Útoyggj ella útdoyggj?

Jonna Justinussen



Er hatta mátin, Ábraham Mikladal, at gera tað meira liviligt hjá fólki á útoyggj? Skriva ljót lesarabrøv um sakir, sum ikki viðkoma tær? Spilla fólk út?

Í Mikladali búgva so fá fólk, og tað er ongin loyna, at har er næstan vónleyst at fáa nakað gjørt, tí har er onki fólk at fáa. Sjálvandi skal Mikladals Kommuna leggja saman við Klaksvíkar Kommunu, tá verður Mikladalur ein "býarpartur", har fólk kunnu flyta til, líka so væl sum Trøllanes eisini verður ein "býarpartur". Hetta ynsktu Trøllanesfólk, tá eg búði og var lærari í Mikladali. Annars haldi eg ikki, at har er so nógv at tosa um, tí fleiri fólk í Mikladali, og onkur á Trøllanesi, búgva longu í Klaksvík.

Eg haldi eisini, at tú skyldar øllum lesarum at fortelja teimum, at tú ert maður Olgu Biskopstø, sum er forkvinna í Útoyggjanevndini. Tástani gevur títt skrivarí meining, tí nú kann ein og hvør rokna út, hvussu tit, topparnir í Útoyggjanevndini, arbeiða fyri at gera tað liviligt hjá fólki á útoyggj. Eg veit, hvat eg tosi um, eg eri nevniliga flutt haðani, og eg vóni ikki, at landsstýrismaðurin í útoyggjamálum (og harvið vit øll) gevur tykkum nakra samsýning fyri tykkara "arbeiði".