VIDEO: Elias skoraði 14 mál móti liðnum hjá Vilhelmi

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Recken Hannover-Burgdorf-THW Kiel 34-40 (19-19)

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga. Í kvøld skoraði Elias heili 14 mál, og legði upp til trý onnur mál, tá lið hansara, THW Kiel í ZAG Arena høllini í Hannover vann 40-34 á liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Recken Hannover-Burgdorf. Í steðginum var støðan javnleikur 19-19. Hannover megnaði leingi at geva Kiel ein skarpan gang, men seinastu løtuna slitnaði millum liðini.

 

Elias hevur í fýra bundesliga-dystum higartil hetta kappingarárið skotið heili 37 mál. 

 

THW Kiel hevur fullan pott, átta stig fyri fýra dystir. Kiel er saman við Magdeburg einasta liðið í bundesliguni við fullum stigatali.

 

Komandi sunnudag klokkan 17 spælir Kiel dyst á útivølli móti Leipzig.

 

HER ber til frá Dyn Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum Recken Hannover-Burgdorf-THW Kiel 34-40 (19-19). Í brotinum sæst Elias skjóta tvey mál og leggja upp til eitt mál. Eitt stutt samrøðubrot er eisini, har Elias fegnast um seksmálssigurin. 

 

##med2##