Dumpaður varaløgmaður

Høgni Hoydal so frustreraður og óseriøsur, at mær tykir synd í honum

Sum ikki einaferð, tá tjóðveldið hevur rent seg á turt, so verður farið eftir manninum heldur enn eftir bóltinum. Í málinum um arbeiðsmarknaðaruppskotini hevur semja verið í landsstýrinum um, at undirritaði skuldi fyrireika lógaruppskot til dagførda lógávu.
Samt landsstýri ásannaði, at aftaná ártíggju og nógvum royndum at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at greiða viðurskiftini ? uttan úrslit, so var neyðugt at leggja á annan bógv.

Semja í landsstýrinum
Á landsstýrisfundi fyrst í juni í ár legði undirritaði fram upprit og uppskot um nýggja lóggávu á arbeiðsmarknaðarøkinum. Semja var í landsstýrinum um, at skil skuldi fáast á viðurskiftunum sum skjótast, og fekk undirritaði undirtøku fyri at arbeiða víðari við lógaruppskotunum.
Seinast í juni legði løgmaður so endaligu lógaruppskotini fyri landsstýrisfund. Undirritaði var burturstaddur. Samt landsstýrið tók undir við uppskotunum, og avráddi at senda uppskotini til løgtingslimirnar í samgonguni, og at undirritaði skuldi kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum saman at viðgera lógaruppskotini (allir tjóðveldislandsstýrismenninir vóru á fundi).
Vinnumálaráðið avgreiddi uppskotini til løgtingslimirnar samb. fundarfrásøgnini. Bíðað varð til undirritaði kom aftur úr summarfrí at senda lógaruppskotini til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta var gjørt í vikuni undan ólavsøku. Samstundis varð boðað til fundar at viðgera uppskotini. Ikki eitt orð í fjølmiðlunum. Tað veit Høgni Hoydal (HH) fullvæl.

Høgni veit betur
Tjóðveldið byggir sín samleika á politisk plagiat, sum er í andsøgn við tjóðveldishugsjónina. Hetta gjørdist eyðsýnt undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans, tá tjóðveldismenn fóru á røðarapallin at sáa iva um uppskotini til nýggja arbeiðsmarknaðarlóggávu. Har byrjaði almenna umrøðan, tað veit HH eisini fullvæl.
Tjóðveldisumboð hava eisini verið í bløðunum og fornokta lógaruppskotini, tað veit HH eisini.
Ávísir fakfelagsformenn hava biðið undirritaða halda fingrarnar burtur frá arbeiðsmarknaðarlóggávuni, og tingmenn tjóðveldisfloksins hava alment stuðla hesi sjónarmið, tað veit HH sjálvsagt, eins og øll almenn umtala undan felagsfundinum við arbeiðsmarknaðin er íkomin av tjóðveldinum, tað veit HH sjálvandi.

Buksuvátir
Nú var rot komið í. Gyltu og avgjørdu lyftini frá tjóðveldinum undir verkfallinum um dagførda lóggávu á arbeiðsmarknaðinum vóru tað bera reyp, nú tingmenn floksins hoknaðu í kongunum og síðan ólavsøku hava sent forvirrað signal í fjølmiðlunum.
Flokkurin hevði gjørt í brøkurnar, so nú vóru góð ráð dýr hjá HH. Nú var neyðugt at spinna, at skapa rok, at seta í verk eina skueprocess, at produsera nýggjan sannleika, so pseudoborgarligu sjónarmiðini tjóðveldisfloksins ikki verða avdúkað.

Synd í Høgna
Tí var neyðugt hjá HH at exponera á undirritaða í Degi og Viku fríggjakvøldið. Óseriøst at illgita, spilla út og bera ósannindi um arbeiðsmarknaðaruppskotini eins og onnur vinnumál. Tað næsta verður óivað, at HH fer at boða frá, at hann má taka málini aftur til viðgerðar í landsstýrinum fyri at bjarga tí, ið bjargast kann?? Ósmædnið kennir so eingi mørk.
Hinvegin tykir mær næstan synd í HH. Skilji væl, at hann kennir ómegd, tá hugsað verður um hansara politisku avrik farnu fimm árini. Samanborið við alt garterilsi, munnu føroyingar neyvan áður hava bíðað so leingi eftir so lítlum. Men sjálvsagt, hini hava kanska skuldina?
Pátikna sjálvsimagiið, har HH er exponentur fyri tí góða og nýggja, meðan hini umboða tað gamla og fordervaða, avdúkar ein hugburð, sum mangan er orsøk til stríð. Hetta man ikki minst flokkur hansara sanna.
Velji annars at bera yvir við HH og taka hansara frustratiónir sum eitt kompliment.

Málið ikki slept
Arbeiðsmarknaðaruppskotini eru so týdningarmikil, at arbeitt verður áhaldandi við teimum eftir landsstýrissamtyktunum, uttan mun til hvat tjóðveldið nú sigur. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru bidnir um at svara Vinnumálaráðnum í seinasta lagi 29. september. Vinnumálaráðið fer so at viðgera innkomnu svarini, og vera partarnir so aftur kallaðir til fundar.
Tað er eingin ivi um, at atferð tjóðveldisfloksins hevur skaðað málið almikið, tí hvørjum skal arbeiðsmarknaðurin nú trúgva? Men tað var kanska meiningin. Tí verður staðiliga heitt á HH og tjóðveldið at halda fast við landsstýrissamtyktirnar, at standa við givin lyfti og at virka samsvarandi.
Undirritaði sleppur so ikki málunum. Torir tjóðveldið ikki, so fer tað at bíða eftir avgerð løgmans.

Verð reiðiligur
Sól og undanvindur hava eyðkent búskapin farnu 7 árini. Nú dregur hann á luftina, og tað lotar ímóti. Kanska ætlar tjóðveldið at sleppa úr samgonguni. HH átti tí at verið reiðiligur og sagt sum var. Ella er øll henda fjøðlmiðlaøði fyri at káva yvir væleydnaða ríkisfundin hjá løgmanni? Livst so spyrst.
Eini ráð til HH. Kom til arbeiðis. Tímir tú ikki, lat so hini fáa arbeiðsfrið.