Tú kennir tað aftur - tá smalfilmarnir verða støvaðir av. Hoppandi myndir av fyrsta túrinum á nýggju súkkluni, lítilbeiggi við gelebeinum í gangiseðlum og landsdystinum móti íslendingum á ólavsøku í ‘59 - tað vekir eina heilt serliga kenslu.
Hendan kensla er grundarsteinurin í »Føroyskum Søgum«, ið er nýggj DVD-útgáva um føroyingar, og hvussu fólk hava livað og virkað á hesum veðurbardu klettum seinastu 100 árini - bæði tá tað gekk við og ímóti. Yvir 90 minuttir við einastandandi søguligum filmsupptøkum eru útvaldir og skiftir millum ellivu sjálvstøðugar kapittlar um stórar og smáar tilburðir, ið hava upptikið fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag.
Á »Føroyskum Søgum« kunnu fólk gleða seg til at uppliva eitt nú mótasýning við undirklæðum og frekum náttkjólum í Hotel Føroyum á Kongabrúnni í Havn í 1966, kornskering í Húsavík í 1959, á veiði við hvalastingaranum Heyki í 1949 og nakað so forkunnugt sum ein fólkafund á Gøtueiði í 1930.
Søgan vakt til lívs
»Føroyskar Søgur« verða útgivnar 19. september við undansýning í Sjónleikarhúsinum, men alla ólavsøkuna verða útvald brot úr filminum víst í Miðlahúsinum, har umboð fyri Substanz Nordisk Film, ið hevur framleitt »Føroyskar Søgur«, og Eik Grunnin, ið hevur fíggjað verkætlanina, eisini vera hjástødd at sjóseta framsýningina.
Uni Leitisstein Hansen hevur samskipað arbeiðið við verkætlanini, og sambært honum, hava føroyingar nakað at gleða seg til, nú »Føroyskar Søgur« eru á trappuni.
– Livandi myndir eru sterkasti miðilin, ið finst, tí tær skapa eina heilt serliga nærveru og uppliving hjá fólki, ið tað er ógjørligt at skapa við øðrum miðlum. Tað kennist snøgt sagt ómetaliga forkunnugt at síggja, hvussu tað sá út í Føroyum fyri 40, 70 ella 100 árum síðani, men eisini at uppliva teir føroyingar, ið vit einans kenna frá myndum og søgubókum, brádliga vekjast til lívs, staðfestir Uni Leitisstein Hansen.
Hundraðtals fimsrullur
»Føroyskar Søgur« er tann størsta mentanarverkætlanin av sínum slag nakrantíð í Føroyum. Hundraðtals filmsrullur eru innsavnaðar undan væðingini hjá privatfólkum og fram úr søvnum og goymslum. Allar eru tær reinsaðar, spleysaðar og yvirspældar til eitt nýtt, framtíðartryggjað format, so tær kunnu vera til gagn fyri søgufrøðingar, tíðindafólk og ikki at gloyma komandi ættarlið av føroyingum.
Hetta umfatandi arbeiði at varðveita mentanina hevur einans verið gjørligt orsakað av áhuganum og fíggjarliga stuðlinum frá Eik Grunninum.
– Eik er ikki bara til fyri at vinna pening. Eitt av endamálum hjá Eik er eisini at vera samfelagnum at gagni, staðfestir Per Højgaard, samskiftisráðgevi hjá Eik Banka, tá hann verður spurdur, hví Eik hevur valt at stuðla »Føroyskar Søgur«.
– Øll fáa gagn av »Føroyskum Søgum«, tí samlaði føroyski mentanararvurin á filmi verður í sambandi við hesa verkætlan latin upp fyri øllum, og tað fer uttan iva at hava kolosalan týdning fyri søgufatanina hjá komandi ættarliðum av føroyingum, sigur Per Højgaard.
Gloppa dyr
Per Højgaard viðgongur eisini, at hann er sera hugtikin av úrslitinum, ið er komið burtur úr verkætlanini.
– Nú havi eg sæð rættiliga fitt av tilfarinum, ið verður at finna á »Føroyskar Søgur«, og eg má viðganga, at tað, ið eg havi sæð, hevur bergtikið meg. Tað er heilt fantastiskt at síggja livandi myndir úr Føroyum heilt frá 1907, tá Fríðrikur kongur áttandi kemur á vitjan, til dagin í dag. Onkursvegna, so gloppa »Føroyskar Søgur« einar dyr inn í nýggjari føroyska søgu, ið higartil hava verið afturlatnar, heldur Per Højgaard.
Tað ber illa til at siga annað, enn at Miðlahúsið í Vágsbotni, er ein hóskandi pallur at geva fólki ein forsmakk upp á »Føroyskar Søgur«. Miðlahúsið húsast í gomlu handilshølunum hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni, ið eru søgulig í orðsins sanna týdningi. Á trappuni í Miðlahúsinum stendur eisini ein gomul leyva úr træi, ið stavar frá karrusellini hjá Christian Martini Rubeksen, ið koyrdi so lystiliga hvønn sunnudag klokkan 16 á Ingutrøð við Lucas Debesar gøtu í 1920unum og 30unum. Karrusellin hjá Christian Martini verður eisini vakt til lívs á »Føroyskum Søgum«.
----
FAKTA
Brot úr filminum »Føroyskar Søgur« verða sýnd fyrstu ferð í Miðlahúsinum sunnudagin 27. juli klokkan 15 og annars restina av ólavsøkudøgunum.
»Føroyskar Søgur« kemur út sum DVD 19. september










