Á Strondum vóru tríggir bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra oman fyri 70 km um tíman í bygdum øki, har tað ikki er loyvt at koyra meira enn 50 km um tíman pg eina bót upp á 2.500 krónur í bót.
Ein førari á lastbili fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 68 km um tíman í bygdum øki í Runavík. Hann fekk eisini eina bók upp á 3.000 krónur.
Ein lastbilur skal bara koyra 16 km um tíman meira enn loyvt er, fyri at førarin fær klipp í koyrikortið. Er talan um ein persónbil, so er marki 21 km um tíman.
Fleiri aðrir bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt.
Ein bilførari varð í nátt tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í Klaksík. Og í Havn var ein var ein persónur skuldsettur fyri at hava eina lítla nøgd av hassji uppi á sær, tá løgreglan steðgaði einum bili.
Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Klaksvík. Og tá ið løgreglan steðgaði einum bili í Havn, hevði ta eina fólki í bilinum eina lítla nøgd av hassji uppi á sær, so tað verður viðkomandi skuldsettur fyri.