Gyltar klaksvíkskvinnur

Leygardagin hevur Bára Skaale Klakstein saman við Unu Olsen møguleika at vinna sítt fimta gullmerki

Hondbóltur

Leygardagurin er eingin vanligur føroyskur hondbóltsdagur. Hetta er nevnliga dagurin, tá tað eftir sólarmerkjum at døma verður gjørt av, hvørt tað verða VB ella Stjørnan, sum komandi árið kunnu breggja sær av vera føroyameistarar í kvinnuhondbólti.
Og hjá tveimum av leikarunum hjá Stjørnuni er hetta so eisini dagurin, har tær kunnu ogna sær sítt fimta gullmerki á árinum.

Gull, gull og meira gull
Bára S. Klakstein og Una Olsen hava nevnliga báðar tvær longu verið partur av fýra gullheiðursmerkjum í ár. Í fótbóltinum hava tær saman við KÍ vunnið tað, sum er vert at vinna, og á Oyggjaleikunum seinasta summar gjørdist tað til gull við kvinnulandsliðnum.
Harumframt hava tær sum kunnugt eisini fingið eitt gullmerki í hondbóltskappingini higartil, og so er spurningurin, hvørt gyltað ársskeiðið eisini kann enda við einum gulli, ella um tær hesaferð mugu lata sær lynda við silvurmerkjunum.
Og tá vit hóskvøldið hittu Báru á orði, duldi hon ikki fyri, at tað var við stórum spenningi, at hon og liðfelagarnir nú fyrireika seg til at fara til Vágs.
- Sjálvandi eru vit spentar. Øgiliga spentar. Fólk her í býnum hava eisini tosað um dystin alla vikuna. Ung sum gomul tykjast øll hugsa um hondbóltin, og so sanniliga eisini fólk, sum eg ikki hevði ánilsi av høvdu áhuga fyri hondbólti. Tú merkir veruliga, at hetta er nakað heilt stórt, og at KÍ so samstundis er í ferð við at gerast 100 ár, og at hetta soleiðis kundi verið eitt gott startskot, ger sjálvandi ikki spenningin minni, sigur hon.

Hugsa frameftir
Størsti parturin av hópinum hjá Stjørnuni fer til Vágs fríggjakvøldið, men hóast tíðin fram til dystin so skal nýtast til fyrireiking, so dugir Bára ikki so væl at siga nakað ítøkiligt um, júst hvørjar fyrireikingar verða nýttar til hendan dystin.
- Fyrst og fremst, so royna vit at hugsa um okkara spæl. Sjálvandi er venjingin fram til dystin eitt sindur merkt av, at tað er VB, sum nú er mótstøðuliðið, men fokus hjá okkum má alla tíðina vera á okkum sjálvar.
Men tit hava jú spælt nakrar dystir móti VB í ár. Síðani jól hava tit tapt greitt í landskappingini og síðani vunnið í steypakappingini. Er ikki nakað úr teimum dystunum, sum tit kunnu nýta?
- Eg veit ikki rættiliga, hvussu nógva orku vit vilja brúka til hasar dystirnar. Teir eru farnir, og hjá okkum ræður um at líta frameftir. Dysturin, sum telur, er tann leygardagin, og tað fyrihalda vit okkum til, er hon skjót at svara.
- Men hinvegin eru sjálvandi ávísir lutir, sum vit kunnu nýta úr teimum dystunum. Fyrst og fremst, so ræður um at fáa verjuna at rigga. Gera vit tað, so fáa vit eisini gongd á kontra-spælið, og so hava vit góðan møguleika at vinna dystin, sigur Bára.

Nervar skulu til
Og aftur móti endanum av samrøðuni nevnir Bára spenningin, sum er til dystin. Ein spenningur, sum kanska er eyka stórur hjá henni í mun til fleiri aðrar á liðnum, tí hon var ikki partur av gull-liðnum frá 2000. Hetta tí hon tá nam sær útbúgving.
- Í nógvar mátar er tað sami spenningur, sum hjá einum teenagara. Tá eg hugsi um dystin, so eru summarfuglar í búkinum, og eg ivist ikki í, at karmarnir til ein veruligan stórdyst vera optimalir.
- Í Vági er í øllum førum altíð fult av fólki, og sum eg havi skilt tað, so tosa fleiri í Klaksvík eisini um at fara suður, og tað gevur so bara enn fleiri fólk í høllini.
- Hjá okkum ræður so bara um at tveita nervarnar burtur. Sjálvandi skalt tú vera spent, men ikki nógv. Megna vit tað, so ivist eg ikki í, at tað verður ein fínur dystur, og hann verður enn betri, um vit so eisini vinna, sigur Bára S. Klakstein at enda.