Ævintýrhugurin dró

Í skjótt níggju mánaðir hevur søldfirðingurin Tummas Jacobsen starvast sum tekniskur leiðari hjá einasta flogfelagnum í fjarskotna fjallalandinum Bhutan, ið liggur millum India og Kina

- Eg haldi tað mundi vera ævintýrhugurin, ið dró. Og so forvitni.
Síðan 1. juni í fjør hevur 55 ára gamli søldfirðingurin, Tummas Jacobsen, starvast sum tekniskur leiðari hjá flogfelagnum Drukair, har hann hevur ábyrgdina av 40 fólkum á teknisku deild felagsins. Felagið hevur tvey flogfør av slagnum BAE 146, ið eru tey somu, sum eitt nú Atlantsflog nýtir, men sum tó eru nakað minni. Drukair er einasta flogfelag í kongadøminum Bhutan, og har starvast góð 200 fólk.

Lýsing í Aberdeen
Tummas Jacobsen hevur starvast á flogvøllinum í Vágum í yvir 21 ár, Fyrst hjá Flogfelag Føroya, síðan hjá SL-Helikopters, áðrenn hann kom í starv hjá Atlantsflog. Frammanundan hevði hann arbeitt seks ár hjá Grønlandsfly.
Men í 2002 fluttu hann og konan Anna til Skotlands, har Tummas fekk arbeiði hjá Flightline í Aberdeen.
Og tað var her, at hann fyrstu ferð hoyrdi um Bhutan.
- Eg sá eina lýsing í einum blaði, har Drukair søkti eftir tekniskum leiðara, og eg helt hetta sá áhugavert út, tí talan var um sama arbeiði, sum eg hevði havt sum tekniskur leiðari hjá Atlantsflog, greiðir Tummas Jacobsen frá.
Ein starvsfelagi hansara hevði harumframt áður arbeitt hjá Drukair og kundi greiða eitt sindur frá felagnum.
So tá Tummas í marts í fjør fekk í boði at koma til samrøðu í Bhutan um starvið, var hann skjótur at taka av.
- Drukair hevur innført evropeiskar standardir, bæði hvat viðvíkur flúgving og viðlíkahald, og lógarverkið á hesum øki er tað sama, greiðir Tummas Jacobsen frá.
Tí var ikki so trupult hjá Tummasi at seta seg inn í starvið.

Ein annar heimur
Einans tvær farleiðir føra til Bhutan, ið liggur í hálendinum í Himmalayafjøllunum. Annaðhvørt kanst tú koyra við bili úr India til býin Phuentsholing í sunnara parti av landinum, ella kanst tú fara við flogfari til býin Paro, har einasti flogvøllur í landinum liggur.
Í Parodalinum, sum liggur í 2250 metra hædd, og har fjøllini kring dalin røkka heilar 7000 metrar upp í loft, búgva tilsamans umleið 39.000 fólk, teirra millum Anna og Tummas Jacobsen. Men talan er ikki um ein størri bý, tí fólkið býr spjatt yvir stóra dalin.
- At koma til Bhutan var sum at koma inn í ein heim, ið tú einans trúði fanst í søgubókum ella í hugaheiminum. Ein verður førdur aftur í fornar tíðir ? langt burtur frá "civilisatiónini".
Anna og Tummas greiða frá, at landið er tilafturskomið og fær nógva hjálp uttanifrá. Til dømis hevur Danida bygd eitt sjúkrahús í Paro, men ov fá starvsfólk eru til at sjúkrahúsið kann virka til fulnar.
Landið er fruktargott, og nógv verður dyrkað av rísi og grønmeti. Størsta inntøkukeldan stavar frá sølu av elorku til grannalandi India. Høgu fjøllini og stóru áirnar og fossarnir geva góðar møguleikar fyri at framleiða streym úr vatnorku, og landið hevur avtalur við India, ið hevur framt stórar vatnorkuútbyggingar í Bhutan. Harumframt er ferðavinnan gott ískoyti til búskapin í landinum. Tó eru tað ikki krabbagoggurnar, ið vitja Bhutan, men heldur fólk við nógvum dollarum í mappuni, ið serliga gjalda fyri langar gongutúrar í stórslignu náttúruni.
Hóast landið er tilafturskomið hava tey flestu nóg mikið til dagin og vegin, og eingir biddarar eru at síggja í gøtunum.
Hóast tey eru stødd á fjarskotnum stað, so ber til hjá Annu og Tummas at fylgja eitt sindur við í tí, sum fyriferst aðrastaðni. Tey síggja útlendskar sjónvarpsrásir, millum annað BBC World, og eisini hava tey telefon- og internetsamband, hóast hetta til tíðir kann vera nakað svikaligt.
Almenna málið í Bhutan nevnist dzongkha, men harumframt tosa flestu fólk indiska málið hindi og enskt, ið børnini læra í skúlanum.
At enska málið er so útbreitt hevur sjálvsagt gjørt tað lættari hjá Tummas og Annu at samskifta við fólkið á staðnum.
- Fólk her duga væl enskt, og eisini eru tey sera fitt og smílandi, greiðir Tummas frá.

Tjóðarbúnin
Anna og Tummas greiða frá, at tað er krav at ganga í tjóðarbúna í skúla, á almennum arbeiðsplássum og annars til serlig høvi.
Menninir ganga í "gho", ið er ein kyrtil, sum røkkur til knýggja, og sum verður bundin stramt upp við einum vovnum fetli. Kvinnurnar ganga í einum fótsíðum búna, ið nevnist "kira". Til tjóðarbúnarnar verður nýtt litfagurt, hondvovið toy úr ull.
Ein munur, samanborið við londini í vesturheiminum, er úrvalið í handlunum.
- Úrvalið er lítið, mest dósamatur og grønmeti. Og kølidiskar eru eingir. Her í Paro er ein sokallaður kjøthandil, ið millum annað selur høsnarunga. Men høsnarungarnir, ið eru innfluttir úr India, liggja berir í frystiboksum, við høvdi, innvølum og beinum, greiðir Anna frá.
- Eisini skulu vit venja okkum við bara at fáa longlife og turrmjólk, og at einki rugbreyð ella viðskeri er at fáa, leggur hon afturat.

Flúgvandi mekanikarar
Av teimum yvir 200 fólkunum, ið starvast hjá Drukair, eru einans tveir vesturlendingar, Tummas og ein maður úr New Zealandi, ið er leiðari fyri flogdeildini. Hini eru øll úr Bhutan. Lønarlagið er sera lágt, ein mekanikari fær til dømis einans umleið 1500 krónur um mánaðin, og tí ber væl til at hava nógv fólk í starvi.
Tí eru mekanikarar eisini við á hvørjum túri, ið flogførini hjá Drukair flúgva. Hesir eru tó nakað hægri løntir og fáa umleið 2500 krónur um mánaðin.
- Tað er ikki tí at flogførini eru í ringum standi, at vit hava mekanikarar við á hvørjum túri. Men í byrjanini vóru tekniskir trupulleikar uttan fyri Bhutan, og flogførini komu tí at standa, til vit fingu sent mekanikarar avstað. Tí avgjørdi kongurin, at vit altíð skulu hava mekanikarar við, sigur Tummas.
Har á leiðini er tað bara Drukair, ið nýtir hetta slagið av flogførum. Annars arbeiðir felagið við at keypa tvey nýggj Airbus 319 flogfør, ið skulu avloysa gomlu flogførini.
Drukair flýgur til Bangkok í Thailandi, Yangon í Burma, Dhaka í Bangladesh, Calcutta í India, Kathmandu í Nepal og New Delhi í India, og árliga flytir felagið 60.000 ferðafólk.
Arbeiðið hjá Tummas er sum nevnt at hava ábyrgdina av teknisku deild felagsins.

Hitti krúnprinsin
Bhutan er kongsveldi, og sjálvt nevnir landið seg einasta demokratiska monarki í heiminum. Tó liggur størsta valdið hjá konginum, tí 48 ára gamla Jigme Singye Wangchuck, ið er giftur við fýra systrum og eigur 10 børn.
Bhutan hevur tó eitt parlament og ein forseta, og hesin er eisini nevndarformaður í Drukair.
Í november í fjør var krúnprinsurin í landinum og vitjaði flogvøllin í Paro, og tá fekk Tummas Jacobsen høvið til at hitta hann. Krúnprinsurin spurdi, hvaðan Tummas var ættaður, men nærri enn eini frágreiðing um at hann var frá einum lítlum plássi norðan fyri Skotland kom Tummas tó ikki.
Krúnprinsurin vitjaði í samband við eitt átak at bøta um trygdina á flogvøllinum, eftir at indiskir uppreistrarmenn har suðuri í landinum vóru farnir at gera um seg. Nú skulu øll fólk, eisini starvsfólk, kannast, áðrenn tey sleppa inn á flogvøllin.

Glaður fyri tíðina
Í fyrstu atløgu fór Tummas Jacobsen einsamallur avstað, men í heyst fór konan Anna so yvir. Eftir at hava verið heima eina tíð fór Anna herfyri yvir aftur til Bhutan, og nú ætlar hon sær so at steðga til í summar. Anna og Tummas eiga fýra børn, men tey hava tó ikki verið við í Bhutan. Elsti sonurin er í holt við hægri lestur í amerikanska statinum California, næstelsti sonurin býr í Føroyum, meðan døturnar báðar eru í Danmark.
Í fyrstu atløgu undirskrivaði Tummas ein eitt ára sáttmála við Drukair, og hóast bæði hann og konan hava verið glað fyri tíðina, so verður steðgurin ikki longri enn tað eina árið, sigur Tummas.
- Hetta er eitt charmerandi land at vera í, og tíðin hevur verið góð. Men tað kann lætt gerast trivielt her úti, og tí hava vit gjørt av at fara víðari.
Tummas greiðir frá, at Paro er rættuliga isoleraður býur, hóast hann einans liggur góðar 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum Thimpu. Men fjallavegirnir eru sera vánarligir, og tí tekur tað millum tveir og tríggjar tímar at koyra til høvuðsstaðin.
Harumframt hevur arbeiðið tikið nógva tíð, eisini í vikuskiftini, og tí hava møguleikarnir fyri at ferðast verið avmarkaðir.
- Higartil hava vit ikki sæð so nógv av landinum. Men vónandi fáa vit betri stundir til at ferðast í landinum seinastu mánaðirnar her yviri, sigur Tummas.
Bæði hava tey tó verið bergtikin av tí, tey hava sæð av landinum.
- Bhutan er eitt sera vakurt fjallaland, og náttúran skiftir alla tíðina. Her eru stórir fossar, djúpir dalar við rísmørkum og stórsligin fjøll.
Anna og Tummas greiða frá, at tey vistu at kalla einki um Bhutan, tá tey gjørdu av at fara avstað.
- Men forvitni og ævintýrhugurin dróg, og tí fóru vit.
Tey hava ikki gjørt av, hvar leiðin gongur, tá tíðin í Bhutan er av í summar.
- Nei, eg veit ikki. Eg má royna at finna mær arbeiði onkrastaðni í Evropa, heldur Tummas fyri.


FAKTA um Bhutan

Bhutan er buddistiskt kongadømi, ið liggur í Himalayafjøllunum millum India og Kina. Landið er 47.000 ferkilometrar til støddar og líkist nógv Sveits, bæði í stødd og náttúru, og har búgva umleið 750.000 fólk. Høvuðsstaðurin eitur Thimpu.