Heine vaks upp á Tvøroyri. Foreldrini vóru Birgit, fødd Thomsen, og Jóannes Hestoy, føddur Petersen. Tey fingu trý børn: Ingrid, Heine og Jon. Tey bygdu úti við Sílánna í 1951, og har var gott at vaksa upp: hagin, fjørðan og sjógvurin vóru dygst uttanfyri dyrnar, og børnini vóru mong, so har uddi við lívi og kæti.
Heine gekk í Tvøroyrar Skúla, men hann treivst betur í egningaskúrunum og á ítróttaplássinum. Skúlaklassin var tiltikin, og tað var ikki bara fyri tað góða. Tá Heine fortelur frá skúladøgunum er tað sera undirhaldandi, og tá tykist ”Ein skúladagur í K” at vera friðarligur. Vinalagið og samanhaldið í klassanum var og er framvegis sera gott, og tey hittast javnan.
Heine var av bestu ítróttafólkum, fimur sum fáur og serstakliga gjørdi hann um seg sum fimleikari, men esini innan bóltspæl dugdi hann væl. Tey plagdu at svimja í mølini niðanfyri barndómsheimið,, millum Sílá og Húsagarðsá, og betri svimjilærara enn mammuna kundi hann ikki havt fingið. Á dansigólvinum smæddist hann heldur ikki burtur.
Tá ið foreldrini og yngri beiggin í 1965 fluttu til Grønlands, og systurin fór til Danmarkar, var Heine eftir á Tvøroyri fyri at gera skúlan lidnan. Tá búði hann hjá Sannu og Jákup Mortensen, ið leigaðu barnaheimið. Sanna og Jákup tók seg sera væl av Heina, og knýttist har eitt vinaband fyri lívið.
Tá ið Heine í 1968 var liðugur við realskúlan, fór hann til skips við saltfiskatrolaranum Leivur Øssursyni, sum royndi undir New Foundlandi, Grønlandi og Íslandi. Hóast túrarnir ikki vóru fleiri enn tveir, so var hetta skeiðið avgerandi fyri lívsleiðina. Heine fór við skúlaskipinum Danmark, og eftir at hann eitt skifti hevði siglt sum aspiratnur hjá Mærsk, fór hann aftur við Danmark, men nú sum kvartermeistari. Millum hinar kvartermeistararnar var Ove úr Nólsoy, sum eisini var góður fimleikari, og manningin visti ongantíð, um teir báðir føroyingarnir vóru á dekkinum, ella um teir vóru uppi á toppknappinum.
Í 1975 leyk Heine skipsføraraprógv í Marstal á Ærø, og so mynstraði hann aftur við skúlaskipinum Danmark, men hesa ferð sum stýrimaður. Har var hann í tvey ár, og síðani hevur Heine verið í danska handilsflotanum, og síðani 1999 hevur hann siglt á egnum kjøli. Tá keypti hann fraktskipið Barbara, sum hann sjálvur førdi, inntil hann í 2007 keypti Vega, ið er bæði nýggjari og størri skip.
Heine hevur altíð havt stóran áhuga fyri at royna nýggjar og fjøltáttaðar avbjóðingar. Saman við familjuni flutti hann í 1983 heim til Tvøroyrar, har hann í eitt ár arbeiddi sum lossingar- og flakamaður. Hann hevur gott máloyra, og frá 1997 og tvey ár fram las hann spanskt á universitetinum í Odense, og hann hevur eisini verið vikarur á einum eftirskúla.
Heine dugir kynstrið at liva lívið, og hann hevur ferðast nógv og víða saman við familjuni. Seinnu árini hevur hann verið í sangkórinum Marstal Småborgerlige Sangforening, sum vitjaði í Føroyum fyri tveimum árum síðani.
Seinastu knappliga tjúgu árini er nógv komið út á prenti frá Heina Hestoy. Hóast hann hevur búð uttanlands størra partin av lívinum, so er íblásturin til tað, sum hann hevur skrivað, úr Føroyum og av Tvøroyri. Fyrstu søgurnar vóru at síggja í Skeggjanum, Varðanum og Brá, og so vóru tað jólasøgur og aðrir stubbar.
Saman við systrini skrivaði og gav hann á egnum forlagi út stuttsøgusavnini Piprandi hjarta, 1984, og Bládýpið, 1985. So vóru tað barnarímurnar Rím á rað 1, 1985, og Rím á rað 2, 1991. Eisini hevur Heine skrivað stuttsøgusavnið Sum ravnar um deyðseyð, 1987, og barnabøkurnar Einsamøll í Svartholmi, 1985, Loynidalurin, 1987, Ein bumba umborð, 1988, og Hin navnleysa søgan, 2002.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdómsbøkurnar Regin og Sára, 1991, og Summardáar, 1995. Regin og Sára hevur fleiri ferðir verið at hoyra í útvarpinum, og fyri hana fekk Heine í 1991 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Kommunu. Fleiri av søgunum hjá Heina eru pensum í skúlanum, og tær eru endurprentaðar í tekstasavnum.
Heine er giftur við Gitte, fødd Clausen, úr Marstal og tey eiga børnini Barbara og Jacob. Síðani 1975 hevur familjan búð á Ommelsvejen 15, í Marstal, og tað er eisini har, at Heine hátíðarheldur sekstiáradagin við opnum húsi leygardagin 14. august. J