Fiskivinna
Týskvøldið, 9. mars, var áhugaverdur fundur á Tekniska skúla í Klaksvík. Høvuðsendamálið við fundinum var at leita eftir svarinum til nakrar viðkomandi spurningar, sum útróðrarmenn og fiskimenn annars seta sær, nú prísirnir á fleiri fiskasløgum eru so lágir.
* Hvussu betra vit møguleikarnar at fáa meira burtur úr tilfeinginum av feskum fiski?
* Hvørjir eru størstu trupulleikarnir hjá seljarum og keyparum av feskum fiski?
* Er trupulleikin vantandi trygd fyri vekt, stødd ella góðsku. Eigur feski fiskurin ongan góðan, eftir at hann er landaður ? ella eru tað fleiri av hesum viðurskiftum, sum gera seg galdandi?
Nógv fólk
Tað var ein væl møttur fundur í Klaksvík hetta kvøldið. Tá ið vit nærkaðust Tekniska skúla um 19-tíðina, stóðu longu nógvir bilar í túninum, og tá ið vit trinu innar, var eingin ivi longur um, at norðoyingar í stórum tali vóru komnir at lýða á. Í Norðoyggjum hevur altíð verið nógvur útróður, og tí er áhugin fyri feska fiskinum eisini stórur. Soleiðis, sum príslegan á útróðrarfiski hevur verið í longri tíð, standa menn spyrjandi, hví daggamal fiskur fær umleið hálva aðru krónu minni fyri kilo enn fiskur, sum er einar 8-10 dagar gamal.
Fundurin á Tekniska skúla var skipaður við einum paneli við Kára Hansen, reiðara og skipaeigara, Óla Jacobsen, nevndarformanni í Fiskamarknaði Føroya og Auðunn Konráðsson, formanni í Meginfelag Útróðrarmanna. Eftir kaffisteðgin, var Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, eisini við í panelinum. Tað er altíð áhugavert at hoyra Páll, og sum fiskakeypari var hann eisini við til at fjøltátta panelið.
Ætlandi skuldu Agnar Jensen fyri Ráfiskakeyparafelagið og umboð fyri Kósina verða við í panelinum, men hesir vóru ikki við, tá ið Rani Nolsøe, menningarstjóri í Klaksvík, við vælvaldum og skilagóðum orðum setti fundin.
Rani helt fyri, at nógvir fundir hava verið hildnir um fiskivinnu, og hann segði seg vóna, at arbeiðið at loysa málið um besta fiskin fer at halda fram. Menningarstjórin segði, at kundi fundurin verið við til at sett í gongd eitt kjak um viðurskiftini, hevði nógv verið vunnið. Rani helt, at eitt hugskot kundi verið, at ein bólkur setti seg at viðgera málið og vísti á, at í Klaksvík eru bæði hølir og annað til slík endamál, sum kunnu tæna vinnuni.
Úti í gongini høvdu fyritøkurnar, Com-Data og Look North, sett upp eina framsýning, har teldufyritøkan greiddi frá sonevndu, VML-skipanini og Look North sýndi fram og greiddi frá menning av pakkitilfari.
Í kaffisteðginum høvdu fólk høvi aftur við góðum køkum og kaffi at tosa við umboð fyri hesar báðar fyritøkurnar.
VML-skipanin
Fyrstur at taka orðið í panelinum var Kári Hansen, reiðari og skipaeigari. Hann greiddi frá, hvussu hann í samstarvi við Com-Data hevur fingið eina skipan umborð á línubátinum, Grunningi, sum tryggjar, at skipið altið hevur fyrsta floks vøru, sum altíð fer fyri besta prís á bretska marknaðinum.
Í samstarvi við Com-Data eru broytingar gjørdar umborð á Grunningi við innrætting, útbúnaði og mannagongdum, soleiðis at fiskurin verður skildur eftir vekt, stødd og góðsku.
Com-Data hevur ment eina telduskipan, VML-skipanina, sum skrásetir og skjalfestir allar upplýsingar um fiskiskapin hjá Grunningi.
Á fundinum legði reiðarin, Kári Hansen, dent á, at endamálið við broytingunum er at kunna bjóða út eina vøru, sum hevur so breiðan áhuga hjá keyparunum sum gjørligt.
Í Føroyum hevur tað verið soleiðis, at vildi tú keypt tær ein føroyskan búff, so noyðist tú at keypa eina heila kúgv!
Soleiðis hevur tað eisini verið við fiskinum, sum skipini koma við.
Kári vísti á, at hetta er ikki gongda leiðin og við áhugaverdu frágreiðing síni, staðfesti hann, at tað loysir seg at ganga nýggjar leiðir, har nýggjur hugburður og tøkni eru altavgerandi.
Ketan er ikki sterkari enn veikasta liðið, og tí er ógvuliga umráðandi, segði Kári, at fiskurin ongantíð sleppur at fella í virði á leiðini til keyparan.
Ein stórur partur av fundinum á Tekniska skúla snúði seg um, hvørjar forðingarnar eru fyri, at tann besti og feskasti fiskurin fær besta prísin. Somuleiðis varð stórur dentur lagdur á, hvat gerast kann fyri at røkka hesum máli.
Í hesi greinini er ógjørligt at koma inn øll viðurskifti, sum frammi vóru á fundinum, men Sosialurin fer í seinni bløðum at taka fram ymiskar hugsanir um, hvørjir vansarnir eru, og hvussu vit møguliga kunnu koma teimum til lívs. Somuleiðis fara vit at vísa á, hvørji útlitini eru fyri feska fiskinum.
Høvið var eisini at seta spurningar til panelluttakararnar, og beint fyri kaffisteðgin spurdi ein maður, hvussu tað ber til, at útróðrarmenn fóru at fáa minni fyri fiskin, tá ið teir fóru at ísa hann umborð á bátunum.
Ein hópur av áhugaverdum spurningum vórðu reistir, og nógv ymisk mál við atliti til feskasta fiskin vórðu viðgjørd.
Nýggi fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, var eisini millum áhoyrararnar hetta kvøldið, og eingin ivi er um, at hann fekk nógv burtur úr fundinum. Sjálvur tók hann tó ikki orðið, men sat til seinasta mann og lýddi á.
Frælsi at selja
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, segði, at spurningurin um feskasta fiskin, er ikki nýggjur fyri útróðrarmonnum, tí í fleiri ár tíggjur hava fiskakeyparar í Føroyum tosað um góðsku á útróðrarfiski, tó mest um vantandi góðsku.
Seinnu árini hava bátarnir gjørt stórar íløgur og lagt nógv arbeiði í at betra um dygdina á fiskinum. Men úrslitið hevur verið ógvuliga soltið. Ein útróðrarbátur hevði í fjør ein miðalprís, sum lá tvær krónur lægri enn miðalprísurin hjá einum línuskipi fyri sama fiskaslag.
Auðunn spurdi, hvussu hetta ber til. Sjálvur helt hann orsøkina vera, at eingi fiskavirki hava nakra framleiðslu, sum leggur dent á daggamlan fisk. Feski fiskurin er heldur til fortreð í framleiðsluni. Lurta vit eftir virkisleiðarum, tá ið hesir úttala seg, hoyra vit orð sum úrtøka og blokkur, tá um hýsu ræður.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna segði, at daggomul hýsa er ikki ein vøra, sum skal fara í blokk. Skal rætti prísurin fáast fyri feska fiskin, er neyðugt, at hann verður seldur feskur.
Hann vísti á, at tað, sum hevur verið við til at hildið prísunum á feskum fiski upp, eru teir, sum keypa fiskin við tí fyri eyga at senda hann heilan av landinum. Men tá ið hesir hava keypt fiskin frá okkum, verða teir noyddir at bjóða hann út á uppboðssølu í Føroyum. Hetta hevur ein meirkostnað uppá 50 oyru fyri kilo.
Auðunn heitti á fiskimálaráðharran um at avtaka kunngerð nr. 148 um útbjóðing av fiski í Føroyum.
Hann helt, at tann dynamikkur, sum áður var í søluni av fiski á Fiskamarknaðinum, er við at hvørva. Kravið um, at allur fiskur skal bjóðast út í Føroyum, kann elva til, at keyparar leggja saman ráð, tá ið teir bjóða.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna segðI, at tá ið handilssáttmálar verða undirskrivaðir við Noreg og Ísland seinni í ár, hava fiskakeyparar í Føroyum møguleika at keypa fisk úr hesum londum á jøvnum føti við aðrar. Tí mátti tað verið ein sjálvfylgja, at vit fingu sama rætt at selja okkara fisk frítt á marknaðinum.
Auðunn vísti á, at lági dollarin hevur ført til, at nógvur fiskur er á evropeiska marknaðinum, men hann helt, at tað hvørki hjálpir útróðrarmonnum ella fiskavirkjunum at halda fiskinum á føroyska marknaðinum við tvangi, tí tá fáa vit ein kunstigan lágan prís. Hetta koyrir bátarnar á húsagang og oyðileggur kappingarførið hjá fiskavirkjunum.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna helt tað annars vera alla æru vert, at menn royna at fáa meira fyri útróðrarfiskin, men her er neyðugt, at karmarnir verða so fríir sum gjørligt.
Upp-og niðurgongd
Óli Jacobsen, sum umframt at vera formaður í Føroya Fiskimannafelag, eisini er nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, helt fyri, at nógv fleiri mans høvdu leitað sær til fundin á Tekniska skúla, enn hann hevði væntað. Hann helt tí, at hetta mundi vera eitt tekin um, hvussu stórur trupulleikin er við at fáa nóg mikið fyri feskasta fiskin.
Hann greiddi frá gongdini frá tí, vit rópa planbúskapi, til marknaðarbúskap og vísti á, hvussu eitt nú skipanin við Ráfiskagrunninum virkaði.
Seinast í áttatiárunum hendu broytingar á økinum, og í 1993 fingu vit uppboðssølu, sum var við til at styrkja um gongdina við fríari kapping um fiskin.
Úrslitið gjørdist, segði Óli, at vit fingu reina kapitalismu, har bert tann, sum kundi klára seg í kappingini, yvirlivdi, meðan tann, sum ikki kláraði seg, mátti gevast.
Hann helt, at henda skipan fyri so vítt hevur riggað væl, tí avleiðingin var, at neyðugt var at rationalisera, og øll noyddust at vera við til at taka tøkini. Eingin kundi ganga og mala fyri einki.
Skipanin við uppboðssølu hevur riggað væl til fyri tveimum árum síðan, tá ið framgongd var í vinnuni. Nú vinnan er í afturgongd, er trupult at siga, hvussu skipanin tekur seg út.
Hann vísti á, at marknaðarbúskapur byggir á tað, tú kanst fáa fyri fiskin her og nú, meðan gamla skipanin ofta bygdi á langtíðaravtalur. Hann vildi tó ikki taka dagar ímillum og siga, hvussu vit áttu at havt gjørt, men ásannaði, at eitt nú laksavirkir, sum hava gjørt langtíðaravtalur um levering av laksavørum, í dag standa seg betur enn tey, sum kanska ongar avtalur hava. Tað er tí ikki vist, at alt tað gamla er vánaligt ? og alt tað nýggja er gott.
Óli segði, at alt sá so gott út til fyri tveimum árum síðan, tá ið sagt varð, at vit føroyingar eru líka frægir sum aðrir ? og kanska betur, eisini í kappingarføri. Men hesin optimistiski stemningur er fánaður nokso nógv, og í dag flyta vit aftur nógvan fisk óvirkaðan av landinum.
Nevndarformaðurin í Fiskamarknaði Føroya greiddi eisini frá gongdini hjá hesum felag, sum var um at fara í hundarnar stutt eftir byrjanina, tí torført var at fáa raksturin at hanga saman. Hann segði, at støðan einaferð var so vánalig, at kallað varð til fundar um at avtaka Fiskamarknaðin. Men tá ið Fiskamarknaðurin byrjaði við telefonsøluni, kom vend í, og síðan hevur bara gingið frameftir, heilt fram til ár 2001.
Óli Jacobsen greiddi eisini frá ætlanunum at umskipa Fiskamarknaðin soleiðis, at landingin verður fyri seg og sølan fyri seg.
Sosialurin fer sum nevnt at venda aftur til fundin á Tekniska skúla í Klaksvík.