Eyðun Nolsøe
???????????
Hóast nýggja fløgan hjá Enekk kallast "Meðan vit nærkast jørðini," so fóru teir rættiliga á flog í Bryggjuni leygarkvøldið. Uppi á fimtu hædd bjóðaðu teir okkum innar til eina hugnaliga og intima konsert við eini langari røð av teirra heilt egnu og eyðkendu løgum. Í bólkinum hesuferð vóru góðir menn sum Brandur Jacobsen á trummum, Agnar Lamhauge var aftur at hoyra á kontrabassinum, Óli Olsen sat sum vanligt við klaveri, Heðin Z. Davidsen stóð við el. guitarini og so sjálvandi rosinan í pylsuendanum Kári Sverrisson akk. guitar og sang. Tað er Kári sum myndar bólkin úteftir og sum skapar mesta tilfarið hjá Enekk, sum tað skilst í samstarvi við Óla. Men eisini vórðu løg hjá Óla og Agnar framførd, og sigast má, at tey ikki stóðu aftanfyri restina av materialinum.
Tað er ein heilt serligur stemningur yvir tónleikinum hjá Enekk, sum ein og hvør veit, ið hevur lurtað eftir honum. Tað er sum eitt etniskt rák gongur aftur í stílinum, um tað so er eitt skjaldur ella ein rock sálmur teir framføra. Orðini eru ein undarlig blanding av nærveru og alheimi, av tí tú sært út gjøgnum vind-eyga ein vakran várdag og torskildum filosofiskum hugleið-ingum. Alt samalt blanda saman í hesum sermerkta Enekk pottinum. Røddin hjá Kára megnar sum fáur at bera hesum stemn-inginum uppi, bæði tá hann syngur inniligt og stilt, men eisini tá hann veksur um orkuna og improviserar sínar eyðkendu skalair út í rúmið. Kári upp-traðkar afturhaldandi, nærmast smæið og undirspælt, men tað klæðir bæði honum og Enekk sera væl. Tað er sum um ein gerst góður við hendan fitta, heita persónin á pallinum, uttan at kenna hann. Uttan himpr traðkar hann niður av pallinum fyri at geva pláss fyri hinum tónleikarunum og stillisliga trínur hann framm aftur og fevnur allan salin.
Áhoyrarnir vóru rættiliga forkelaðir hetta minniliga kvøldið í Bryggjuni, tí ikki var spart uppá krútið á pallinum. Vit vórðu leidd heilt aftur til tey fyrstu Enekk fetini, umboðandi ta fyrstu fløguna "Andlit hins tigandi," og blivu samstundis eisini vartaði upp við spildurnýggja tilfarinum av nýggju fløguni. Sjálvur havi eg altíð dámt fyrstu útgávuna serliga væl, men tað sum eg hoyrdi av nýggja tilfarinum stóð ikki eitt vet aftanfyri, heldur tvørturímóti. Her er talan um nakrar sera vakrar sangir, sum heilt nátúrliga leiða Enekk tónleikin longur fram í tíðina. Serstakliga ein sangur við heitinum "Her má vera meira" hugtók undirritaða. Russisk orð, egið lag og sera vakur tónleikur. Nærum eitt sindur Paul Simon inspirera. Eisini sangir úr teimum báðum fløgunum í millum "Fýra nætur fyri jól" og "Ver sterk mín sál" vóru á skránni. Tað er í botn og grund hugtakandi, so fjølbroytt og rúgvusmikið tilfar ið liggur eftir Enekk. Hesir mennirnir eru ungir enn og hava nógv góð ár frammanfyri sær.
Tónleikarnir hava júst verið ein lítlan tour saman í Finlandi, Føroyum og Danmørkini. Hetta hoyrdist væl á saman-spælinum, sum var rætti-liga sannførandi. Serliga væl riggaði skiftini frá sveimandi og óbundnu passagunum yvir í tann harðara, rútmiska tónleikin. Hetta gav framførsluni lív og vísti dirvið hjá Enekk at ganga plankan heilt út. Tað er torført at seta fingurin á nakað negativt við konsertini, uttan so at hon var einar 20 minuttir forsinka. Men tað eru vit føroyingar so vanur við. Aftaná smáar tveir tímar rungaðu lógvabrestirnir í Bryggjuni sum takk fyri eina frálíka konsert, og tónleikarnir vóru bornir inn aftur til tvey eykaløg. Vit vóru nøkur sum ynsktu og vónaðu at hoyra perluna "Rakiya," men hana hava vit so til góðar næstu ferð.
Eg haldi Enekk er ein unikkur bólkur við einum genialum frontfiguri í Kára Sverrison. Tá andin er yvir teimum og løtan er til tað, verða vit leidd inn í eitt hugtakandi og spennandi univers, sum kann røra okkum djúpt í kensluhavinum. Hetta er tónleikur sum krevur nakað av lurtaranum og tískil ikki kann samanlíknast við lættan popp tónleik. Onki ringt um poppin, men hann glíður nú heldur lættari niður og fer helst skjótari framvið. Soleiðis er ikki við Enekk. Ert tú follin fyri Kára og co. er tað ein longri kærleikssøga, sum setur síni spor. Her er sál og andi, sveittandi akkustiskur tónleikur og orð, sum festa seg í medvitið og hita um nakrar kaldar, einsamar sálir á strætum og gøtum í Keypmannahavn.










