Eggjandi sjokoláta

Føroyingar eru eggsjúkir. Í einum kjallara í Havn stríðist einasti føroyski framleiðarin av páskareggum, Peturbjørg Hansen, við at bráðna sjokolátu til ta søtu trongdina. Men hon viðgongur, at tonsið av sjokolátu, sum hon innflutti í ár, ikki var nóg mikið til at metta marknaðin. Sosialurin vitjaði hana heima við hús beint upp undir páskirnar

Angin av sjokolátu møtir tær longu í túninum. Inni í kjallaranum í einum vanligum sethúsum úti í Svanga í Havn stríðist Peturbjørg Hansen við at stoyta rennandi sjokolátu í formar. Alla staðni síggjast sjokolátaegg. Bæði pakkað í litfagurt silvurpappír og nakin. Ljósa- og myrkabrún.
? Fáið tykkum, freistar Peturbjørg, og vit bróta burturav einum hálvum eggi.
Mmm... ein smakkur av páskamorgun.
Okkum vitandi er Peturbjørg tann einasta í Føroyum, sum framleiðir heimagjørd páskaregg til sølu. Hon starvast dagliga í Kiosk Activ, sum mamma hennara Martha Hansen hevur rikið í nógv ár. Og hvørt ár upp undir páskir tysja fólk til Kiosk Activ at keypa ordilig páskaregg. Onki syntetiskt fjas, men eggjandi ljósabrúna sjokolátu.

Útlendsk egg keðilig
Peturbjørg Hansen hevur sjálv framleitt føroysku páskareggini síðstu árini.
? Tað byrjaði, tá Annbritt frá Gunnar Hansen, sum vit plagdu at keypa páskaregg frá, gavst. Tað helt eg vera spell, tí fólkum dámdi ógvuliga væl eggini. Tey hópframleiddu útlendsku eru keðilig, og tí fór eg sjálv til verka. Tey plagdu at keypa eggini liðug og fyltu tey, men eg helt, at tá eg kortini fór í gongd, so kundi eg eisini gera eggini sjálv, sigur hon.
Peturbjørg er sjálvlærd. Hon keypti maskinurnar bíliga, og nú fimm ár seinni má hon sanna, at tað er onki løtuverk at gera egg til fleiri túsund brellandi føroyingar.
Vanliga byrjar hon at stoypa eggini longu fyrst í januar, fyri at gera nóg nógv niðurfyri til páskir. Í ár byrjaði hon eitt sindur seinni, umleið 1. februar, men tað angrar hon nú, tí nú stendur á at nøkta ta søta trongdina.

1 tons av sjokolátu
Eftirspurningurin er stórur. Í ár er farið umleið eitt tons av sjokolátu til at gera 3000 páskaregg. Og kortini eru nógv farin útaftur við ongum, tá tey hava spurt í Activ.
? Vit selja so nógv flest av teimum føroysku páskareggunum. Tey hava verið virkuliga væl móttikin, sigur Peturbjørg.
Uppskriftin til vælumtóktu páskareggini er einfald: Nógv og góð sjokoláta við góðari fyllu.
? Eg brúki nógva sjokolátu. Sjokolátan er klár at brúka, tá hon er 32 hitastig. Tað má vera akkurát, tí annars fær sjokolátan ein keðiligan, gráan lit, og tað ber ikki til. Eg fylli tvær ferðir í formarnar, og sjokolátan sleppur at stadna ímillum. Annars vera eggini ov tunn og kunnu sprotna. Tað tekur umleið ein hálvan tíma, til sjokolátan er tornað. Tá eg taki úr formunum, skeri eg eggini til, og dagin eftir fylli eg og pakki tey, sigur Peturbjørg.

Gleðin er málið
Sjokolátan, sum er av merkinum Callebaut, kemur úr Danmark. Hon er góð, leggur Peturbjørg dýran við, men tað ger eisini, at forrætningin ikki er so góð, sum hon kundi verið.
? Nei, hetta er ikki fyri tímalønina, og tað kemst av, at sjokolátan er so dýr. Eg kundi keypt bíligari sjokolátu, men tað vil eg ikki. Tað skal vera kvalitetur, og hann er góður. Mítt mál er, at øll eru glað, tá páskirnar eru lidnar, sigur Peturbjørg.
Ljósabrúna sjokolátan er best umtókt, men nøkur fá myrk verða eisini gjørd. Tey flestu verða seld í kioskini, men nøkur fara aðrar vegir eisini ? m.a. til bingo og fimleikaframsýningar.
Tær smáu støddirnar selja best, men eisini tey stóru eggini, sum kosta 650 krónur hvørt, ganga væl. So væl, at hon ikki klárar at stoypa niðurfyri við tí eina forminum, hon hevur.
Peturbjørg arbeiðir sjálv í kioskini fyrrapart, og tí fer framleiðslan bert fram seinnapartar heima við hús. Tað kemur fyri, at børnini sníkja seg at pilka eitt sindur burturav, men annars eta tey ikki fleiri páskaregg enn onnur.
? Eg havi altíð verið ímóti, at børn hava tíggju páskaregg, sigur Peturbjørg avgjørd.
Tann lærusetningin taka vit við okkum, tá vit fara útaftur og ynskja gleðiligar páskir. Peturbjørg gleðir seg eisini til páskir. Tí nú er hon troytt av páskareggum.