bøtandi hond. Tú lat tað seinasta, tú átti, um neyðugt. Tú elskaði tíni óavmarkað, men sýndi eisini sanna umsorgan og samhuga við næsta tínum, sertakliga tí “veika” samfelagsborgaranum. Tín markleysa ræt [...] at tú altíð vildi tað besta; at tú veruliga elskaði og vildi eitt javnt samfelag fyri øll. Tú vildi á ongan hátt góðtaka, at ágóðin í samfelagnum var fyri tey fáu, men at ognir og ríkidømi í hesum landi
sjálv, sigur hon. Peturbjørg er sjálvlærd. Hon keypti maskinurnar bíliga, og nú fimm ár seinni má hon sanna, at tað er onki løtuverk at gera egg til fleiri túsund brellandi føroyingar. Vanliga byrjar hon at [...] páskir. Í ár byrjaði hon eitt sindur seinni, umleið 1. februar, men tað angrar hon nú, tí nú stendur á at nøkta ta søta trongdina. 1 tons av sjokolátu Eftirspurningurin er stórur. Í ár er farið umleið eitt
vit upplivdu á hesi vitjan í beduintjaldinum í egyptisku oyðimørkini. So langt burtur, at ikki so frægt sum glæman frá milliónabýnum Kairo var at hóma á luftini. Oyðimørk í orðsins sanna týdningi. Og steindeyð [...] høvdi á einum fati. Í staðin kemur okkara Saloma yvir móti mær og rættir armin út. Býður upp at dansa. Ups! Her er einki at gera annað enn at fara upp á gólv, hóast hetta ikki verður Seyðamaðurin á Sondum [...] . Men teir fóru á føtur, beinanveg gestirnir komu framvið, og boðið var inn í tjaldið, so gesturin kundi rinda møðina og fáa okkurt at styrkja seg við. Dansandi ross Ein ungur maður á hvítum arabararossi
na Etika á Áaarvegnum; Vallaraheimið Kerjalon og matstovuna í Norðurlandahúsinum. Tey standa eisini fyri matstovum og matsølu á G-festivalinum í Gøtu og á Summarfestivalinum í Klaksvík. Og á Hotel Føroyum [...] fer Johannes Jensen í Hoyvík um tey fimmti. Johannes er stjóri á Hotel Føroyar-samtakinum, og hevur staðið á odda fyri at fremja eina sanna kollvelting í hotel- og matstovuvinnuni og í ferðavinnuni seinastu [...] matvørum. Hann starvasðist sum sølumaður á Føroya Fiskasølu og fór til Onglands at nema sær MBA-útbúgving á Lancaster University. Í 1990 varð hann settur sum sølustjóri á Faroe Seafood og longu tvey ár seinni
eina miðvísa marknaðarføring, kann Skótadepilin á Selatrað sanna í hesum døgum. Ferðafólkatíðin byrjar av álvara mánamorgunin, tá ið Norrøna stevnir inn á Havnarvág við teim fyrstu útlendsku gestunum, og [...] hvat er loyvt og ikki loyvt í sambandi við tjalding, og á bandinum, sum verður spælt umborð á Norrønu, verður eisini lýst við hvørji tilboð eru á tjaldingarplássunum. ? Tað átti ikki at verið ein trupulleiki [...] Skótadepilin á Selatrað umframt Skótahúsið á Kambsdali, ið eisini verður leigað út. Skótarnir brúka depilin serliga um veturin. Tiltøkini hjá skótunum um summarið fáa kortini eisini rúmd á Selatrað, hóast
i, og síðani arbeiddi Anna í Hoydølum, á Eysturskúlanum, á Háskúlanum, á Handilsskúlanum – fyrst í Havn og síðani á Kambsdali – og so varð punktum sett á HF skeiðnum í Klaksvík, har hon var avbera [...] læt Anna sær lynda útbúgvingarliga at liggja á takinum. Stútt og støðugt nam hon sær meiri útbúgving og íblástur. Í seksti árunum var hon niðri á ársskeiði á Læraraháskúlanum, miðskeiðis í sjeyti [...] sjeyti árunum tók hon exam. art. prógv á Fróðskaparsetrinum í norðurlendskum við serligum denti á føroyskt mál og føroyskar bókmentir, aftur og aftur luttók hon á summarskeiðum uttanlands, og í 1990 stóð
eini frástøðu upp á bert 10 kilometrar frá miðbýnum í Reykjavík, liggur Hafnarfjørður sera sentralt fyri. Av tí sama koma nógv ferðafólk at gista á hotellinum ella fáa sær ein bita á Fjørukrónni. Stór [...] vísir á, at føroyingar oftani leiga seg inn á Hotel Viking. Júst hendan dagin samrøðan við eigarin av Fjørukrónni og gistingarhúsinum fór fram, kom eitt stórt føroyskt ferðalag at eta og hugna sær á matstovunil [...] inn á Hotel Viking í Hafnarfirði fyri at innskriva okkum nakrar dagar í sambandi við ferðina í Íslandi. »Góðan dagin, tykur kunnu gott tosa føroyskt«, var aftursvarið frá fryntligu móttøkukvinnuni á gi
ártíggju og nógvum royndum at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at greiða viðurskiftini ? uttan úrslit, so var neyðugt at leggja á annan bógv. Semja í landsstýrinum Á landsstýrisfundi fyrst í juni í ár legði [...] legði undirritaði fram upprit og uppskot um nýggja lóggávu á arbeiðsmarknaðarøkinum. Semja var í landsstýrinum um, at skil skuldi fáast á viðurskiftunum sum skjótast, og fekk undirritaði undirtøku fyri at [...] samgonguni, og at undirritaði skuldi kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum saman at viðgera lógaruppskotini (allir tjóðveldislandsstýrismenninir vóru á fundi). Vinnumálaráðið avgreiddi uppskotini til løg
manningin visti ongantíð, um teir báðir føroyingarnir vóru á dekkinum, ella um teir vóru uppi á toppknappinum. Í 1975 leyk Heine skipsføraraprógv í Marstal á Ærø, og so mynstraði hann aftur við skúlaskipinum Danmark [...] við systrini skrivaði og gav hann á egnum forlagi út stuttsøgusavnini Piprandi hjarta, 1984, og Bládýpið, 1985. So vóru tað barnarímurnar Rím á rað 1, 1985, og Rím á rað 2, 1991. Eisini hevur Heine skrivað [...] hann ikki havt fingið. Á dansigólvinum smæddist hann heldur ikki burtur. Tá ið foreldrini og yngri beiggin í 1965 fluttu til Grønlands, og systurin fór til Danmarkar, var Heine eftir á Tvøroyri fyri at gera
í dag. Á »Føroyskum Søgum« kunnu fólk gleða seg til at uppliva eitt nú mótasýning við undirklæðum og frekum náttkjólum í Hotel Føroyum á Kongabrúnni í Havn í 1966, kornskering í Húsavík í 1959, á veiði [...] at geva fólki ein forsmakk upp á »Føroyskar Søgur«. Miðlahúsið húsast í gomlu handilshølunum hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni, ið eru søgulig í orðsins sanna týdningi. Á trappuni í Miðlahúsinum stendur [...] verða støvaðir av. Hoppandi myndir av fyrsta túrinum á nýggju súkkluni, lítilbeiggi við gelebeinum í gangiseðlum og landsdystinum móti íslendingum á ólavsøku í ‘59 - tað vekir eina heilt serliga kenslu