ÚTISETI »Good evening«, heilsaðu vit í móttøkuni, eftir at hava trinið inn á Hotel Viking í Hafnarfirði fyri at innskriva okkum nakrar dagar í sambandi við ferðina í Íslandi. »Góðan dagin, tykur kunnu gott tosa føroyskt«, var aftursvarið frá fryntligu móttøkukvinnuni á gistingarhúsinum. Unga kvinna innanfyri diskin vísti seg at vera Karina Andreasen, ið er ættað úr Vági. Saman við tveimum vinkonum kom Karina Andreasen til Íslands á heysti í 2006 og ætlaði sær bert at vera til jóla sama árið, men mongum brestur ætlan. Henni dámdi so væl á gistingarhúsinum, ið eisini rekur matstovuna, Fjørukrónna beint viðsíðuna av, at hon gjørdi av at verða verandi, meðan tær báðar vinkonurnar fóru heimaftur. Bæði Hotel Viking og Fjórukrógvin eru bygd í besta víkingastíli, og her ganga Karina Andreasen og hini arbeiðsfólkini øll í víkingabúnum, meðan tey eru til arbeiðis. Við eini frástøðu upp á bert 10 kilometrar frá miðbýnum í Reykjavík, liggur Hafnarfjørður sera sentralt fyri. Av tí sama koma nógv ferðafólk at gista á hotellinum ella fáa sær ein bita á Fjørukrónni. Stórhvalabúffur er forkunnugur matur fyri føroyingar, men hjá okkum er hann er torførur at fáa fatur á. Soleiðis er ikki í Íslandi, sum framvegis veiða stórhval til vísundalig endamál. Tvøstið verður sjálvandi ikki koyrt burtur og eitt av teimum støðum, sum hava stórhval á matskránni, er Fjørukrógvin í Hafnarfirði. Hetta fingu vit útsendu hjá Sosialinum at sanna, tá vit vitjaðu vælumtókta staðið í býnum og fingu matskránna í hendi. Vit royndu stórhvalatvøstið og fóru ikki vónbrotnir avstað aftur. - Her koma vitjandi frá øllum londum, og sjálvandi eisini úr Føroyum. Háárstíðin er frá síðst í mei til út í september. Summarmánaðarnir er stórt sæð fult altíð, sigur Karina Andreasen, sum dámar sera væl í Íslandi og fyribils ongar ætlanir hevur um at flyta heim. Men tað er altíð gott at koma heim í feriu, leggur hon afturat. . Góð viðurskifti við Føroyar og Grønland Við sínum 25.000 íbúgvum hevur Hafnarfjørður vaksið seg til triðstørsta bý í Íslandi. Bara grannabýirnir Reykjavík og Kópavogur eru størri. Eigarin av staðnum, Jóhannes Viðar Bjarnason, sum er føroyavinur og hevur verið óteljandi ferðir í Føroyum, keypti staðið fyri 18 árum síðani og gjørdi av at gera tað til eitt gistingarhús og matstað við víkingastemningi. Hetta sæt út til at vera eydnast til fulnar. Hann vísir á, at staðið gjørdist rættiliga skjótt kent og vælumtókt at vitja. Og síðani hevur tað bara gingið framá, sigur íslendski eigarin. Krógvin hevur pláss fyri 500 fólkum. Harafturat er ein minni matstova inni á sjálvum gistingarhúsinum á Hotel Viking, sum var nýmótansgjørt í 1999, ið er til minni veitslur, har pláss fyri 100 gestum. Eisini hevur eigarin sera gott samband við Grønland og gjørdi í veruleikanum eina roynd gera staðið til eitt slag av mentunnarligari ambassadu fyri bæði Føroyar og Grønland. Hesum eydnaðist tó ikki at fáa nóg gott fíggjarligt grundarlag fyri, so hann saðlaði um. Kendur festivalbýur Hafnarfjørður er kendur festivalbýur og skipað verður fyri víkingafestivali á hvørjum ári, har nógvir føroyingar hava luttikið. - Føroyingar eru míni ærugestir. Sjálvur havi eg verið minst 30 ferðir í Føroyum, so eg havi gott vinarlag og sera nógvar vinir millum føroyingar. Onkur hevur sagt mær, at Fjørukrógvin er tann best kenda íslendska matstovan í Føroyum, sigur Jóhannes Viðar Bjarnason og vísir á, at føroyingar oftani leiga seg inn á Hotel Viking. Júst hendan dagin samrøðan við eigarin av Fjørukrónni og gistingarhúsinum fór fram, kom eitt stórt føroyskt ferðalag at eta og hugna sær á matstovunil. Tað vóru starvsfókini hjá PM á Hálsi, sum vóru 47 í tali. Unga vágskvinna,Karina Andreasen, sum serverar og stendur fyri reingerð, sigur, at hon sókti ymisk arbeiði í Íslandi, áðrenn hon gjørdi av at fara yvir í september 2007. - Tá eg sókti um, var gistingarhúsið her tað fyrsta at svara, og so bleiv tað her, eg fór. Tað angri eg ikki, tí mær dámar sera væl hetta staðið, sigur Karin Andreasen, ið fyribils ongar ætlanir hevur um at flyta heimaftur til Føroya. Sum so nógva aðrastaðni á okkara leiðum, er summarið háárstíð fyri ferðavinnu. Soleiðis er eisini í Íslandi, sjálvt um eydnast hevur at leingja ferðaárstíðina seinnu árini.