Í dag fer Johannes Jensen í Hoyvík um tey fimmti.
Johannes er stjóri á Hotel Føroyar-samtakinum, og hevur staðið á odda fyri at fremja eina sanna kollvelting í hotel- og matstovuvinnuni og í ferðavinnuni seinastu 10 árini. Hartil er hann virkin sum nevndarlimur og ígongdsetari í fleiri øðrum pørtum av vinnulívinum, har hann setir síni týðiligu spor og fremur úrslit. M.a. er hann formaður í endurstovnaða Ferðaráði Føroya, næstformaður í nevndini fyri Bakkafrost, og nevndarlimur í Framtak og í Effo.
Tað kemur ikki av ongum, at Johannes í dag er framherji í hotel- og matstovuvinnuni. Hann vaks upp saman við yngra bróðrinum, Erlandi, á gamla Hotel Føroyum á Kongabrúnni - har sum Tryggingarfelagið Føroyar húsast í dag . Foreldrini, Meinhard og Ruth, stjórnaðu hotellinum í mong ár og stóðu eisini fyri, tá nýggja Hotel Føroyar varð bygt. Soleiðis fekk hann gott í beinið og tók frá barnaárum lut í tí fjølbroytta virkseminum á hotellinum. Síðst í 70’unum flutti familjan niðan á Hornaveg í Hoyvík, har Meinhard og Ruth framvegis búgva, og haðani tey hava rikið egna fyritøku, ið ger mat til tiltøk, veitslur og borðhald.
Johannes vísti tíðliga ein heilt serstakan áhuga fyri framkomnari matgerð, og flestu hoyvíkingar ivaðust ikki í, at hann fór at gerast kokkur og hotelmaður. Men Johannes valdi í fyrsta umfari aðra leið við matvørum. Hann starvasðist sum sølumaður á Føroya Fiskasølu og fór til Onglands at nema sær MBA-útbúgving á Lancaster University. Í 1990 varð hann settur sum sølustjóri á Faroe Seafood og longu tvey ár seinni gjørdist hann marknaðarleiðari. Johannes virkaði í eini altjóða fyritøku og sá allan heimin við sínum møguleikum. Og hann vildi vinna Føroyum og føroyskum fiski nýggjar marknaðir og marknaðarføra góðskuvørur undir føroyskum “brandi”. Hann starvaðist eina tíð í Hamburg í Týsklandi og seinni í nítiárunum fór hann til Fraklands við konu og børnum, har hann var leiðari á Faroe Seafood France nøkur ár.
Johannes gjørdist sostatt ein føroyskur heimsborgari við drúgvum altjóða royndum, sum hevur góðar førleikar á fleiri heimsmálum og hevur eitt stórt netverk av sambondum uttanfyri Føroyar. Royndirnar við altjóða sølu, marknaðarføring av føroyskum rávørum og av Føroyum komu honum allar til góðar, tá hann loksins fór aftur í ta vinnu og á ta starvsleið, sum hann hevði kent frá barnsbeini. Í 2001 gjørdist hann stjóri á Hotel Føroyum. Í 2005 keypti hann saman við trimum øðrum leiðarum á Hotel Føroyum 49% av partapeninginunum í fyritøkuni. Og síðani hevur hann gingið á odda í einari sannari menning í hotel- og matstovuvinnuni og innan ferðavinnuni. Hotel Føroyar er ment til eitt samtak sum umframt Hotel Føroyar eigur og rekur: Hotel Tórshavn í Vágsbotni – við matstovuni og skeinkistaðnum Hvonn; Káfé Vágsbotn; Sushi-matstovuna Etika á Áaarvegnum; Vallaraheimið Kerjalon og matstovuna í Norðurlandahúsinum. Tey standa eisini fyri matstovum og matsølu á G-festivalinum í Gøtu og á Summarfestivalinum í Klaksvík.
Og á Hotel Føroyum stovnaði hann í fjør matstovuna Koks, sum við gourmet-kokkinum Leif Sørensen á odda, hevur gingið heilt nýggjar leiðir við hágóðsku, norðurlendskum og føroyskum rávørum og við matskraúm á teldlum til hvønn gestin, har gestirnir kunnu senda myndir og boð út um allan heim, meðan tey njóta tænasturnar. Bókin um Koks, sum forlagið Sprotin júst hevur givið út við føroyskum og enskum teksti, er eitt framúr verk og ein dragandi lýsing av tí dygd, ið verður bjóðað – og hartil ein framúr marknaðarføring av Føroyum sum serstøkum ferðavinnumáli.
Ferðaráð Føroya varð endurstovnað fyri júst einum ári síðani, og Johannes varð settur sum formaður. Ráðið hevur sett stjóra, og longu nú síggjast úrslit, greiðir málsetningar og strategiir, sum verða framdar og uttan iva fara at gera skarvslop í at menna ferðavinnuna í Føroyum.
Tey, sum hava starvast saman við Johannesi, vita, at hann er visjonerur, nýskapandi og vil støðugt lyfta góðskuna og tær dygdir, ið Føroyar kunnu bjóða í heiminum. Og hann er samstundis perfektionisturr niður í hvønn smálut. Spennandi verður at fylgja virkseminum og úrslitunum hjá førðingardagsbarninum komandi árini.
Johannes er giftur Onnu Dahl Olsen úr Havn og tey búgva í Hoyvík. Tey eiga synirnar Ára, Jákup og Meinhard. Anna og Johannes eru javngomul og fara saman við familju, vinum, starvsfeløgum og kenningum at hátíðarhalda rundu dagarnar fríggjakvøldið 14. desember. Og hvar aðrastaðni enn á Hotel á Føroyum.