Ársfundur hjá NAMMCO

Er nebbafiskastovnurin við Føroyar í heila tikið ein stovnur? Hvussu nógv verður árliga dripið av kópi í Føroyum? Er tað skilagott at kópastovnurin við Grønland og Kanada veksur enn meira, og hvat skal gerast fyri illa fyrikomna náhvalin í sama øki. Hesi mál eru sett á dagsskrá hjá NAMMCO, sum í seinatu viku valdi Kate Sanderson til forkvinnu.

Í farnu viku helt felagsskapurin NAMMCO ársfund í Føroyum. Fleiri týðandi mál vóru á ársfundinum. Millum annað varð komið inn á spurningin um, hvørt tað er rætt at kópastovnurin, bæði millum Grønland og Kanada, og í Eysturgrønlandi eystur móti Norra og Russlandi, eigur at vaksa enn meira. Stovnarnir eru væl fyri og í vøkstri, og telja nú ávíkavist fimm milliónir og tvær milliónir kópar.
Ein arbeiðsbólkur, umboðandi ICES og NAFO, arbeiðir í løtuni við spurninginum, og har vil NAMMCO lata sína ráðgeving.
- Fleiri kanningar eru gjørdar av, hvat og hvussu nógv av fiski kópastovnurin etur, og talan er um rættuliga stórar nøgdir, sigur Kate Sanderson og heldur fram:
- Tí er rætt at spyrja, um rætt er at lata stovnin vaksa enn meira?
Hon vísir á, at spurningurin eisini er viðkomandi fyri føroyingar, tí føroyingar fiska í økinum, og tískil hava tískil áhuga fyri stovninum.
Ársfundurin hjá NAMMCO valdi Kate Sanderson til forkvinnu, í fyrstu atløgu í tvey ár. Limalondini skiftast um at hava formansskapin í felagsskapinum, hvørs uppgáva er at granska í og samstarva um varðveitslu av súgdjórum havinum. Kjartan Hoydal var fyrsti formaður eftir stovnanina í 1992, og nú er túrurin aftur komin til Føroya.

Nebbafiskurin
Fyri tveimum árum síðan vístu kanningar av nebbafiski í føroyskum øki, at stovnurin var sera illa fyri. Men samtíðis settu granskarar spurnartekin við, um talan í veruleikanum var um ein føroyskan stovn, ella nebbafiskurin í føroyskum øki annaðhvørt var partur av íslendska ella kanska norska stovninum.
- NAMMCO hevur sett sær fyri at fáa kannað henda spurning nærri. Bæði støddina á stovninum, og hvørt talan er um ein føroyskan stovn. Hetta er neyðugt, um tað í framtíðini skal bera til at umsita og røkja ein tílíkan stovn, vísir Kate Sanderson á.
Kate Sanderson greiðir frá, at eftir at íslendingar herfyri fóru undir at veiða stórhval til vísindalig endamál, hava teir nú boðað frá, at teir eisini ætla at veiða nebbafisk í íslendskum øki til vísindalig endamál. Og tær upplýsingar kunnu møguliga siga nakað um nebbafiskin á okkara leiðum, vísir hon á.

Føroyski kópurin
Ein annar spurningur, ið NAMMCO ætlar sær at arbeiða fyri, er at fáa greiðu á, hvussu nógv verður dripið av kópi í Føroyum árliga.
Kanningar higartil hava víst, at kópastovnarnir eru lokalir stovnar, tvs. at føroyski stovnurin til dømis ikki hevur samband við íslendska stovnin.
- Men vit mangla upplýsingar um føroyska stovnin. Serliga, hvussu nógv verður dripið av kópi í Føroyum um árið, sigur Kate Sanderson.
Kópurin hevur lyndi til at gera seg inn á aliringar, og tí hava alarar loyvi til at skjóta kópin. Men neyv tøl fyri, hvussu nógv verður skotið, finnast ikki, vísir Kate Sanderson á.

Náhvalurin
Niðurstøðan í eini frágreiðing hjá vísundaligu nevndini hjá NAMMCO er, at náhvalastovnurin (á donskum narhval), ið heldur til millum Grønland og Kanada, er illa fyri. Men hóast hesa staðfesting fer NAMMCO ikki so langt sum at mæla til at áseta kvotu á stovnin.
- Vit eru samd um at støðan er álvarsom, og at okkurt má gerast fyri at varðveita stovnin, sigur Kate Sanderson.
Men av tí at stovnurin heldur til í einum øki, sum bæði fevnir um eitt limaland og eitt land, ið ikki er limur, rennir felagsskapurin seg í ein trupulleika.

Limaland ella ei
Kate Sanderson vísir á, at semja er ikki millum tey fýra londini í NAMMCO um, hvussu nógv til ber at úttala seg um viðurskifti, ið røkka longur enn til bert at fevna um limalondini.
- Sjálv haldi eg, at tá vit fáa metingar frá serfrøðingum, so má felagsskapurin kunna úttala seg so neyvt sum gjørligt um málið, sigur Kate Sanderson og vísir á omanfyri nevnda dømi um náhvalin, ið svimur í grønlendskum og kanadiskum øki.
Sum longu nevnt er Kanada ikki limur í NAMMCO, men hevur tó eygleiðarastøðu. Og at landið veruliga hevur áhuga fyri felagsskapinum sæst millum aftur í, at Kanada sendir vísindafólk til fundirnar hjá NAMMCO, vísir Kate Sanderson á.
- Eftir mínum tykki er tað ikki nóg greitt, hvat NAMMCO kann úttala seg um, og hesi viðurskifti ætli eg at arbeiða fyri at bøta um, sigur Kate Sanderson.

Skera kóp á Bryggjuni
Uppgávan hjá nýggja formanninum í NAMMCO; Kate Sanderson, verður fyrst og fremst at røkja samskifti millum limalondini og eygleiðaralondini í felagsskapinum. NAMMCO hevur skrivstovu í norska býnum Tromsø, ið tekur sær av dagliga rakstrinum.
Kate Sanderson nevnir tvey tiltøk, ið eru á skránni í ár. 7. til 9. september fer NAMMCO at skipa fyri einum tiltaki á Norðuratlantisku bryggjuni í Keypmannahavn, ið fer at snúgva seg um veiðuháttir og avlíving av kópi.
Og seinni í heyst kemur vísindaliga nevndin hjá NAMMCO til Føroya at halda sín árliga fund.
Næsti ársfundurin hjá NAMMCO verður í Norra í marts næsta ár.


FAKTA
Felagsskapurin NAMMCO, ið er stytting fyri North Atlantic Marine Mammal Commission, varð stovnaður 9. apríl 1992. Limalond eru Ísland, Norra, Grønland og Føroyar, meðan Kanada, Japan, Russland og Danmark eru eygleiðarar.

Uppgávan hjá NAMMCO er at granska, samstarva og gera tilmæli um at røkja súgdjórastovnarnar í Norðuratlantshavi á besta hátt.