Setir met í vitjanum í ár

? Alt summar verður Skótadepilin nærum fullsettur við ferðafólki, serliga týskarum

At tað gevur úrslit at føra eina miðvísa marknaðarføring, kann Skótadepilin á Selatrað sanna í hesum døgum. Ferðafólkatíðin byrjar av álvara mánamorgunin, tá ið Norrøna stevnir inn á Havnarvág við teim fyrstu útlendsku gestunum, og frá mánamorgni til ferðafólkatíðin er av, verður Skótadepilin á Selatrað mest sum fullur hvønn dag.

? Tjaldingarplássið er serliga upptikið mánadag, týsdag og mikumorgun við ferðafólki, sum koma og fara við Norrønu, sigur Kjartan Dalsgaard á Skótadeplinum á Selatrað.

Ferðaráð Føroya hevur arbeitt fyri, at umhvørvislógin, sum er galdandi fyri Føroyar, skal haldast. Tí verður tjalding ikki loyvd hvar sum helst, men bara á støðum, har umstøðurnar eru í lagi. Kjartan Dalsgaard roknar tí við, at ymsu tjaldingarplássini fáa tvær til tríggjar ferðir meiri at gera í ár í mun til árini frammanundan. Undanfarin ár hava 60 % av teimum, ið ferðast við tjaldi ella kampingbilum, bú ólógliga úti í náttúruni. Í hesum døgum verður eitt sjónband gjørt, ið er ein upplýsing til ferðafólk, um hvat er loyvt og ikki loyvt í sambandi við tjalding, og á bandinum, sum verður spælt umborð á Norrønu, verður eisini lýst við hvørji tilboð eru á tjaldingarplássunum.

? Tað átti ikki at verið ein trupulleiki at fáa fólk at skilja, at lógin skal haldast. Tey flestu, sum ferðast við tjaldi, koma úr einum ógvuliga dálkaður og skitnum umhvørvi í Ruhr-umráðinum í Týsklandi. Tey merkja dálkingina so nær inn at sær, at tey seta ógvuliga stóran prís uppá at koma út í eina fría og vakra náttúru, sigur Kjartan Dalsgaard.


Væl umtókt

Skótadepilin á Selatrað hevur ongantíð áður fingið so nógvar bíleggingar uppá bólkaferðir sum í ár.

? Av 104 døgnum eru 80 seld, so talan er um met í ár. Skótadepilin á Selatrað er vorðið eitt ógvuliga kent navn í Týsklandi og fleiri vitja aftur.

50% av teimum, sum tjalda, eru týskarar, hini eru fransmenn, niðurlendingar, eysturríkarar og sveitsarar, sigur Kjartan Dalsgaard.

Um mánaðarskiftið juni-juli verður eitt spennandi tiltak á Selatrað, har ymisk feløg, ríðingarfeløg, dansifeløg, heimavirkisfeløg og fólk, ið sigla við seglum, saman við fýra instruktørum frá víkingum í Århus fara at skipa fyri eini landsnámslegu.


Økið

Skótadepilin á Selatrað ræður yvir einum ógvuliga stórum øki. Umleið 3000 fermetrar av góðum turrum vølli eru til taks. Í høvuðsbygninginum eru uppihaldsrúm og matarhøll. Til ber at gista í nýggju Lonini, ið hevur 15 tveymanskømur, vask og brúsu. Tvær smáttur eru til taks við koyggjum og allari útgerð til seks fólk hvør. Í ár er nýggjur køkur tikin í nýtslu.

Tilsamans kunnu 200 fólk lættliga gista bæði innan- og uttandura á Selatrað.

Tað eru 70 km at koyra úr Havn til Selatraðar, tískil telst hesin teinurin millum teir longstu í Føroyum.

? Tað hevur einki at siga hjá "kampistunum", sum koma úr Týsklandi og Italia, at koyra henda teinin. Nógv leggja leiðina aðra staðni fyrst og enda um kvøldið hjá okkum. Tá eru tey móð og troytt, og verða himmalfegin, tá ið tey frætta, at nýstoktar fiskafrikadellur standa á matskránni. Seinni um kvøldið fáa tey kaffi og vaflur, sigur Kjartan Dalsgaard.

Týskvøld verður skipað fyri góðum føroyskum borðhaldi. Nógvir gestir tekna seg til áhugaverdu gongutúrarnar, sum Rasmus Skorheim skipar fyri niðan á avbera vøkru Eysturoyarsyllina og niðan á Reyðafellstind. Haðani er útsýnið eitt tað best yvir meginøkið í Føroyum, tí har er ein staddur í sjálvari miðjuni í meginøkinum.

Hóast eftirspurningurin er stórur í ár og tað er nærum fullsett alt summarið, hevur Skótadepilin ikki ætlanir um at byggja út.

? Møguliga fara vit at arbeiða fyri, at tjaldingarmøguleikarnir vera fleiri og at eitt øki verður til børn at spæla. Vit kundu eisini hugsað okkum at bygt eina uppihaldsstovu vestanfyri Lonina, sigur Kjartan Dalsgaard.

Tað eru KFUM-Skótarnir í Føroyum, sum eiga Skótadepilin á Selatrað umframt Skótahúsið á Kambsdali, ið eisini verður leigað út. Skótarnir brúka depilin serliga um veturin. Tiltøkini hjá skótunum um summarið fáa kortini eisini rúmd á Selatrað, hóast nógv ferðafólk eru. Inntøkan frá ferðafólki er eitt gott ískoyti til raksturin av økinum. Fimm sætta partar av inntøkuni koma frá øðrum enn skótum.