Best undir trýsti

- Í steypakappingini ert tú úti, um tú tapir, og tað er eitt trýst, sum hóskar okkum væl, helt liðskiparin hjá StÍF eftir finalusigurin

Steypaprát

At StÍF er steypalið burturav, er nokk eingin loyna longur. Gaman í heur liðið seinnu árini verið fastur partur av oddinum í føroyskum manshondbólti, men fimm steypafinalur innan seks ár, og tríggir finalusigrar í fýra ár bera boð um, at tað er okkurt heilt serligt við liðnum.
Og liðskiparin hjá StÍF, Jón Rasmussen, er ikki heilt ósamdur í, at steypakappingin hóskar seg væl til liðið.
- Tað er onkursvegna soleiðis, at vit trívast betri, tá nógv stendur upp á spæl. Í steypakappingini er tað soleiðis, at tú als ikki hevur ráð til at tapa, og tá klára vit ofta at lyfta okkum sjálvar. Í so máta kann man kanska siga, at tað er stórt spell, at landskappingini ikki koyrir eftir gamla leistinum við finaludysti, men tað má so vera tað.

Gloym landskappingina í dag
Um dystin hesaferð helt Jón, at tað til tíðir stóð nógv á, men at liðið eisini her vísti eginleikan at reisa seg undan trýstinum.
- Tað gerst heilt spennandi ta einu løtuna, og teir koma eisini upp á 19-18, men so fáa vit aftur takið, tá teir ikki megna at halda høvdinum nóg kalt, og so haldi eg, at vit takið. Í øllum førum gjørdist tað ikki heilt so spennandi aftur í dystinum, og seinastu løtuna var eg als ikki í iva um, at vit høvdu vunnið.
Sum sagt, so merkti úrslitið triðja steypasigurin í fýra ár til strandingar, men hóast fagnaðin um hetta og hóast ein móttøka stóð á skránni í bygdarhúsinum, tá liðið kom heim, so hevur liðið eisini sítt at hugsa um í landskappingini. Ikki minst komandi vikuskiftið, tá Kyndil er mótstøðuliðið, men hetta tóktist tó ikki vera nakað, sum leikararnir hugsaðu um leygardagin.
- Í kvøld hugsa vit so ikki um Kyndil. Tað er sjálvandi eisini ein sera týdningarmikil dystur, men nú mugu vit fyrst og fremst njóta sigurin í dag, segði ein fegin liðskipari at enda.