Eygleiðarar høvdu væntað, at Bush fór at taka búskaparmál ella kríggið í Irak fram, nú hann av álvara er farin undir valstríðið upp undir forsetavalið í heyst, men hann valdi eitt heilt annað evni.
Týsdagin kunngjørdi Bush, at hann fer at virka fyri, at hjúnarlag ímillum samkynd verður mett sum brot á amerikonsku grundlógina. At hann metir málið álvarssamt sást á orðalagnum, sum minti um álvaran aftan á atsóknirnar tann 11. september í 2001.
Tað fall mongum fyri bróstið, at forsetin helt hjúnarlag ímillum samkynd vera tað týdningarmesta at draga fram. Í fyrra lagi USA stendu framman fyri nógvum hóttanum, sum eru munandi størri ann tað samkynda hjúnarlagið, og harafturat er nógv, sum forsetin kann rósa sær av. Í øðrum lagi er hjúnarlag ímillum samkynd ikki eitt veruligt evni til valstríðið. 38 amerikanskir statir hava longu boðað frá, at teir viðurkenna ikki samkynd hjúnarløg, og í 1966 samdust Clinton-stjórnin og Kongressin um eina lóg, sum sigur, at stjórnin viðurkennir heldur ikki hjúnarlag ímillum samkynd, og at tað stendur teimum einstøku statunum frítt, hvørja støðu teir taka.
Ørkymlaðir veljarar
Men hví tekur Bush so hetta evnið fram? Jú, tí hann veit, at í einum valstríði er umráðandi at finna eitt støði og at virka út frá tí, og tað er júst tað, hann nú ger. Grundstøðið í tí republikanska flokkinum eru tey, sum seta siðalæru og kristnu læruna í hásætið. Í fleiri statum sita hesi við valdinum, og kann forsetin ikki fáa tey at arbeiða fyri seg, kann hann ikki vinna valið í heyst.
Kanningar aftan á valið fyri fýra árum síðani avdúkaðu, at tá vóru seks milliónir færri av hesum veljarunum á vali enn á kongressvalinum í 1996, og í seinastuni hava fleiri teirra sagt seg vera misnøgd við forsetaskeiðið hjá Bush. Eitt nú fýlast tey á, at kenslumálaráðið hevur ov stóra ávirkan á skúlaverkið og frálæruna har, og tey halda eisini, at stjórnin nýtir ov nógvar pengar til list. Felagsskapurin Christian Coalition vil vera við, at bæði kenslumálaráðið og tann almenni listargrunnurin hava eina samkynda dagsskrá, og í síðstu viku skrivaði blaðið Washington Times, at tann átrúnaðarligi høgravongurin av ørkymlaður av Bush.
Tí leggur forsetin nú eftir teimum samkyndu fyri at vinna álitið millum tey víðgongdu átrúnaðarligu aftur. Hesi hava neyvan frøtt seg framman fyri sjónvarpsskugganum í seinastuni, har glaðir menn hava kyst hvør annan uttan fyri ráðhúsið í San Fransisco. Meiningakanningar vísa eisini, at flestu amerikanarar hava somu áskoðan sum forsetin, tí 59 prosent siga seg vera ímóti samkyndum hjúnarløgum. 34 prosent eru fyri.
Ikki bara vinningur
Men tað er ikki vist, at tað er ein fyrimunur fyri forsetan at taka tað samkynda hjúnarlagið upp í valstríðið. Tí minst fýra trupulleikar eru við hesum.
Í fyrsta lagi kunnu fólk fáa ta uppfatan, at forsetin er í neyð, og at hann tí hevur tikið evnið upp. Hetta kann verða tulkað, sum at hann roynir at skáka sær undan øðrum evnum so sum hansara egnu hermannatíð, krígnum í Irak, tí ovurstóra hallinum á fíggjarlógini og sínum egna trúvirði.
Í øðrum lagi er forsetin farin niður av leiðarapallinum. Undan valstríðnum ætlaði hann at nýta forsetaembætið sum støðið og at vísa seg sum statsmannin, ið ikki legði í smámál ella tað, ið verri er. Men nú er hann ikki longur statsmaðurin, men eitt vanligt valevni í valstríðnum.
Í triðja lagi vilja amerikonsku veljararnir fegnir hava eitt valevni, sum er bjartskygt, og sum umfatar alt, og yvirhøvur hava amerikonsku veljararnir lítlan samhuga fyri teimum ytstu á tí átrúnaðarliga vonginum. Við sínum seinasta útspæli hevur forsetin gjørt, at nógvir veljarar fara at uppfata hann sum ein, ið skilir heldur enn savnar, og taðer ikki tað, veljararnir vilja hava.
Í fjórða lagi hevur hann við orðum sínum um tey samkyndu fingið øði í andstøðuna, tí er tað nakað, sum demokratunum ikki hóvar, so eru tað royndir at gera amerikanskar minnilutar til syndabukkar.