Sjónleikur
??????????????
Minnist tú heksina frá tínum flokki, sum altíð avgjørdi, hvør slapp uppí ella ikki, og sum allar vildu vera vinkonur við? Ella hina, sum altíð hekk uppi í reyvini á øllum, bara fyri at hava onkra at fylgjast við? Og so hana sjálva á fremsta bonki, sum dugdi alt og skrivaði so forbiðið pent.
Oys, tær vóru troyttandi. Gott, man hevur gloymt alt um tær.
Men tær hava ikki gloymt teg, og nú spøkja "Vinkonurnar" aftur í Atlantis.
Skúlagarðurin
Tú verður ávarað, longu áðrenn tú fert inn í sjónleikarahølið: Alt, sum tú nú fert at síggja og hoyra, skal takast við fyrivarni. Líka stórum fyrivarni sum tað, 12-13 ára gamlar gentur kunnu finna uppá at skriva í eina poesibók, og tað sigur ikki so lítið. Síðurnar hjá Em, Bee og Chris eru skræddar úr poesibókini og settar saman sum leikskráin til sjónleikin "Vinkonur." Eitt sera hittingarsamt hugskot, sum bumbar teg lúkst aftur í skúlagarðin, har vinkonur vórðu skiftar út líka skjótt og eirindaleyst, sum penalhúsið ella plakatirnar av poppstjørnum á veggin-um.
18 ár seinni. Vinkonurnar eru nú í 30?unum, men hóast útbúgving, familja og karriera eru komin afturat, standa tær framvegis fangaðar í sálarliga skúlagarðinum.
Klokkan
Klokkan er átta hetta leygarkvøldið í Atlantis. Tað er hon eisini í summarhúsinum í Fraklandi, har Em, Bee og Chris hittast aftur. Og eins og vit áskoðarar seinni hetta kvøldið fara at ivast eina løtu, um tað nú er aftur ella fram klokkan skal flytast til summartíð, byrjar leikurin eisini við hesi afturvendandi trætuni.
Frá byrjan verður tíðin eitt lutfallsligt hugtak á sama hátt, sum minnini frá fortíðini. Sjálvt um tær ætla tað øðrvísi, er tað, sum hendir hetta kvøldið í summarhúsinum í veruleikanum eitt framhald av klandrinum á veg í og úr skúla. Klandrið er nú vorðið eitt sofistikerað maktstríð, har vinkonurnar krampakent royna hvør í sínum lagi at fáa eithvørt slag av uppreisn við at venda gomlu leiklutunum á høvdi. Men tað er ikki so einfalt, tí upplivingar, sum hava fylgt einari alt lívið, hevur ein onnur púra gloymt. Tað, ein minnist við ræðslu, minnist ein onnur sum tað bera tvætl. Og meðan teirra ymisku útgávur av hendingunum so við og við splintra illusjónina um eina felags fortíð, gerast tær tríggjar alsamt meir fremmandar hvør fyri aðrari. Vóru tær í grundini nakrantíð vinkonur? Er tað yvirhøvur nøkur meining í at hittast aftur? Var hetta ikki mest av øllum eitt vinalag, tær allar helst vildu verið fyri uttan?
Lova mær út!
"Spyr hana, hví eg havi klaustrofobi", rópar Bee aftur og aftur, og røddin piprar av ræðslu. Minni um spælið hjá Chris, har Bee skuldi jarðast í einum 3 metur djúpum holi, tí hon luktaði so illa, hevur fylgt Bee alt lívið, og nú vil hon sleppa upp, út, langt burtur frá hesum sjúka vinalagnum. Men Chris er eisini á veg burtur. Hon hevur sett eitt lag á fløguspælaran og syngur droymandi um at sleppa "at dansa hetta lokkanetið av okkum." Eftir gongur Em og roynir framvegis at rudda upp í fortíðini, inntil eisini hon gevur upp og finnur sín egna skelkandi máta at enda hesa ræðusøguna.
Men klokkan skal jú flytast hetta kvøldið. So um nú Em flytur klokkuna ein tíma fram og ein aftur, er seinasta hendingin jú ongantíð hend, ella hvussu ?
Halt ondini
Leikurin byggir ikki á eina vanliga søgugongd, har ein hending førir eina aðra við sær. Tað eru leikarnir og samanspælið teirra millum, ið ber leikin uppi og fær søguna at flyta seg. Og tað megna tær tríggjar Jacobina Heinesen, Jakobina Joensen og Eyð Matras sum ávikavist Em, Bee og Chris framúr væl. Eitt orð, eitt eygnabrá, eitt skift í tónalagum og huglagið á pallinum broytist, sum vórðu leikarnir raktir av einum snarljósi. Tað er ógjørligt hjá áskoðarnum at gita seg til, hvat fer at henda, og tí situr tú sum á nálum og heldur ondini og varnast ikki, at ongin pausa var, fyrr enn leikurin er liðugur.
Slíkt krevur sín leikara. Eg dugi illa at ímynda mær nakran, ið kann spæla so sannførandi fjálturstungin og bláoygd, sum Jacobina Heinesen. Eyð Matras hevur tað, ið skal til fyri at fylla pallin bert við sínum andlits- og eygnabrøgdum, meðan Jakobina Joensen hevur ein serligan eginleika til at tykjast fullkomiliga órørlig og kensluleys. Tess ógvusligari verður tað, tá hon umsíðir brestur við sínum eirindaleysu avdúkingum, har ongin verður spardur fyri teir andstyggiligu smálutirnir. Eftir mínum tykki, eru tað eisini hesi brotini við ákærunum frá Bee, sum raka dyggast og standa sterkast í leikinum.
Nýskapandi
"Tað er ikki fyri mark at krevja nakað av áhugaleiki". Nakað soleiðis segði ein av okkara meir bersøgnu ummælarum herfyri í sínum ummæli av einum áhugaleiki. Veit ikki, um eg skilti hann rætt, men viðmerkingin fekk meg at hugsa um skúlakomediur, har eitt væleydnað avrik merkti á leið tað sama sum, at ongin datt av pallinum ella gjørdi mammu og mostir fyri skommum.
Undir øllum umstøðum er samanberingin heilt burturvið. Ongin áhugaleikari fer at brúka mánaðir uppá venjing undir truplum umstøðum, um hann onki hevur uppá hjarta, og onki heldur seg hava at bjóða. Tað vita vit, og tí taka vit tey í álvara og vænta nakað av teimum.
Við leikinum "Vinkonur" prógvar Klaksvíkar Sjónleikarfelag enn einaferð, at vit ikki skulu vera bangin fyri at krevja nakað av áhugaleiki, og at tey heldur ikki eru bangin fyri at krevja nakað av sær sjálvum. Nýggi sjónleikurin hjá felagnum er nýskapandi og øðrvísið, bæði í innihaldi og uppseting, og boðar frá einum áhugafelag, ið ikki ræðist avbjóðingar ella at ganga nýggjar leiðir á pallinum.
?????????????????????????????????????
Fakta um »Vinkonur«
Em:Jacobina Heinesen
Chris:Eyð Matras
Bee:Jakobina Joensen
Týðarar:Andreas Justesen og Birita Mohr.
Pallmynd
og búnar:Edward Fuglø
Leikrit: Tamsin Oglesby
Leikstjóri: Birita Mohr