eingin ivi longur um, at norðoyingar í stórum tali vóru komnir at lýða á. Í Norðoyggjum hevur altíð verið nógvur útróður, og tí er áhugin fyri feska fiskinum eisini stórur. Soleiðis, sum príslegan á útróðrarfiski [...] umborð á línubátinum, Grunningi, sum tryggjar, at skipið altið hevur fyrsta floks vøru, sum altíð fer fyri besta prís á bretska marknaðinum. Í samstarvi við Com-Data eru broytingar gjørdar umborð á Grunningi [...] hann út á uppboðssølu í Føroyum. Hetta hevur ein meirkostnað uppá 50 oyru fyri kilo. Auðunn heitti á fiskimálaráðharran um at avtaka kunngerð nr. 148 um útbjóðing av fiski í Føroyum. Hann helt, at tann
Í farnu viku helt felagsskapurin NAMMCO ársfund í Føroyum. Fleiri týðandi mál vóru á ársfundinum. Millum annað varð komið inn á spurningin um, hvørt tað er rætt at kópastovnurin, bæði millum Grønland og [...] kunnu møguliga siga nakað um nebbafiskin á okkara leiðum, vísir hon á. Føroyski kópurin Ein annar spurningur, ið NAMMCO ætlar sær at arbeiða fyri, er at fáa greiðu á, hvussu nógv verður dripið av kópi í Føroyum [...] nærri. Bæði støddina á stovninum, og hvørt talan er um ein føroyskan stovn. Hetta er neyðugt, um tað í framtíðini skal bera til at umsita og røkja ein tílíkan stovn, vísir Kate Sanderson á. Kate Sanderson greiðir
sjálvt valstríðið. -Í meiri enn 30 ár havi eg verið frammarlaga á stríðsvøllinum, segði tann 60 ára gamli fyrrverandi Vietnam-hermaðurin og helt fram:. -Eg havi altíð stríðst fyri rættvísi og teimum amerikonsku [...] umrøddi George W. Bush, forseti, John Kerry sum "ein senator í Massachusetts". Tað ger hann ikki longur. Gjáranáttina ringdi Bush til Kerry og ynskti honum tillukku við uppstillingini. Avgerðin um, hvør [...] búskaparligari framgongd við at taka av skattalættan, sum Bush gav teimum ríku. Vit skulu skerja hallið á fíggjarlógini niður í helvt tey næstu fýra árini, vit skulu gera íløgur í heilsuverkið, hækka minstulønina
hevði sitið sína fongsulstíð á tamb, varð Mossadegh á sumri 1956 førdur til sína heimbygd Ahmad Abad, har hann, sum vit minnast, átti ein bóndagarð. Hann hevði frítt at fara á ogn síni, men bara skyldfólk [...] Nietzsche, sum er førd yvir á einstakar úrvaldar tjóðir. Hesin hugsunarháttur kom, sum m.a slovenski heimspekingurin Slavoj Zizek hevur víst á (í Foreign Policy januar/februar 2004), á áhugaverdan hátt til sjóndar [...] Avgerandi fyri framtíðina hjá shahstýrinum var kortini helst tann sannroynd, at Iran nú flutti seg longur og longur burtur frá tí demokratiska vegi, sum Mossadegh hevði gingið. Og samstundis bleiv shahveldið
hon álvarsom. Óhappið Jóhanna var á veg út aftur á Strendur tíðliga sunnumorgunin tann 26. oktober 2003. Hon veit ikki, júst hvat hendi. Hon minnist bara, at hon koyrdi á Skála, at so brádliga var bilurin [...] Jóhanna frá. Hon harmast eisini um, at fólk ikki longur hava álit á henni sum bilførara. Ongin hevur beinleiðis sagt tað við hana, men hon sigur, at hon merkir tað á fólki, at tey vilja illa koma við henni í [...] greiðir unga strandakvinnan frá. Hon slapp tó við egnari hjálp úr bilinum og gekk ør á vegnum og mól. Ein bilur kom á staðið og koyrdi hana heim. Ikki fyrr enn seinni gekk tað upp fyri Jóhonnu, hvat var
brot á amerikonsku grundlógina. At hann metir málið álvarssamt sást á orðalagnum, sum minti um álvaran aftan á atsóknirnar tann 11. september í 2001. Tað fall mongum fyri bróstið, at forsetin helt hjúnarlag [...] kann hann ikki vinna valið í heyst. Kanningar aftan á valið fyri fýra árum síðani avdúkaðu, at tá vóru seks milliónir færri av hesum veljarunum á vali enn á kongressvalinum í 1996, og í seinastuni hava fleiri [...] teirra sagt seg vera misnøgd við forsetaskeiðið hjá Bush. Eitt nú fýlast tey á, at kenslumálaráðið hevur ov stóra ávirkan á skúlaverkið og frálæruna har, og tey halda eisini, at stjórnin nýtir ov nógvar
hvørt ein leikari hjá AB hevði leikt ólógliga ella ikki, tá liðini bæði hittust. AB vann dystin úti á Argjum, men tað vórðu at enda sumbingar, sum fingu stigini við sær, tá dómsnevndini gjørdi av, at leikarin [...] leikloyvi útflýggjað, so kann spurnartekin ikki setast við hetta. Trupulleikin ta ferðina var, at AB helt leikaran vera leysan av vanligu flytingarreglunum, tá hann eitt skifti hevði verið í Danmark, men [...] loyvisbræv er í gildi, til felag gevur kappingarevndini skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikara fyri felagið. Hartil verður nú eisini lagt uppfyri teimum støðum, sum fleiri ferðir eru komnar
innum á topp 40, men sølutølini samsvaraðu ikki við vónirnar innan tónleikaídnaðin. Men Adams helt sær á toppinum restina av áttatiárunum við framførslum, m.a. við Amnesty túrinum, framførslum á Prince [...] Twain, blðm.), var skrivaður sum annar sangskrivarin á øllum løgum. Á 4 løgum var eisini Jim Vallance skrivaður. Hví henda broyting? Adams hevði fyrr á leiðini sagt, at um hann varð spurdur, hvat hansara [...] Hann er eingin ársungi longur, Bryan Adams, men hann má sigast at halda sær stak væl og sær enn út sum ein unglingi, tá hann trínur á pall. Og fjøldin, ið fagnar honum, er eisini breið - frá teimum heilt
dystin hesaferð helt Jón, at tað til tíðir stóð nógv á, men at liðið eisini her vísti eginleikan at reisa seg undan trýstinum. - Tað gerst heilt spennandi ta einu løtuna, og teir koma eisini upp á 19-18, men [...] Steypaprát At StÍF er steypalið burturav, er nokk eingin loyna longur. Gaman í heur liðið seinnu árini verið fastur partur av oddinum í føroyskum manshondbólti, men fimm steypafinalur innan seks ár, og [...] hóskar seg væl til liðið. - Tað er onkursvegna soleiðis, at vit trívast betri, tá nógv stendur upp á spæl. Í steypakappingini er tað soleiðis, at tú als ikki hevur ráð til at tapa, og tá klára vit ofta
koma á vitjan. Reina sopran røddin úr Gøtu skal syngja sangin Mest når det er regn fyri einum fullum Atletion og kanska fram ímóti einari millión sjónvarpshyggjarum kring alt kongaríkið. Í hølunum á okkum [...] tað er heldur ikki so løgið. Fluttu Ì summar fekk Petsi studentsprógv, og hon gongur í løtuni á øðrum ári á MGK, sum stendur fyri Musikalskt grundkursus. Eitt skeið, sum vanliga verður mett sum fyrireikandi [...] Ætlanin var ikki, at steðgurin skuldi gerast nógv longur enn hálvtannað ár, men so byrjaði kreppan at gera um seg í Føroyum, og tá var ikki so líkatil longur at flyta aftur til Føroya. Petsi sigur, at tey