt, men úrslitið hevur verið so sum so.

100 krónuseðlar
Síðani í januar hevur hann drigið einar 650 stampar og hevur fingið 35 tons íalt, meginparturin toskur. Hetta hevur aftur aftur eini 50 kilo uppá stampin.
- Men so skal ein heldur ikki gloyma, at prísurin fyri veiðuna bert er 12 krónur kilo. Og tað gevur so 600 krónur fyri stampin, greiðir hann frá.
Hesar 600 krónurnar verða síðani býttar soleiðis: Tann fyrsti 100-krónuseðilin fer til Uppboðssøluna; teir báðir næstu seðlarnir fara til egning, agn og húkar; tann fjórði fer til tann mannin, ið Bjarni hevur við sær til útróðrar; og so fáa Bjarni og báturin ein 100-krónuseðil í part.
- Um tú roknar mína inntøku út, hesar tríggjar mánaðirnar av árinum, sært tú hvussu nógv man fær burturúr at vera útróðrarmaður, ella hvussu lítið.
- Og so mást tú heldur ikki gloyma, at hetta skal eitast at vera besta fiskitíð, sigur hann álvarsamur. – Skal tað bera til at liva sum útróðrarmaður má prísurin verða minst 15 ella 18 krónur netto fyri kilo.
Hinvegin veit Bjarni eisini at royndum, at fiskurin í síni heild er ov lítil, men at tað er ein heldur betri prísur fyri tann stóra fiskin.



Hvar er hýsan?
Sum útróðrarmaður fylgir Bjarni væl við tí sum hendir innan fiskivinnuna og tí sum fiskifrøðingar siga og meta um útlitini.
Her hava teir mangan sagt frá, hvussu nógv hýsa er og skal vera í føroyskum farvatni, og hvussu lítið av toski er her.
- Besta tíð til hýsu er frá oktober og fram ímóti mars mánaði. Men heilt erliga má eg undrast yvir, hvar henda góða hýsan er? Eg havi so í øllum førum ikki sæð nakað til hana, staðfestir hann. – Eftir míni meting, er hon ikki meiri enn 5 til 10 prosent av veiðuni.
- Eg má tí spyrja hesi fólkini, hvar er hýsan? Er hon endað í svartkjaftatrolunum? Ella eru tað hemararnir, sum hava etið hana? Eg veit so bara tað, at hon er ikki her á teimum leiðunum, har hýsan eigur at vera.