savnar seg um stødd og lit á hundalortum. Hvussu kann hon droyma um at verða lukkulig? Sambært Greg eru góðu løturnar at líkna við ein breyðristara. Teir hava bert eitt ávíst haldføri, so verður tú noyddur [...] spurnarblaðnum. Um ikki, kunnu teir ikki brúkast. Lívið er ein breyðristari Greg hóskar heldur ikki inn í heimin hjá Helen, tí hon trýr uppá eydnuna. Á útferðini saman við Greg tosar hon um góða veðrið og [...] in um avmarkaða haldvirðið av góðu løtunum hevur etið seg inn í hann. Hann fær kvett løtuna av, meðan tíð er, og fer víðari, víðari ? Aids-sjúki Pete verðu settur fram, sum eitt náðileyst prógv um, at
her, at hann fyrstu ferð hoyrdi um Bhutan. - Eg sá eina lýsing í einum blaði, har Drukair søkti eftir tekniskum leiðara, og eg helt hetta sá áhugavert út, tí talan var um sama arbeiði, sum eg hevði havt [...] liggur í hálendinum í Himmalayafjøllunum. Annaðhvørt kanst tú koyra við bili úr India til býin Phuentsholing í sunnara parti av landinum, ella kanst tú fara við flogfari til býin Paro, har einasti flogvøllur [...] Anna og Tummas Jacobsen. Men talan er ikki um ein størri bý, tí fólkið býr spjatt yvir stóra dalin. - At koma til Bhutan var sum at koma inn í ein heim, ið tú einans trúði fanst í søgubókum ella í hugaheiminum
hava sum faðir? Um Gud er faðir tín, so elskar tú hann. So trýrt tú á hann, so heldur tú teg til hansara, so lýtir tú á hann, og so væntar tú tær alt gott frá honum. Sjálvandi snávar tú av og á, men lívsleið [...] til faðir er nakað, sum tú mást føðast inn í. At verða føddur er ikki nakað, ein sjálvur kann gera. Tað er ein gáva, sum vit fáa, endurføðingargávan. Ta gávuna fingu eg og tú í dópinum. Tú vart borin til [...] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.« Byrjan Hvørs sonur ert tú? "Hvørs sonur ert tú?" verður mangan spurt, tá ið fólk møtast
eisini vera. Tá tú ættleiðir eitt barn, mást tú minnast til, at tað hevur eina fortíð og kemur úr einum umhvørvi, tú onki kennir til. Barnið er eitt lítið sjálvstøðugt menniskja, og tað skalt tú hava virðing [...] eina fortíð, vit ikki kenna so nógv til, siga tey. Tá tú ættleiðir eitt barn, mást tú beinanvegin gera tær greitt, hvat og nær tú ætlar at fortelja tí um sína fortíð. Vit hava avgjørt at fortelja Karini alt [...] vita vit ikki. Vit hava ongantíð hugsað um at krógva nakað fyri Karini, og tað hevði heldur ikki borið til. Eg eri sannførd um, at tað bara er ein spurningur um tíð, til myrk ættleidd børn sjálvi byrja
at eitt par ikki kann fáa børn, fáa tey tilboð um ísáðing, oftast uttan at ættleiðingarmøguleikin yvirhøvur verður nevndur. Tú sært heldur ikki faldarar um ættleiðing liggja í bíðirúminum hjá læknanum ella [...] Vit siga ikki, at ættleiðing er betri enn nakað annað. Tað má verða upp til fólk sjálvi at avgera. Men tað kunnu tey bara, um tey fáa nøktandi upplýsingar um tann møguleikan, og tað meta vit ikki, at tey [...] at finna tilfar um ættleiðing á bókasavninum, tí tilfarið ikki er skipað undir einum bólki. Á heimasíðuni er tí ætlanin at hava eitt yvirlit yvir bøkur um evnið saman við upplýsingum um ættleiðingartreytirnar
Maureen fer til veitsluna og tekur Pato við sær heim, nakað sum mammuni ikki dámar væl. Nógv hørð orð fella millum møðgurnar um Pato og Maureen og um nøringina, og ávísir kropspartar verða nevndir til at [...] vit síggja í Føroyum hvønn dag. Og hugsa so fyri tær sjálvum, um tú ikki hevur sæð hetta onkustaðni fyrr í tínum egna lívi. ???? Fakta um sjónleikin Týtt og leikstjórnað: Egi Dam Maureen: Ria Tórgarð Mamman [...] Leenane" snýr seg um dreymar, sum ikki eru uppfyltir. Helst øll fólk kenna seg aftur í hesum sjónleikinum, sum vísir mannaættina frá síni bestu, men eisini ljótastu síðu. Sjónleikurin er eisini um vón í einum
tosað um dystin alla vikuna. Ung sum gomul tykjast øll hugsa um hondbóltin, og so sanniliga eisini fólk, sum eg ikki hevði ánilsi av høvdu áhuga fyri hondbólti. Tú merkir veruliga, at hetta er nakað heilt [...] fyrireiking, so dugir Bára ikki so væl at siga nakað ítøkiligt um, júst hvørjar fyrireikingar verða nýttar til hendan dystin. - Fyrst og fremst, so royna vit at hugsa um okkara spæl. Sjálvandi er venjingin fram [...] steypakappingini. Er ikki nakað úr teimum dystunum, sum tit kunnu nýta? - Eg veit ikki rættiliga, hvussu nógva orku vit vilja brúka til hasar dystirnar. Teir eru farnir, og hjá okkum ræður um at líta frameftir
hevur gloymt alt um tær. Men tær hava ikki gloymt teg, og nú spøkja "Vinkonurnar" aftur í Atlantis. Skúlagarðurin Tú verður ávarað, longu áðrenn tú fert inn í sjónleikarahølið: Alt, sum tú nú fert at síggja [...] "Tað er ikki fyri mark at krevja nakað av áhugaleiki". Nakað soleiðis segði ein av okkara meir bersøgnu ummælarum herfyri í sínum ummæli av einum áhugaleiki. Veit ikki, um eg skilti hann rætt, men viðmerkingin [...] mánaðir uppá venjing undir truplum umstøðum, um hann onki hevur uppá hjarta, og onki heldur seg hava at bjóða. Tað vita vit, og tí taka vit tey í álvara og vænta nakað av teimum. Við leikinum "Vinkonur" prógvar
at har er so nógv at tosa um, tí fleiri fólk í Mikladali, og onkur á Trøllanesi, búgva longu í Klaksvík. Eg haldi eisini, at tú skyldar øllum lesarum at fortelja teimum, at tú ert maður Olgu Biskopstø, [...] útoyggj? Skriva ljót lesarabrøv um sakir, sum ikki viðkoma tær? Spilla fólk út? Í Mikladali búgva so fá fólk, og tað er ongin loyna, at har er næstan vónleyst at fáa nakað gjørt, tí har er onki fólk at fáa [...] topparnir í Útoyggjanevndini, arbeiða fyri at gera tað liviligt hjá fólki á útoyggj. Eg veit, hvat eg tosi um, eg eri nevniliga flutt haðani, og eg vóni ikki, at landsstýrismaðurin í útoyggjamálum (og
stemningur yvir tónleikinum hjá Enekk, sum ein og hvør veit, ið hevur lurtað eftir honum. Tað er sum eitt etniskt rák gongur aftur í stílinum, um tað so er eitt skjaldur ella ein rock sálmur teir framføra [...] hann veksur um orkuna og improviserar sínar eyðkendu skalair út í rúmið. Kári upp-traðkar afturhaldandi, nærmast smæið og undirspælt, men tað klæðir bæði honum og Enekk sera væl. Tað er sum um ein gerst [...] okkum djúpt í kensluhavinum. Hetta er tónleikur sum krevur nakað av lurtaranum og tískil ikki kann samanlíknast við lættan popp tónleik. Onki ringt um poppin, men hann glíður nú heldur lættari niður og fer