Eli Olsen úr B68 sigur, at B68 ongantíð hevur vunnið ein landskappingardyst á Krossinum í Sumba. ? Vit taptu móti Sumba í 1991 og spældu javnt móti Sumba/VB, tá teir vóru í 1. deild, sigur Jákup Eli, sum [...] um tað eru lyklaspælarar, sigur hann. Jákup Eli vónar at teir kunnu fáa eitt gott úrslit í Sumba. ? »Alle gode gange tre«, sum tey plaga at siga. Vit mugu ikki bara fara suður at stríðast, tí so tapa vit [...] vit. Spæla vit klókt, hava vit ein góðan møguleika, heldur Jákup Eli Olsen. Ikki gingið væl hjá Sumba Eisini hjá Sumba merkist tað, um spælarar verða skaddir, og tað hevur eisini ávirkað liðið nógv higartil
Høvdu parkeringsumstøðurnar verið eitt sindur betri, so var als einki at finnast at, sigur hon Upplatingartíðirnar hjá Unik eru mánadag til hósdag frá 9.00-17.30, fríggjadag frá 9.00-19.00 og leygardag frá [...] merkinum InWear, sum er eitt kent danskt merki. ? Men vit fara eisini at selja onnur og bíligari merki, sigur Krista og heldur fram: ? So har verður okkurt til ein og hvønn. Hvør skal so taka sær av handlinum [...] fari eg í fyrsta umfari at halda áfram við at arbeiða og so arbeiða her í frítíðini. Hvussu hevur fyrsti dagurin gingið? ? Stak væl. Nógv fólk hava verið inni á gólvinum og vit hava eisini selt eitt sindur
sum byggir víðari á ríkisrættarliga økið, sigur Høgni Hoydal.. Hann heldur, at grundarlag er fyri eini sjálvstýrissamgongu, men at tað tá verður neyðugt hjá Fólkaflokkinum at prioritera. Vit søgdu tí [...] kurin. Edmund Joensen sigur, at hetta umfarið er liður í samráðingunum, og at teir hava viðgjørt uppleggið frá Fólkaflokkinum í einum positivum anda. Tað er ikki so torført hjá Fólkaflokkinum og Sam [...] nógvir politikarar vóru á Gamla Apoteki, so var einki prát um politikk uttan fyri samráðingarhølið hjá Anfinni Kallsberg. Vitjaðu vit inn á gólvið í ymsu flokshølunum, varð prátað um leyst og fast, men
vælvaldar tjóðskaparsangir høvdu fuglfirðingar tikið við. Vøkru yrkingina hjá Rasmusi Effersøe »Kom sveima, mjúki vestanvindur« var tann fyrsti, og eydnaðist hann eins og sálmarnir frammanundan, sera væl. Rættiligt [...] Í hesum partinum sigur Signar á Brúnni eitt sindur um Fuglafjarðar manskór og myndamaðurin á ferðini, Herálvur Jacobsen, var umborð á HMS Belfast, og hevur greitt leysliga frá hesum skipi. Fyrimunurin [...] herskip og í 1971 var avgjørt at skipið skuldi verða savnskip sum eitt virðiligt minni um eina farna tíð hjá bretska hervaldinum og fólkinum. Og Signar á Brúnni hevur greitt nakað soleiðis frá konsertini og onkrum
skal helst brúkast til annað enn at fíggja tiltøk hjá Norðurlandahúsinum. Men til dømis til hendan bilin havi eg verið úti og spurt meg fyri, tí gagnið hjá føroyska samfelagnum úr hesum er eyðsæddur. Føroyskt [...] so galið. Eg skilji væl, hvussu tað er ringt at uppfylla krøvini hjá mentanarlívinum, tá man hugsar um umstøðurnar og arbeiðsorkuna hjá føroysku fjølmiðlunum, so eg vil ikki finnast at. Teir hava altíð [...] tiltøk als onga umrøðu fáa. Eg haldi, at tað finst ein sterkur hugur hjá føroysku fjølmiðlunum at gera munagott arbeiði, og útbúgvingarnar hjá fjølmiðlafólkunum gerast alsamt betri, so tað er bara gott. Heldur
verður kanska klárur til dystin í Vági. NSÍ-hópurin fer suður longu í dag, so teir kunnu vera so væl fyri sum gjørligt til dystin í morgin. Hjá VB er spælandi venjarin Milan Milanovic framvegis ivasamur [...] royna bara at gloyma tann dystin, sigur Pauli Jarnskor úr GÍ. ? Tað er kanska ikki heilt so ring byrjan kortini, tí vit verða ikki einasta lið, sum tapir í Runavík í ár, sigur tann elsti av Jarnskor-brøðrunum [...] Í dag og í morgin verður 2. umfar í fótbóltslandskappingini hjá monnum spælt. Í 1. deild verða allir teir fimm dystirnir spældir í morgin. Sambært leikskránni skulu VB og NSÍ spæla í Vági í dag, men feløgini
skjøtil nú verður settur á. Jákup Mikkelsen hevur í alt vár vart málið hjá Herfølge í superliguni, og tað hevur ligið væl fyri hjá honum. Tí fer tað næstu vikurnar ivaleyst at verða nógv tosað um, hvønn [...] men eg vóni og rokni við, at hann verður klárur og hevur bæði vant og spælt, tá vit fara avstað, sigur landsliðsvenjarin. Møðsamt Allan Simonsen letur væl at úrtøkuni úr venjingini hesar báðar dagarnar: [...] fara at verða funnir millum teir spælararnar, sum týskvøldið spældu við B68. Í byrjunaruppstillingini hjá Allani Simonsen mikukvøldið vóru Jens Martin Knudsen ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen
»Palla hjá Marionnu«, sigur, at hann veit ikki nær trolarin verður seldur, men ætlanin er at bæði feløgini skulu eiga trolaran, tá ið hann kemur undir suðurafrikanskt flagg. Makrel og heyk »Palli hjá Mariannu« [...] »Christian í Grótinum« var í Suðurafrika og fiskaði, og nú hevur so »Palli hjá Mariannu» fiskað har niðri. Trolarin hevur fiskað suður og eystur úr Suðurafrika, men tó at fiskaríið hevur verið gott er lítið [...] gjørdar nú trolarin er í dokk í Port Elisabeth. Eiga í felag trolaran Men ætlanin er ikki at »Palli hjá Mariannu« skal fiskað undir føroyskum flaggi, tí samráðingar eru í løtuni við áður nevnda suðurafrikanska
Klaksvíkingar fara suður á Tvøroyri longu í kvøld, so teir kunnu vera so væl fyri sum gjørligt til dystin móti TB í morgin. Tað er tó ivasamt, um Jan Andreasen fer suður við. Konan hjá KÍ-miðverjanum skal [...] at hugurin hjá Allan at spæla er so stórur sum nakrantíð, sigur KÍ-venjarin. TB gav síðsta sunnudag HB ein skarpan gang í Gundadali, og tvørámenn skulu nú royna at koppa javnaldrunum hjá HB á Sevmýri [...] verður tøkur hjá Zoran til dystin í morgin. Hans Hammar hevur ligið við fepuri alla vikuna og tað er ein spurningur, um hann er nóg væl fyri til at spæla í morgin. Annars eru allir mans tøkir hjá jugoslaviska
Hann er Føroya fyrsti oljumálaráðharri. Tann 57 ára gamli maskinmaðurin úr Klaksvík, Eyðun Elttør, hevur fingið litið upp í hendi at leggja til rættis eina føroysku oljuvinnu. Hetta er ein so mikið stór [...] hvussu og ikki, so er avgerðin tikin um at Før-oyar skulu hava egna oljumálaráðstovu. Tað fall í lutin hjá sjálvstýrisflokkinum at fáa hetta málsøki at umsita, og endaði oljan í hondunum á klaksvíkinginum Eyðun [...] sum - nú eingin føroysk olja enn er funnin - kortini hevur havt útlendska olja á fingrunum. Hann sigur við Sosialin, at hann er sera fegin um at hava fingið hetta álitið og ætlar hann sær at fara upp í