Hann sat í tjalddurum sínum

Eins og Abraham á sinni reistist at taka í móti ókunnumonnunum, sum komu fram við tjaldi hansara, komu nútíðar egyptararnir við tónleiki og trummuslátti gestum sínum á møti

Ferðafrásøgn

úr Egyptalandi


Oyðimarkarnáttin liggur tung og bikasvørt yvir okkum, meðan vit í bussi krúpa eftir einumhvørjum asfalteraðum vegi í sandinum, sum bara bussførarin tykist vita av.

Langt burturi einastaðni har úti í náttini blaktra nøkur ljós. Einsamøll; burtur frá øllum bygdum og mannagongd.

-Tað man vera hagar, vit skulu, verður hugsað, meðan bussurin ger enn eitt sving á hesum oyðimarkarvegnum, sum ikki tykist vera har. Ljósini har úti hvørva, og bara sandurin er at síggja í ljósunum frá bussinum. So svingar hann aftur. Undan einum sandheyggi koma vit, og knappliga eru ljósini beint hjá okkum. Nakrir kyndlar, sum standa fram við vegnum.

Nú er eingin ivi. Hetta eru vegvísarar okkara, sum fara at leiða okkum at tjaldinum, vit skulu vitja til tess at eta og síggja undirhald, sum beduinarnir ivaleyst hava brúkt tað í túsundir av árum.

Og kyndlarnir leiða fram til eitt størri ljóshav, har nógv fólk er at síggja. Har stendur ein væl mannað móttøkunevnd við klarinettum og trummum, kyndlum og so sanniliga eisini einum rossi. Menn. Bara menn.

Tað kennist ein ramur oljuroykur frá kyndlunum, meðan dustskýggini spakuliga leggja seg aftan á okkum, tá vit stíga út, og einir fýra, fimm ovurblíðir menn í síðum hvítum, arabiskum klædnabúna bjóða okkum vælkomnum.

Teir sótu í tjalddurum sínum, hóast tað sum hjá Abrahami ikki var í middagshitanum. Men teir fóru á føtur, beinanveg gestirnir komu framvið, og boðið var inn í tjaldið, so gesturin kundi rinda møðina og fáa okkurt at styrkja seg við.


Dansandi ross

Ein ungur maður á hvítum arabararossi er við í fylginum, sum tekur í móti okkum.

Tá spælimenninir hava leikt tað fyrsta lagið, sum býður okkum vælkomnum, tekur reiðmaðurin rossið inn á økið, sum er millum móttøkunevndina og gestirnar. Spælimenninir tríva í eitt hvínandi, monotont lag, sum rossið tó tykist kenna væl. Tí rossið fer at dansa við unga manninum á baki. Og tað má sigast at vera rættiliga væl vant, tí ongantíð misti tað stevið.

Men ikki skuldi hesin dansur gerast tann seinasti, vit upplivdu á hesi vitjan í beduintjaldinum í egyptisku oyðimørkini. So langt burtur, at ikki so frægt sum glæman frá milliónabýnum Kairo var at hóma á luftini.

Oyðimørk í orðsins sanna týdningi. Og steindeyð lá kolasvarta náttin rundan um okkum.

Eg fór eitt sindur burturfrá. Vildi síggja stjørnuhimmalin her niðri, hvussu ólíkur hann mundi vera okkara egna. Hevði altíð hoyrt, at her skal vera so klárur himmal, men mátti tó sanna, at nakað av támi var, sum køvdi eitt sindur.

Ikki tí. Onkur stjørnumynd var kortini, sum kendist aftur. Bæði Cassiopeia og beltið hjá Orion sóust týðiliga. Og so ein rúgva av øðrum, sum eg ikki fekk skil á.

Hesar stjørnurnar. So ómetaliga langt burtur. Og so nær kortini. Men so gamlar.

Hugsa tær til. Hesum somu stjørnum hevur Móses navigerað eftir, tá hann flýddi undan Farao á sinni.

Og undan honum hava synir Jákups sæð tær, tá teir fóru til Egyptalands at keypa korn.

Og langabbi teirra, Abraham, tá hann í síni tíð var á hesum leiðum. Og allir teir gomlu egyptararnir, sum bygdu hetta landið. Og........ Nei, her er best at halda upp at og sleppa sær inn í tjaldið, har borðreitt fer at verða hvørja løtu.


Í orientalskum gildi

Tað standa nógv smá borð inni i stóra tjaldinum. Komi skjótt eftir, at hetta tjaldið vist er sett upp her bert fyri okkara skuld. Minnir eitt sindur um stóru dansitjøldini á føroysku stevnunum, men kortini nakað heilt annað.

Tað er tjaldað innan við teppum. Gólv lagt niður á sandin. Men tann upprunaliga ljóskeldan, ein væntar her úti í oyðimørkini, er ikki. Her er elektriskt ljós. Rímiligvís frá onkrum motori einastaðni, sum vit tó ikki hoyra, hvuss tað so enn ber til.

Seks eru spælimenninir, sum sita fram við tjaldveginum í arabiskum klædnabúna við elektriskum ljóðførum í hondini. Og ein ungur maður í leðurjakka og blonkum skóm stendur við eini mikrofon á gólvinum. Soleiðis er við ferðavinnuni.

Vit sessast við smáu borðini og vænta líkasum, at her kemur onkur at bera okkum matin.

Men nei. Tað er at fara sjálvur upp til langa borðið við borðiskinum og fáa tær uppá.

Tað er altíð spennandi at royna nýggjar rættir í nýggjum londum ein vitjar fyrstu ferð. So nú er bar at halda seg framat.

Pitabreyð er jú arabiskt, so tað skuldi verið rættiliga kent. Kokkurin - hann er í hvussu er klæddur í hvítum við høgari húgvu - gongur hinumegin borðið og greiðir frá, hvat er í teimum ymsu rættunum.

Og eingin grund er til at halda seg aftur. Hóast ókent, slíkt sum helst ikki hevði verið sett á føroyska nátturðaborðið, má sigast, at maturin var frálíka góður.

Føroyingar eiga at læra nakað av øðrum tjóðum, tá vit tosa um matgerð. Føroyskur matur er mangan sera keðiligur og einkisigandi. Einki sum helst verður gjørt burturúr. Tað vanliga - tað traditionella - veður sett á borðið. Helst skal rúgvan vera stór, so ífyllan er í lagi. Eini tíggju ymisk sløg av salati, sum kortini øll smakka líka, er ikki óvanligt.

Men her úti í oyðimørkini var eingin ivi um, at kokkurin legði æru í at gera eitt listaverk úr matinum. Synd var tí, at umstøðurnar at halda heitt ikki vóru eins góðar, og tær helst hava verið á einumhvørjum góðum hotelli í Kairo, har hann ivaleyst arbeiðir dagliga.

Men á borðendanum stóð nakað, sum eingin ivi stóðst av. Eitt heilstokt lamb við høvdi og øllum. Beinini vóru skorin av, og høvdið flett ella skrædlað, áðrenn alt krovið varð grillstokt.

Soleiðis hevur Abraham ivaleyst eisini borðreitt fyri sínum gestum. Tó at tað stendur um teir tríggjar, sum vitjaðu hann í Mamrelund, at teir fingu kálv, er eingin ivi um, at onkur seyður eisini hevur verið borðreiddur á hendan hátt.

Eg haldi meg framat. Har innan fyri borðið stendur tænarin til reiðar at skera mær ein góðan bita.

Eg hyggi at honum, og hann flaksar óført og roynir á góðum enskum máli at sannføra meg um, at hetta er góður matur.

Jú, eg eri ikki í iva. Tað er meira manninum, eg hyggi at. Tænaranum. Somu støðu hevur hann, sum Eleazar, húskallur Abrahams. Hin úr Brúðarvísuni. Man hann hava sæð soleiðis út? Kanska var tað hann, sum slapp at borðreiða kálvin fyri Harranum í Mamre?


Salome

So byrjaði undirhaldið. Tað var dansur eftir tónleikinum, sum spælimenninir fram við tjaldvegginum spældu undir.

Nøkur ungfólk komu fram á gólvið og fóru at dansa ymsar arabiskar fólkadansir. Veipaðu við ørmum, og ringdu mjadnarnar. Løtt á føti og snúðu sær, so ein skuldi hildið, at tey gjørdust í ørviti. Men ikki bilti.

Og alla tíðina sang ungi maðurin í leðurjakkanum langan, drynjandi og einstónandi afturvið. Undraðist viðhvørt á, hvussu tey funnu nakað stev til tónleikin. Men ikki bilti. Tað lá bara rættliga væl fyri.

Tað stendur einki um tað í Fyrstu Mósebók, men ivaleyst hava gestir Abrahams eisini verið stuttleikaðir við slíkum undirhaldi, hóast musikinstrumentini hava verið heldur primitivari.

So eru knappliga øll burtur. Men tað er heilt skjótt, at ein ung kvinna við onkrum løttum ljósareyðum flákrandi uttan yvir sær, kemur í tjalddyrnar, og tónleikurin tekur at spæla.

Í hesum mansdomineraða veitslulagnum er knappliga ein hálvnakin kvinna einsamøll á gólvinum, meðan øll eygu eru vend móti henni.

Hon lyftir akslarnar eitt sindur, spískar varrarnar og ristir mjadnarnar, sum hava ivaleyst av fóðring, so tað sæst væl, tá tær verða ristar.

So byrjar hon at dansa. Ein fremmandan dans, sum ikki er vanligur norðuri á okkara leiðum. Í hvussu er ikki í teimum dansifeløgum, eg havi upplivað í Føroyum.

Hugurin rennur aftur til søguna hjá Markusi um føðingardagin hjá Heródesi Antipas.

Heródes lá til borðs á Makærus borgini, hagar hann var flýddur saman við elskarinnuni, konu beiggjans. Hann var ræddur fyri, hvat fyrrverandi verfaðirin, ein forsmáddur arabarakongur úr oyðimørkini, kundi fara at finna uppá. Tí var hann flýddur og hevði gyrt seg inni í hesi óhugnaligu borgini, har ein dómadagsprædikantur, nevndur Jóhannes, sat fongslaður í onkrum kjallara.

Og Saloma dansaði fyri Heródesi og gestum hansara. Hon var yngri, enn hendan nútímans leiksystir hennara eftir øllum at døma er. Men dansurin kann væl hava verið tann sami.

Okkara Saloma ringir seg eftir gólvinum. Viðhvørt tykist, sum hon einki hugsar um tónleikin. Tað sær í hvussu er ikki út til, at hon dansar eftir honum. Nærkast monnunum viðhvørt og er so mitt á gólvinum aftur. Aftur og fram. Einstáttað men hugtakandi kortini.

Og tankarnir leita aftur til frágreiðing Markusar, meðan tú situr líkasum og bíðar eftir, at ein tænari fer at koma við einum høvdi á einum fati.

Í staðin kemur okkara Saloma yvir móti mær og rættir armin út. Býður upp at dansa.

Ups! Her er einki at gera annað enn at fara upp á gólv, hóast hetta ikki verður Seyðamaðurin á Sondum ella nakað sum líkist, ið nú verður byrjað.

Spælimenninir tríva í aftur sínar hvínandi tónar, og Saloma ristir og ringlar við kroppinum, meðan eg, ólukkudýrið, standi har sum ein onnur saltsúla.

Men illanstíð skulu ferðafelagarnir hava tað at flenna at, so eg geri nøkur sprell. Havi einaferð lært nøkur skotsk dansistig, og tey royni eg so her á tjaldgólvi Abrahams einastaðni úti í myrku, egyptisku oyðimørkini.

Men ikki man hava verið so galið kortini. Klappað varð, og eg slapp heilur aftur í bussin. Vð høvdi og øllum.

Klárur at fara eftir nýggjum ævintýrum dagin eftir.