Århus: Hon prátar bæði føroyskt og danskt ógvuliga væl. Tjúgu ára gamla Petsi Tvørfoss úr Gøtu hevur seinastu ellivu árini búð í Danmark, men føroyingur er hon framvegis.
Um dagarnar er hennara tilvera flutt innar í sjónvarps- og tónleikaheimin. Og Petsi roynir heldur ikki at fjala, at hon gleðir seg til Melodi Grand Prix leygarkvøldið.
Seks ára gomul sá Petsi Sissel Kirkjubø í sjónvarpinum og fann útav, at tað ber at liva av at syngja, og líka síðani hevur hon droymt um at sleppa at liva av at syngja. At syngja er hennara fremsta áhugamál og vónandi lívsbreyð.
- Eg byrjaði at droyma um at liva av tónleiki tá, og eg droymi framvegis, sigur Petsi Tvørfoss.
Hendan mikudagin undan kappingin, tá vit hava fingið loyvi at vitja hana eina løtu, hevur hon nógv um at vera, men hon tekur alt við einum smíli. Hon gleðir ómetaliga nógv til hósdagin, tá nógv úr familjuni úr Føroyum koma á vitjan.
Reina sopran røddin úr Gøtu skal syngja sangin Mest når det er regn fyri einum fullum Atletion og kanska fram ímóti einari millión sjónvarpshyggjarum kring alt kongaríkið.
Í hølunum á okkum er at filmslið hjá TV2, sum fylgir Petsi hendan dagin.
Hendan smílandi og sjarmerandi gøtugentan í Aalborg tykist mestsum at sveima runt Atletion í Århus. Hon vekjur ans millum hinar luttakararnar, og tað er heldur ikki so løgið.
Fluttu
Ì summar fekk Petsi studentsprógv, og hon gongur í løtuni á øðrum ári á MGK, sum stendur fyri Musikalskt grundkursus. Eitt skeið, sum vanliga verður mett sum fyrireikandi til konservatorium. Jydsk Musikkonservatorium hevur eina umsókn liggjandi frá Petsi um at verða upptikin sum rútmiskur sangari. Tað verður seinni í ár avgjørt, um Petsi sleppur inn á skúlan.
Tá Petsi var níggju ára gomul flutti familjan til Danmarkar og Aalborg. Farið varð úr Gøtu til Danmarkar í sambandi við at pápi Petsi, Òli Jákup Tvørfoss, skuldi nema sær útbúgving. Ætlanin var ikki, at steðgurin skuldi gerast nógv longur enn hálvtannað ár, men so byrjaði kreppan at gera um seg í Føroyum, og tá var ikki so líkatil longur at flyta aftur til Føroya.
Petsi sigur, at tey hava kent seg væl í Danmark og hava verið glað fyri hesi seinastu ellivu árini. Familjan er eisini økt, meðan familjan hevur búleikast í Danmark. Petsi eigur eina systir, Òluva, ið mamman, Heidi Tvørfoss, setti í verðina fyri átta árum síðani.
Góða røddin hjá Heidi er eisini ein av orsøkunum til, at steðgurin í Danmark gjørdist so mikið drúgvur. Tey mettu, at Petsi hevði betri møguleikar at fáa góða tónleikaundirvísing í Danmark enn í Føroyum.
Føroyskt, føroyskt
Hóast hon hevur búð ein størri part av sínum lívi í Danmark enn í Føroyum, so kennir hon kortini sterkari bond til Føroya enn í Danmark. Familjan Tvørfoss hevur altíð vitjað nógv í Føroyum, síðani tey fyri ellivu árum síðani fluttu av landinum.
Hvat hava tey føroysku ættarbondini og tað føroyska at siga fyri teg?
- Tað hevur alt at siga fyri meg. Eg havi ongantíð sagt, at eg eri danskari. Eri eg uttanlands, so sigi eg, at eg búgvi í Danmark, men eg eri úr Føroyum. Tá eg eri í Føroyum, so kenni eg meg heima. Tú kanst hava tað gott í Danmark, men tað er ikki tað sama sum í Føroyum, sigur Petsi.
Og tankin um at flyta aftur til Føroya er als ikki fremmandur fyri Petsi.
- Eg kundi gott hugsað mær at flutt aftur til Føroya. Men skal eg menna meg innan tónleikin, so má eg verða verandi í Danmark. Tað eru ikki teir somu møguleikarnir í Føroyum sum í Danmark, sigur Petsi.
Hon hevur hópin av vinum og kennir nógv fólk innan tónleikavinnuna í Danmark, og hetta metir hon gevur henni nakrar møguleikar í Danmark.
Hini í familjuni flyta væntandi aftur til Føroya nakað skjótt, men Petsi ætlar at verða verandi og má klára seg sjálva. Hon hevur ætlanir um at flyta til Århus. Ikki minst í sambandi við hennara útbúgvingarætlanir.
Gerandisdagurin hjá Petsi í Aalborg minnir um tann hjá flest øllum øðrum javnaldrum. Hon er í skúla tveir dagar um vikuna, og ein rúgva av frítíðini verður eisini nýtt til at venja røddina. MGK næmingar hava ikki rætt til SU, og tískil starvast Petsi eisini í Bilka.
Hvønn sunnudag syngur Petsi í kirkjukóri, og hon hevur eisini sungið í einum gentukóri í fleiri ár. Hetta kórið hevur verið so langt sum í Avstralia og í Suðuramerika og sungið.
Petsi er uppvaksin við at fara í kirkju hvønn sunnudag.
- Eg havi ongantíð fingið at vita, at eg skuldi fara í kirkju. Eg havi tað ikki sum onnur ung, at hetta er nakað, sum mann noyðist at gera og ikki kann fara í býin leygarkvøld. Mær dámar væl at byrja vikuna við at fara í kirkju sunnudagar. Tað havi eg altíð gjørt, sigur Petsi.
Kristna trúgvin og tað andaliga er nakað, sum Petsi sigur seg hava at halda seg til.
-Eg gangi í býnum og gera ting, sum øll onnur gera. Men eg havi tað andaliga hjá mær, sigur Petsi.
Umvegis vinmann
Petsi smílir og trekkir kroppin saman, tá hon skal greiða frá um, hvussu øll søgan um hennara luttøka í Melodi Grand Prix byrjaði. Tú sært á henni, hvat henni dámar at práta um, og hvat hevur hennara áhuga.
Hóast hon sum heilt lítil droymdi um at gerast eins og Sissel Kirkjubø, so er Petsi ikki nakar Grand Prix fan, ei heldur hevur hon í áravís havt ein dreym um at sleppa at luttaka í Grand Prixnum.
- Eg plagdi at hyggja, tá eg var lítil, men tað hevur ongantíð verið nakað eg bara skuldi síggja, sigur Petsi.
Hesa seinastu tíðina, síðani hon trein inn í Melodi Grand Prix heimin, rópar hon fyri at hava verið eitt sindur langt úti.
Søgan byrjar á studentaskúlanum í Aalborg. Har var Petsi við í einum bólki saman við tveimum dreingjum, Jonas og Lassa. Hesir báðir vóru við í Melodi Grand Prix í 2002, tá Pætur við Keldu eisini var við. Teir róptust seg fyri Luna Park og gjørdust nummar tvey við sanginum Sommerregn. Upprunaliga sang Petsi kór til hendan sangin, men hon var so ikki við, tá sangurin skuldi framførast í Melodi Grand Prix.
Pápi Lassa kallast Niels Drevsholt. Hesin er víðagitin í Grand Prix høpi í Danmark, har hansara sangir fleiri ferðir eru endaðir millum teir fremstu. Petsi lærir at kenna Niels, og hon syngur eitt sindur fyri hann í sambandi við lýsingar og annað.
Fyri tveimum árum síðani skrivar Niels Drevsholt sangin Mest når det er regn. Petsi syngur demo útgávuni. Hon er óvitandi um, at Niels sendir sangin inn til upptøkunevndina fyri Melodi Grand Prix.
Brádliga ein dag, tá Petsi er úti og spælir tónleik, ringir Niels til hana og sigur, at hann skal á fund við Danmarks Radio, og um hon hevur hug at syngja Mest når det er regn í Melodi Grand Prix.
- Eg gjørdist rættiliga illa við. Men eg valdi at taka tað róliga og fór heim at tosa við foreldrini um hetta. Eg hevði allatíðina hug, og tá eg so hevði tosað við tey, so boðaði eg Niels frá, at eg tók av møguleikanum, og Danmarks Radio helt eisini, at tað var eitt gott hugskot, sigur Petsi.
Sangurin Mest når det er regn snýr seg um at sakna ein annan. Og sum tey flestu hava gitt, so er saknurin størst, tá tað regnar. Petsi sigur, at lagið er eitt "upptempo" lag, sum byggir á eitt flótandi vakurt lag, men samstundis eisini rúmar møguleikan at røra seg eitt sindur til tónleikin. Hon metir sjálv, at sangurin riggar sera væl til hennara rødd. Teksturin er eitt sindur melankolskur, sigur Petsi.
Tað varð ikki almannakunngjørt fyrr enn 7. januar, hvørji skuldi vera við í Melodi Grand Prix. Frá november til januar, skuldi tað so haldast loyniligt, men tað eydnaðist kortini ikki at halda leysatíðundunum burturi, men tað leggur Petsi ikki so nógv í.
- Eg havi nú glett meg í longri tíð, og eri fyrireikað og til reiðar, sigur Petsi, sum í sama viðfangi avdúkar, at tað kortini kitlar í búkinum, men tað er bara spennandi, heldur hon.
Tað er alstórum týdningi, at tónleikurin ikki verður at hoyra alment fyrr enn á fyrsta sinni til aðalroyndina, sum er nakrar tímar undan sjálvari kappingini leygardagin.
Petsi letur ógvuliga væl at fyrireikingunum.
- Alt er ótrúliga proffessionelt, og øll eru sera fitt, og eg sleppi undan at hugsa um nakað annað enn at syngja, sigur Petsi.
Hvat kanst tú læra frá hesari tíðini?
- Eg læri nógv um, hvussu eg skal fyrihalda meg yvirfyri fjølmiðlum, og hvussu eg sjálv eri, tá eg práti við fjølmiðlar. Og so eru tað heldur ikki øll, sum sleppa at vera við í Melodi Grand Prix, sigur Petsi.
Hon royndi at sleppa við í Stjerne for en aften, men slapp ikki inn um gáttina, men Melodi Grand Prix er eisini nógv betri, sigur Petsi skemtandi.
Dentur á røddina
Fyri Petsi hevur tónleikurin ómetaliga nógv at siga. Hennara fremsti áhugi er nakað, hon tekur í størsta álvara.
- Tað týdningarmesta fyri meg er at sleppa at liva av tónleikinum - á ein ella annan hátt. Hevði eg í sambandi við Grand Prixið kunna sloppið at givið okkurt út og kanska kunna liva av tí eftirfylgjandi, so hevði tað bara verið perfekt. Men eg søki eisini inn á konservatorium, tí eg eri eisini áhuga í at læra. Málið er ikki konservatorium í sær sjálvum, men at sleppa at geva út og liva av tónleikinum. Tað er kortini bara ikki nakað, tú kanst satsa upp á hendir beinanvegin. Hetta er nakað, sum eg arbeiði fram ímóti, sigur Petsi.
Petsi hevur leingi vita, at hon vildi gerast sangari burturav. Àhugin hevur at kalla altíð verið tilstaðar.
Men hvat leggur Petsi dent á í tónleikinum í sær?
- Eg vil gjarna hava røddina fram. Tað er tann mátin, eg úttrykki meg uppá. Tónleikurin skal helst vera einfaldur, soleiðis at øll kunnu fyrihalda seg til hann. Har nýtist ikki at vera ov nógv sós á, sigur Petsi.
Sjálv kallar Petsi sín tónleikastíl fyri popp og kanska eitt sindur country kent. Hon strembar eftir einum akustiskum ljóði í sínum tónleiki.
Hvat er so tað, sum drívur verkið innan tónleikin?
- Tað er tað at upptraðka. At spæla fyri fólki er ótrúliga spennandi og siga eina søgu gjøgnum tónleikin. Nú havi eg eisini roynt meg eitt sindur í studio, og tað er eisini ómetaliga spennandi. Har roynir tú at finna eina hald í tónleikinum - at fáa alt at hanga saman, sigur Petsi.
Petsi hevur enn sína fyrstu sjálvstøðugu útgávu til góðar, men hon hevur roynt seg sum kórsangara á onkrari útgávu og hevur eisini verið í studio í sambandi við lýsingar. Allir ársins Melodi Grand Prix sangir verða givnir út á einari fløgu, og hendan er liðug innspæld og verður útgivin stutt eftir kappingina.
Petsi arbeiðir sjálv við nøkrum tekstum, men hon sigur sjálv, at hon enn eigur at útviklað seg meira sum sangskrivari, áðrenn nakar av hesum sangunum kann gevast út.
- Sleppi eg at geva okkurt út í ár, so verða tað ikki mínir egnu tekstir, eg fari at syngja. Eg vil gjarna fyrst og fremst nýta orku upp á at menna røddina, sigur Petsi.
Roknar við stuðuli
Alt er ógvuliga loyniligt undan einari tílíkari Melodi Grand Prix kapping. Vit mugu svørja dýrt, at vit ongan tónleik hava hoyrt. Og vit fáa heldur ikki Petsi at syngja nakrar strofur úr Mest når det er regn.
Danskar veddingarfyritøkur hava gjørt hana til ein av favorittunum at vinna kappingina, men hetta tekur Petsi ógvuliga róliga. Ein av orsøkunum til, at hon verður mett sum favorittur er tann væntandi nógvi stuðulin úr Føroyum.
- Eg eri ótrúliga errin av, at sleppa at vera við og umboða Føroyar. Og eg eri ógvuliga takksom fyri tann stóra stuðul, eg havi fingið úr Føroyum. Familjan hjá mær í Føroyum kann ikki gloppa hurðina, uttan at fólk vilja práta um meg og Melodi Grand Prix. Tað er gott at hoyra, sigur Petsi.
Leygarkvøldið fer hon á pallin í einum spildurnýggjum kjóla, sum ungi sniðgevin Morten Underbjerg úr Aalborg hevur evnað til endamálið. Mest når det er regn verður spældur sum tann triði sangurin í røðini, og Petsi kennir seg hava góðan stuðul aftanfyri seg.
- Eg kenni tað sum um, at eg ikki skal prógva nakað fyri mínum egnu. Fólk gleða seg at hoyra meg, og tað ger tað so nógv lættari, sigur Petsi.
Vónirnar hjá henni eru at enda millum tey fimm bestu. Tankin um at vinna kappingina, hevur hon sjálvandi havt í høvdinum, men hon roynir at halda hesum tonkunum burturi. Um so var, at hon vinnur, so sleppur hon til Turkalands til í fyrsta umfari eina semifinalu og kanska eisini finaluna.
Hóast hon ikki hevur nakrar stórvegis viðmerkingar til støðuna sum favorittur, so fáa vit hana at siga, at hon roknar í øllum førum nøkrum uppringjum til Danmarks Radio úr Gøtu.