Tað var fultsett á Meiarínum leygarkvøldið, tá Gríma fyri aðru ferð framførdi sjónleik eftir Martin McDonagh. Hesin gitni rithøvundurin hevur nevniliga eisini skrivað "Krypilin úr Inishmaan," sum Gríma framførdi fyri fýra árum síðani.
Hetta leygarkvøldið var tað "Vakurleikadrotningin úr Leenane" hjá Martin McDonagh, sum skuldi sýnast fyri fyrstu ferð í Føroyum. Hesin leikurin er eisini spældur á Royal Court Theatre Upstairs í London og á Broadway, so tað er ein vælkendur leikur, sum Gríma aftur hesuferð hevur átikið sær at tulka. Tað er Egi Dam, sum er leikstjóri.
"Vakurleikadrotningin úr Leenane" er settur í fátæka Írlandi, í býnum Galway í einum køki, har bygdafólk mala í kring um seg sjálvan og onnur, meðan skálkabrøgd og lokabrøgd verða framd og goymd.
Høvuðsleikarin er Maureen (Ria Tórgarð), í 40?unum og jomfrú, sum stríðist úti í tí dagliga bert fyri at koma heim til eina ill-gongda og illorðaða mammu (Laura Joensen), ið elvir til meira frustratión og tunglyndi hjá Maureen. Maureen er nevniliga skirvislig og hevur verið innløgd á stovni, nakað sum sjónleikarin Ria Tórgarð fær fram í lítlum nuansum, og sum vísir Maureen sum eina konu sum altíð er á greinsuni sálarliga. Ria Tórgarð megnar harumframt í Maureen at vísa eina kensluborna kvinnu, langtandi eftir kærleika og nærleika, men sum eisini forbannar seg yvir mammuna.
Piss í vaskið
Orðini fella hart millum møðgurnar í køkinum, og mamman dugir væl at draga fyrimun av veiku dóttrini. Laura Joensen megnar at vísa allar síður av hesum trupla mammu-figurinum, sum til tíðir er sjálvsøkin, óndur, keddur, manipulerandi, og aðrar tíðir tømir land í køksvaskið. Tað er dialogurin og góða samanspælið millum tær báðar (Riu Tórgarð og Lauru Joensen), sum ber sjónleikin fram.
Tann vanliga dagliga gongdin hjá Maureen og mammuni verður bert avbrotin av Ray (Hans Tórgarð), sum elskar tær australsku og amerikansku sápu-seriurnar, serliga "Neighbours." Ray ivast í, hvat hann vil, men í øllum førum vil hann sleppa vekk frá Írlandi. Hann kemur inn til Maureen og mammuna av og á, tá hann hevur onkur ørindi har, smærri ella størri. Hans Tórgarð spælir sannførandi, og hann vísir Ray sum ein ótolnan mann, sum ikki veit hvar hann er í lívinum, men sum vil hava tingini ordnaði beinanvegin, so hann kann sleppa heim til sjónvarpið og "Neighbours."
Tað er Ray, sum kemur við boðunum, at eldri beiggi hansara Pato (Kári Øster) fer til Amerika, og at hann fer at halda veitslu, áðrenn hann fer yvirum sjógvin. Maureen fer til veitsluna og tekur Pato við sær heim, nakað sum mammuni ikki dámar væl. Nógv hørð orð fella millum møðgurnar um Pato og Maureen og um nøringina, og ávísir kropspartar verða nevndir til at stuðla undir keglið millum tær báðar.
Seksualiteturin er tíðum í hásæti, og Ria Tórgarð og Laura Joensen geva áskoðarunum virði fyri pengarnar, tá tær skeldast aftur og fram um hvør hevur loyvi til hvat, og hvussu tingini áttu at verið gjørd.
Hvussu vøkur er Vakurleikadrotningin?
Pato keglast ikki so nógv, men kallar Maureen "Vakurleikadrotningin úr Leenane." Pato er róligur og fittur maður, og hann er einasta ljósið í lívinum hjá Maureen, sum ígjøgnum Pato sær møguleikan fyri at fáa eitt betri lív onkra aðrastaðni uttan mammuna. Tað er Kári Øster, sum fær lív í henda stillisliga, men framsøkna mann, sum eisini vil tað besta fyri Maureen.
Ímóti endanum av sjónleikinum verða tær stóru avgerðirnar tiknar, og áskoðarin situr eftir við eini kenslu av forloysing, men ikki endaligari forloysing. Endin er alt tað, sum hetta ummælið byrjaði við: pent, ógvusligt, seksuelt, harðligt, ørkymlandi, og nógv annað. Áskoðarin ivast í, hvussu vøkur Vakurleika-drotningin úr Leenane hóast alt er. Men menniskjalig er hon, tað ivast vit ikki í, meðan vit ganga úr Meiarínum eftir sjónleikin.
"Vakurleikadrotningin úr Leenane" snýr seg um dreymar, sum ikki eru uppfyltir. Helst øll fólk kenna seg aftur í hesum sjónleikinum, sum vísir mannaættina frá síni bestu, men eisini ljótastu síðu. Sjónleikurin er eisini um vón í einum umhvørvi, har fólk mala um onnur fólk í vónini um, at tað verða tey, sum fara at gera tað stóra hálið í lívinum.
Enn einaferð megnaði Gríma tað, sum sjónleikabólkurin hevur gjørt so ofta fyrr, nevniliga at gera ein sjónleik so viðkomandi fyri føroyingar. Vit síggja tilkomna mannin, sum ikki veit hvat hann vil, og vit síggja gomlu mammuna, sum bert hevur ein at styðja seg til, nevniliga dóttrina. Og at enda er tað maðurin, sum fór út í stóru verð, men sum vildi hava tann góða partin av heimlandinum við.
So far tær ein tur oman á Meiaríið og hygg eftir onkrum, sum ikki er so langt frá tí, sum vit síggja í Føroyum hvønn dag. Og hugsa so fyri tær sjálvum, um tú ikki hevur sæð hetta onkustaðni fyrr í tínum egna lívi.
????
Fakta um sjónleikin
Týtt og leikstjórnað: Egi Dam
Maureen: Ria Tórgarð
Mamman Mag: Laura Joensen
Pato: Kári Øster
Ray: Hans Tórgarð
Leikrit: Martin McDonagh
Frumsýning: 20. mars 2004