SJÓNLEIKUR/ UMMÆLI
Sleeping Around er ímyndin av einum sundurpettaðum heimi, har menniskju eru programmerað til at reika friðleys runt, tí lívið er ein millumstøð, og materialisma er Gud. Lýsingar hava hertikið mánan, har eitt Colamerki stendur og blinkar, og á jørðini eru menniskjuni vorðin tilvildarlig hagtøl. Tað ræður um at fylgja rákinum og minnast til, at menniskju, eins og aðrar vørur, skulu brúkast, áðrenn seinasta søludag.
Onki innaní
Teir seks leikarnir hava allir minst tveir leiklutir. Í løtum, kann tað vera trupult at halda skil á, hvør er hvør, men tað hevur minni at týða. Hetta eru menniskju, sum skifta samleika alt eftir, hvør støðan er - sum vørur, ið laga seg eftir eftirspurningi. Tey eru zombies, líka sum brúnu pakkarnir, Kate stendur og pakkar upp, bert fyri at finna uppaftur fleiri akkurát líka brúnar pakkar innaní inntil hon kemur inn í kjarnuna: Eitt telduspæl við eini barnarødd, ið er programmerað til at siga: »Eg elski teg, mamma.«
Menniskju eru sum Coladrykkirnir, Greg skal døma í eini royndarsmakking. Allir smakka líka, men ein líkist framtíðini - tóm, bleik og fær tenninar at rotna. Tað hjálpir ikki, at Annie biður hann samanlíkna drykkirnir við eitt konufólk, hann kundi hugsað sær at farið í song við. Hann ivast, og tað er tað ikki pláss fyri, á spurnarblaðnum hjá Annie. Har skulu Coladómarnir hóska inn í teigarnir á spurnarblaðnum. Um ikki, kunnu teir ikki brúkast.
Lívið er ein breyðristari
Greg hóskar heldur ikki inn í heimin hjá Helen, tí hon trýr uppá eydnuna. Á útferðini saman við Greg tosar hon um góða veðrið og fuglaljóð, meðan hann savnar seg um stødd og lit á hundalortum. Hvussu kann hon droyma um at verða lukkulig? Sambært Greg eru góðu løturnar at líkna við ein breyðristara. Teir hava bert eitt ávíst haldføri, so verður tú noyddur at keypa tær ein nýggjan. Greg heldur allatíðina eyga við seinasta salgsdegi og gongur tí við fleiri urum uppi á sær. Í eini ørkymlaðari roynd at bjarga løtuni og samveruni flytur Helen urið hjá Greg aftur, men sannføringin um avmarkaða haldvirðið av góðu løtunum hevur etið seg inn í hann. Hann fær kvett løtuna av, meðan tíð er, og fer víðari, víðari ?
Aids-sjúki Pete verðu settur fram, sum eitt náðileyst prógv um, at Greg nokk hevur rætt. Flogternan Lorraine veit eisini, at lívið bert er smáir steðgir á leiðini, og tað kann kanska ugga Pete, sum veit, at ævinleikin er størsta ræðslan.
Sex ella orð
Kenda In-yer-face leikskaldið Anthony Neilson varð einaferð spurdur, hví hansara leikir altíð snúðu seg um sex. »Av somu orsøk sum eg altíð brúki orð í mínum leikum. Sex er ein máti at lýsa samskiftið millum menniskju.«
Persónarnir í Sleeping Around royna seg við sex, tá orð ikki røkka longur. Ella í staðin fyri orð. Hvørki riggar, og leysrivnu sexsenurnar fáa bara meiningsloysið at stinga djúpari. Tær eru allar kaldar, kyniskar og ógvusligar, men tær skaka ongan í einum umhvørvi, har alt hevur mist sín týdning. Og tað er skakandi.
Ongin útgongd
»Sleppið allari vón, tit, ið trína inn higar.« Soleiðis ljóðar fyrsti setningur í modernaða ræðuklassikaranum American Psycho. »Inn higar« er inn í ein sjúkan heim, har kensluloysið og kynisman ráða, tí moralurin er farin í upploysn. Í eini seinastu roynd at vekja eitthvørt í hesum heimi, fortelur høvuðspersónurin og seriudrápsmaðurin sínum vinfólkum út í æsir, hvussu hann pínir og drepir fólk um náttina. Men ongin reagerar, ongin vaknar, tí har er onki at vekja. Vónloysið hevur tikið yvir, tey eru fangað frammanfyri einum skeltiteksti og seinasta setninginum í bókini, ið sigur: »Hetta er ikki ein útgongd.«
Eg dugi heldur ikki rættiliga at hóma nakra útgongd í Sleeping Around. Sami persónur, sum byrjaði fyrsta leikin byrjar eisini seinasta leikin. Onkursvegna tykist leikurin bert at vera enn ein byrjan í ein endaleysari ringrás av somu leikum. Og tó - fyri fyrstu ferð hýsir Sarah, ímillum øll síni hagtøl, tankanum um, at tað er synd í einum øðrum menniskja, eini kvinnu, sum eitur Jane. Men Jane er ein ævintýravera og Sarah er skít. Og vit vita væl, at fullum fólkum og ævintýrum, skulu vit ikki trúgva.
Størsta ræðuløtan
Vandin við einum sjónleiki, ið skal lýsa eitt lív í tómgongd er, at leikurin sjálvur fer í tómgongd. Hesin vandin liggur eisini allatíðina og lúrir í Sleeping Around, men bert til áskoðarin fær ætlaða varhugan av keðsemi. So verður leikbrotið kvett av, og eitt nýtt kemur í staðin.
Hetta ber til inni í leikinum, men spurningurin er, hvussu leingi tað ber til at seta nakað nýtt inn í In-yer-face leikgreinina. Endamálið við henni er at tveita eirindaleysar sannleikar upp í andlitið á áskoðaranum og soleiðis skaka hann til at taka moralska støðu. Mátin er at taka mest víðgongdu hendingar og atburð, vit kunnu ímynda okkum, eitt fet longur. Spurningurin er, hvussu langt tað ber til at fara.
Men kanska er júst hetta tann mest víðgongdi sannleikin, leikgreinin vil fortelja. Greinin yvirlivir, so leingi eitt vet av morali er eftir at taka støðu út frá og í mun til. Løtan, tá tað ikki ber til longur, er løtan, tá allur moralurin er fokin.
Og hon er mest skakandi ræðuløtan av øllum.