Hann er eingin ársungi longur, Bryan Adams, men hann má sigast at halda sær stak væl og sær enn út sum ein unglingi, tá hann trínur á pall. Og fjøldin, ið fagnar honum, er eisini breið - frá teimum heilt ungu og nýkomnu fjepparunum til fjepparar, ið hava verið við øll árini, og tað merkir í fleiri enn 20 ár.
Og hann dugir eisini at halda sær sveimandi á stjørnuhválvinum millum hinar heimsstjørnurnar. Og saman við mongum teirra hevur hann sungið væleydnaðar tvíræddaðar framførslur. Nevnast kunnu Tina Turner, Rod Stewart og Sting.
Rockrótin í dansistíli
Bryan Adams flokkast undir tað, sum í dag kallast singer-songwriter, og hann telist millum teirra, sum hevur mest um oyruni. Føddur er hann í 1959 og hann hevur havt undanvind í trimum stigum; sum sangskrivari, ið skrivar landaplágur fyri onnur, sum upptøkutónleikari, hvørs útgávur hava verið fagnaðar kring allan heim, og sum stjørna á stórpalli, hvørs stóru framførslur eru minniligar. Ikki minst minnisríku framførslurnar við Live-Aid og Conspiracy of Hope Tour hjá Amnesty settu ferð á lívsleiðina sum altjóða superstjørna.
Sangir hansara settu ferð á leiðina sum stjørna. Tá hann sum unglingi leikti við einum bólki, hitti hann í 1977 trummuleikaran Jim Vallance og fóru teir beinanveg at skriva sangir saman og heldur hesin starvsfelagskapurin enn í dag.Stílurin var bland av rocktónum við hørðum kanti, og søtum tungpoppi, og skjótt funnu onnur leitandi stjørnuevni eisini útav at nýta hetta ljómbland.
Í 1978 hevði A&M Canada skrivað sáttmála við Bryan Adams, men laganurnar speisemi vildi tað so, at hóast Adams hevði røtur í rocktónleikinum, so varð fyrsta stakroyndin í dansistíli og nevndist "Let me Take you Dancing" - røddin var viðgjørd og spældi skjótari, enn vanligt "og hetta fekk meg at ljóða av ongum", klagaði Bryan Adams seinni. Lagið var ikki við seinni, tá Adams gav út plátu undir egnum navni í 1980 í samstarvi við Jim Vallance.
So komu hittini . og klassikarin Heaven
Fyrsta landaplágan - rættari er at siga heimsplágan - kom í 1983 við eini útgávu av einum lag, ið hann hevði skrivað 3 ár frammanundan; Straight from the heart. Seinni komu onnur hitt og av 3. plátuni hoyrdust.m.o. Cuts like a knife og This time.
Vit skriva 1983 og við undanvindinum fylgir stríð. Sera harðir, men gevandi og læruríkir, hava teir fylgjandi 283 dagarnir á tamb á heimsins landavegum verið. Alt fyri at føra fram plátuna og ikki minst seg sjálvan sum palltónleikara. Men hetta gav úrslit og Adams fekk quintuple -platininum.
Í 1984 kemur Reckless, ið kláraði seg væl á listunum og sum hevði við fyrstu nummar eitt stakfløguna; Heaven - eitt lag, sum í dag er ritað í rock- og poppsøguna.
Seinna altjóða fráboðanin um, at Bryan Adams var ávegis, kom í juli í 1985 við framførsluni á Live-Aid tiltakinum. Eitt átak, sum milliónir kring allan heim sóu í senn. Her fór orkufulla framførslan saman við Tinu Turner á eitt serblað í rocksøguni, tá hásu rocksangararnir hittust og saman sungu "It?s only love" av Reckless plátuni. Ógloymandi!
Plátan Into the Fire frá 1987 nevnist av summum eitt mistak, men tó komu 3 støk løg innum á topp 40, men sølutølini samsvaraðu ikki við vónirnar innan tónleikaídnaðin. Men Adams helt sær á toppinum restina av áttatiárunum við framførslum, m.a. við Amnesty túrinum, framførslum á Prince?s Trust Charety, The 1988 London Freedomfest honoring Nelson Mandela, og við at taka lut, tá Roger Waters í 1990 aftur setti á dagskránna The Wall í Berlin.
Sangskrivarin heldur á
Tey, sum síðani spáddu Bryan Adams undanbrekku, fóru skeiv. Hørð útpurring kom í 1991, tí við filminum "Prince of Thieves" kom lagið "(Everything I do) I do it for You" - kanska besta staklag hjá Adams nakrantíð. Í 7 vikur lá lagið á fyrsta plássinum í USA, 4 mánaðir í Bretlandi og útgávan er mest selda stakútgáva nakrantíð hjá A&M Records.
Adams kom aftur í fremstu røð millum superstjørnurnar og plátan Waking up the Neighbours fór um platinium markið og kom millum mest seldu pláturnar.
Gløggu lurtararnir og lesararnir fylgdu við og løgdu til merkis eina broyting. Nýggi framleiðarin hjá Bryan Adams, Robert John "Mutt" Lange (í dag giftur Shanayu Twain, blðm.), var skrivaður sum annar sangskrivarin á øllum løgum. Á 4 løgum var eisini Jim Vallance skrivaður. Hví henda broyting? Adams hevði fyrr á leiðini sagt, at um hann varð spurdur, hvat hansara livibreyð var, so var svarið, at hann var sangskrivari fyrst og fremst.
Seinni hava vit hoyrt frá Adams t.d. "All for Love", ið góðum ræddarsamspæli við Sting og Rod Stewart, hetta er frá filminum "The Three Musketeers" frá 1995. Og sama ár kom "Have you ever really Loved a Woman?".
Í 1998 kom "On a Day like Today", "MTV Unplugged" kom í 1999 og "The Best of Me" kom í 2002 - ein samanrennig av teimum fleiri enn 20 árunum við tónleiki, sangskriving og framførslum. Seinast hevur hann eisini gjørt tónleik til animeraðu filmarnar um Spirit hjá Dreamworks.
Kelda; www.bryanadams.com
Discografi
spirit: l'etalon des plaines (2002)
spirit: stallion of the cimarron (2002)
the best of me (1999)
on a day like today (1998)
mtv unplugged (1997)
18 Til I Die (1996)
So Far So Good (1993)
Waking Up The Neighbours (1991)
Live! Live! Live! (1988)
Into The Fire (1987)
Reckless (1984)
Cuts Like A Knife (1983)
You Want It You Got It (1981)
Bryan Adams (1980)
FAKTA
Navn: Bryan Adams
Føddur; November 1959 - Kingston, Ontario









